týsdagur 18. juni 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. juni 2019 · Nr. 69
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
700 fólk vóru hjástødd, tá ið minnisvarðin yvir svínoyingar, sum eru
farnir í vanlukkum á sjógvi og landi, í fagrasta veðri varð avdúkaður
Jóannes Hansen
Tað var hátíðardámur yvir
bygdini og tign og sómi yvir
tiltakinum, tá ið minnisvarðin
yvir svínoyingar, sum eru farn
ir í vanlukkum á sjógvi og
landi varð avdúkaður leygar
dagin 15. juni.
Áðrenn
hann
avdúkaði
minnisvarðan, lýsti Bjarni Jac
obsen svínoyingar sum útróðr
armenn og inntøkurnar og
kostnaðin í tí sambandi.
- Svínoyingar hava altíð róð
út í Miðhavið, har havið hevur
givið nógv, og fongurin hevur
verið ríkur. Men teir kenna eis
ini sorgina, tá ið bátur ikki
kemur
aftur.
Omma
mín,
Amalia, var fødd í 1856 og doyði
í 1946 – 90 ára gomul. Í hennara
tíð fórust sjey bátar og 28
menn. Tað hevur verið ræðu
ligt fyri bygdina og allar einkj
urnar og faðirleysu børnini,
sum sótu eftir, segði Bjarni
Jacobsen.
Tá ið Bjarni hevði avdúkað
minnisvarðan, avdúkaði Petur
Danielsen plátuna við teimum
52 nøvnunum á og stuttari frá
greiðing um hendingarnar.
Tað varð lagt fyri í kirkjuni,
har sóknarpresturin í Norðoya
eystara prestagjaldi, Jóannes
Purkhús, og Jógvan Fríðriks
son, bispur og fyrrverandi
sóknarprestur í Norðoya eyst
ara prestagjaldi, høvdu orðið,
og har 17 sangarar og Systkini
á Váli sungu.
Henda løtan mundi hjá
nógvum kennast sum at vera
til jarðarferðina hjá øllum
teimum, sum ikki bóru boð í
bý.
Stutti teinurin frá kirkjuni
og út á Bø, har minnisvarðin
varð avdúkaður, var sum at
ganga út á grøvina hjá teimum,
ið tað nú ber til at minnast á
ávísum staði, og sum fingu
váta grøv. 51 menn og ein
kvinna.
Jógvan Skorheim, borgar
stjóri, helt talu, og Poul Sivar
Olsen, formaður í nevndini
fyri minnisvarðan, greiddi frá
gongdina, frá tí at tað fyri
fimm árum síðani varð avgjørt
at reisa minnisvarðan og fram
til
hesa
fagnaðarløtuna.
Nevndin hevur umframt í
Svínoy skipað fyri stuðulstil
tøkum í Havnini og Klaksvík,
har undirtøkan hevur verið
ógvulig góð.
Kostnaðurin fyri minnis
varðan er umleið 1,5 milliónir
krónur. Kommunan, feløg og
stovnar hava spælt við um
framt einstaklingar, og økið,
sum minnisvarðin stendur á,
er latið av Amaliu Justinussen
í Svínoy. Maður hennara, Ólav
ur, fórst, tá ið hann var einsa
Svínoyingar sett forfedrunum