týsdagur 18. juni 2019síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 18. juni 2019 · Nr. 69
TÍÐINDI
autismu.
Elmar visti, at Autismufel
agið hevur nógv hugskot til
frama fyri børn við autismu,
men felagið hevur ikki so
nógva orku og fígging. Hann
vildi gera okkurt fyri at savna
pening saman til Autismufel
agið, so hugskotini hjá felagn
um kundu førast út í lívið.
Hetta passaði sum fótur í
hosu til hansara mál at gera
okkurt vilt persónligt avrik.
Tvífaldi jarnmaðurin bleiv við
hesum til veruleika sum ein
kombinatión
av
persónliga
málinum og peningainnsavn
ingini til Autismufelagið.
- Fólk hildu hetta
vera ov ørt
Elmar Ósá varð møttur við ein
ari ávísari skepsis, tá hann
byrjaði at tosa um sína stóru
ætlan.
- Tað vóru fá, sum veruliga
trúðu uppá, at eg fór at gera
tað. Tey flestu hildu, at hetta
bara var eitt ørt hugskot, og at
eg ongantíð fór at koma á mál.
Tá Elmar setti á stovn face
booksíðuna “452 kilometrar
fyri Autismufelagið”, vóru tað
fá, sum enn ivaðust í orðunum
hjá Elmari.
- Tá komu fólk aftur til mín
og søgdu eitt nú: “Heilt ærligt,
altso meinar tú tað veruliga?
Fert tú at gera hetta?” Tey
hildu tað ljóðaði spennandi,
samstundis sum tey enn hildu
vera ørt, sigur Elmar.
Kundi ikki vera meira klárur
So kom mikumorgunin 12. juni,
tá jarnmaðurin skuldi floytast
í gongd í 25 metrar langa hylin
um Svimjihøllini í Gundadali.
Elmar vaknaði alvakin og fokus
eraður, og hann kundi ikki
vera meira klárur, nú hann
skuldi svimja 7,6 kilometrar.
- Eg hevði sovið sum ein
dreymur, og fyri fyrstu ferð í
langa tíð føldi eg ongan eym
leika ella pínu nakrastaðni í
kroppinum, sigur Elmar Ósá,
sum er fyrrverandi elitusvimj
ari. Hann leyp í hylin við einari
góðari kenslu.
- Eg føldi á mær, at hetta
nokk fór at ganga. Eg hevði
góða ferð og brúkti lítið av
orku, og tá svimjingin var lið
ug, var eg nærmast úthvíldur
framvegis.
Undanvindurin fekk
hann at broyta kós
Nú var tann fyrsti parturin
yvirstaðin, og nú manglaði
hann at súkkla og renna 444
kilometrar. Komin úr hylinum
og undan brúsuni í Gundadali
leyp hann á súkkluna, og fór
undir teir næstu 360 kilometr
arnar, sum hann ætlaði at
súkkla á Streymoynni og Eyst
uroynni.
- Tað gekk væl í byrjanini,
men tá eg kom til Streymin,
var sera nógvur mótvindur. Tá
bleiv eg nokkso nervøsur fyri,
hvussu eg skuldi klára hesar
360 kilometrararnar uttan at
brúka so nógva orku, fortelur
Elmar Ósá, sum fekk selskap
av nøkrum Rynkeby-súkklar
um.
Tað gjørdi so tað, at hann
mátti broyta upprunaligu ætl
anina.
- Tá eg kom til Oyrarbakka,
hevði eg súkklað 140 kilometr
ar og manglaði 220 kilometrar.
Tað var so mikið nógvur vind
ur, at eg sá, at tað fór slett ikki
at ganga. Tí tók eg avgerðina
at venda við og fara inn aftur á
Kaldbak. Har var nakað av
vindi, men har var slætt, og tí
fekk eg undanvind annan veg
in.
Hann súkklaði aftur og
fram har, og fór so eisini ein
túr til Havnar.
- Tá fekk eg aftur hasa góðu
kensluna og hugsaði, at hetta
nokk skuldi ganga, tí eg føldi
ikki, eg brúkti ov nógva orku.
Tað var allatíð týdningarmikið,
tí eg hevði jú tvey maraton
eftir at renna, og til tað mátti
eg hava so frísk bein sum
møguligt, greiðir Elmar frá.
Tað fyrsta strekkið
var mentalt hart
Tíðliga fríggjamorgunin var
teinurin liðugt súkklaður, og
tá søgdu Rynkeby-súkklararn
ir farvæl og ynsku Elmari góð
an túr víðari - nú var Elmar
einsamallur, og renningin stóð
fyri framman.
- Tað mentalt harðasta tíð
arskeiðið var heilt avgjørt, tá
eg skuldi byrja at renna einsa
mallur. Teir fyrstu kilometrar
nir vóru sera harðir, tí eg visti,
at eg hevði langt eftir á mál, og
tá hevði eg verið í gongd í
næstan 24 tímar.
Tað fyrsta maratonið gekk
væl at renna í Kaldbak. Eftir
hetta setti hann kósina móti
Havnini.
