týsdagur 18. juni 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. juni 2019 · Nr. 69
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
- Tey flestu hildu, at hetta bara var eitt ørt hugskot, og at eg ongantíð fór at koma á
mál, sigur Elmar Ósá, sum í síðstu viku gjøgnumførdi ein tvífaldan jarnmann til frama
fyri Autismufelagið, sum hann hevur savnað pening inn í sama sambandi
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
Eingin hevur nakrantíð fyrr
gjørt ein tvífaldan jarnmann í
Føroyum - ikki áðrenn hósdag
in, tá 50 ára gamli Elmar Ósá
kom á mál á Tórsbreyt aftaná
at hava svomið, súkklað og
runnið tilsamans 452 kilometr
ar.
Nú vit hava mikudag, er tað
ein vika síðan, hann fór undir
hesa risastóru verkætlan, sum
hevði til endamáls at savna
pening inn til Autismufelagið.
- Í vikuskiftinum vóru bein
ini enn øgiliga tung, og eg
hevði pínu í beinunum og und
ir fótunum. Men eg havi upp
livilsið av einari ekstremari
gleði, og eg flúgvi enn høgt og
livi uppá hesa gleðina. Eg
gangi bara og smílist og eri
ómetaliga nøgdur av, at tað
eydnaðist bæði at gjøgnum
føra og at savna pening inn,
sigur Elmar Ósá.
Harðari í Føroyum
enn í Danmark
At gera ein tvífaldan jarnmann
í Føroyum er ikki tað sama,
sum at gera tað í Danmark ella
aðrastaðni.
- Tað er eyka ekstremt at
gera tað í Føroyum, tí her eru
so nógvar brekkur, og haraftr
at er nógvur vindur. Um eg
hevði gjørt tað í Danmark, so
hevði eg valt mær ein góðan
dag, tá eingin vindur var, og eg
hevði valt eitt slætt øki uttan
brekkur. Tað kann mann ikki
ordiliga í Føroyum, sigur Elm
ar Ósá og samanber við Dan
mark.
- Mann plagar at siga, at um
tú súkklar 100 km í Føroyum,
so skalt tú súkkla 150 km í
Danmark, fyri at tað skal vera
tilsvarandi hart. Um hesin
faktorurin eisini er galdandi
fyri
hendan
tvífalda
jarn
mannin, so skuldi eg kanska
havt súkklað um 500 km í Dan
mark í mun til teir 360 km í
Føroyum.
Eitt gamalt hugskot
Tað eru nøkur ár síðan, at Elm
ar Ósá byrjaði at umhugsa at
gera ein tvífaldan jarnmann. Í
2012 gjørdi hann ein vanligan
jarnmann, men hann var ikki
ordiliga nøgdur við, at hetta
skuldi vera hansara størsta
avrik. Hann droymdi at gera
okkurt, sum var meira serstakt
og krevjandi enn ein vanligur
jarnmaður.
- Eg hugsaði, um eg skuldi
fara og gera ein jarnmann aftr
at. Men so byrjaði eg at spæla
við tankan um at gera okkurt,
sum var enn meira ekstremt.
Eg fór so undir at kanna, hvat
tað kravdi at gera ein tvífaldan
jarnmann.
Vildi hjálpa børnum
við autismu
Samstundis sum hann um
hugsaði tvífalda jarnmannin,
hevði hann eitt stórt ynski um
at betra umstøðurnar hjá børn
um við autismu og familjum
teirra. Autisma fyllir nevniliga
nógv í familjuni hjá Elmar Ósá,
tí bróðursonur hansara hevur
- Eg livi enn upp á
ekstremu gleðina
Elmar Ósá tók 452 km
fyri Autismufelagið:
Hóast Elmar júst hevur gjøgnumført ein tvífaldan jarnmann, fer hann
longu í næstu viku at súkkla til París við Team Rynkeby
Ein tvífaldur jarnmaður
(Ironman) er:
• 7,6 kilometrar svimjing
• 360 kilometrar súkkling
• 84 kilometrar renning