- Eg skuldi eftir Kaldbaks
vegnum, sum er umleið 11 kilo
metrar, og har var mótvindur.
Eg visti, tað fór at blíva øgiliga
tungt, og tað var eisini ekstr
emt hart, sigur Elmar.
Fyrsta kreppan
Elmar Ósá stóð mannsroynd
ina á Kaldbaksvegnum og kom
til Havnar saman við systir
soni sínum, sum rann síðsta
langa teinin við honum. Tá
hevði Elmar runnið 51 kilo
metrar, men hann manglaði
enn 33. Hann var útlúgvaður
og eymur undir fótunum.
- Tá hevði eg ta fyrstu ordi
ligu kreppuna. Beinini vóru
púra útseld, har var einki eftir.
Mentalt hevði eg tað eisini
trupult, tí eg visti ikki, hvar eg
skuldi renna hesar síðstu kilo
metrarnar.
Eg
umhugsaði
Tórsbreyt og Ringvegin, men
har var ov nógvur vindur.
- Eg tímdi ikki at renna mitt
í Havnini, har øll kundu síggja
meg, tí almenni áhugin bleiv
størri og størri, tá miðlarnir
varpaðu so nógv ljós á meg og
tvífalda jarnmannin.
Hann gjørdi av at renna
næstu 19 kilometrarnar á Tórs
vølli, sum hevur gott undirlag
at renna á. Nú var ikki nógv
eftir. Hann vendi nøsina móti
Tórsbreyt, har hann rann tað
síðsta strekkið.
- Teir síðstu kilometrarnir
skuldu bara gjøgnumførast.
Tað var hart, tí hvørja ferð eg
setti beinini í, so føldi eg
krampa upp gjøgnum beinini.
Men eg mátti bara kobla
høvdið frá, sigur Elmar Ósá.
Nógv fólk á Tórsbreyt
Komin á Tórsbreyt sá hann
stóru mannamúgvuna, sum
var savnað saman at heppa
uppá hann, inntil hann kom á
mál. Øll familjan var møtt upp,
og har stóðu starvsfelagar,
vinir og fleiri onnur. Autismu
fløggini veittraðu á grasvøllin
um, og børn við autismu, sum
hann kennir, vóru eisini komin
framvið. Til tær síðstu rundur
nar vóru fleiri, ið komu at
fylgjast við honum.
- Eg bleiv eitt sindur høgur
av at síggja hetta, og tá
gloymdi eg ta ekstremu pín
una í beininum. Og áðrenn eg
visti av, so var eg liðugur.
- Eg var nakað so rørdur
Tá var ikki eitt eyga turt, og
tað var tað heldur ikki hjá Elm
ari, sum ikki kláraði at halda
tárunum aftur.
- Kenslan var øgilig, og eg
var nakað so rørdur. Eg var so
ovur-, ovur-, ovurfegin fyri at
tað eydnaðist. Samstundis var
eg ómetaliga móður og hevði
pínu í øllum kroppinum, sigur
hann og greiðir víðari frá:
- Fyri tað fyrsta var eg ótrú
liga glaður fyri persónligt at
hava rokkið málinum at gjøgn
umføra ein tvífaldan jarnmann
í Føroyum. Men tað størsta
var, at eg sá, hvussu væl tað
hevði gingið at fingið fólk við
uppá at stuðla Autismufelagn
um. Tað var ein enn størri gleði
enn tað persónliga, so tað var
eitt sindur tvídeilt, sigur ein
glaður Elmar Ósá.
Túrurin tók tilsamans 35
tímar. Á túrinum drakk hann
vætu allatíð og át í høvuðs
heitum banan og rugbreyð,
men fekk eisini eitt nú pasta
salat, tvíflís og twix.
- Týdning at varpa
ljós á autismu
Tvífaldi jarnmaðurin hevur
fingið sera nógv uppmerksemi
til Autismufelagið, og Elmar
Ósá fegnast um góðu undir
tøkuna. Hann heldur tað hava
stóran týdning at varpa ljós á
autismu.
- Tað kann vera ringt hjá
vanligum fólki at skilja, hvat
autisma er, og hvat tað snýr
seg um. Tað eru autistisk børn
og vaksin, sum arbeiða og hava
tað gott, men tað eru eisini tey,
sum ikki hava tað gott og ikki
eru líka væl fyri. Tí haldi eg,
tað hevur stóran týdning at
varpa ljós, at tað eru fólk, sum
hava autismu, sigur Elmar
Ósá.
- Tað almenna ger nógv fyri
børn við autismu, men eg føli
bara tað, at har frá eigur at
verða gjørt enn meira. Tað
kunnu hesir pengarnir millum
annað brúkast til, sigur hann.
Elmar Ósá er yvirlækni á barnadeildini, og hann fór til arbeiðis aftur mánadagin. Gjøgnum árini hevur
hann arbeitt nógvar náttarvaktir, og hetta hjálpti honum at fokusera, tá hann rann um náttina
Hetta er løtan beint aftaná, Elmar Ósá kom á mál á
Tórsbreyt. Hann kyssir og klemmar bróðursonin, Gabriel,
sum hevur autismu (Mynd: Steingrím Ósá)