Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. JUNI 2019 SOSIALURIN 70 12 KJAK KUNNGERÐ Um broyting í byggisamtyktini fyri Skálavíkar kommunu Vísandi til § 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður sagt frá, at uppskot til broyting í byggisamtyktini fyri Skálavíkar kommunu er samtykt av bygdaráðnum tann 20. juni 2019 og liggur uppskotið frammi til alment eftirlit, frá 21. juni til og við 21. juli 2019. Broytingarnar snúgva seg um at leggja út nýtt C-øki til vinnu- og ídnaðarendamál norðanfyri í bygdini við tilhoyrandi vegi, samstundis sum verandi C-øki miðskeiðis í bygdini, í Mýruni, verður minkað av somu orsøk. B-øki til sethús undir Hagabrekku (Túnajørðin) verður víðkað nakað vestureftir, og nýggjar ásetingar eru um rættin hjá byggivaldinum at leggja leiðingar í privata ogn v.m. Broytingaruppskotið liggur frammi í undirhúsinum Mýrigarður 13 í Skálavík, opið er allar dagar kl. 08:00 – 18:00. Mótmæli móti uppskotinum og broytingaruppskot skulu verða send kommunustýrinum skrivliga, áðrenn 6 vikur eru lidnar frá kunngerðardegnum. Skálavík, tann 20. juni 2019 Skálavíkar kommuna Saman minka vit skuld landsins 800 mió. afturat Kristina Háfoss Landsstýriskvinna í fíggjarmálum Í dag er ein serstakur dagur fyri føroyska búskapin, og harvið fyri okkara samfelag og okkum øll. Tí í dag minka vit skuld landsins við 800 mió. kr. afturat. Vit settu okkum fyri, at fremja ein skynsaman fíggjar- og búskaparpolitikk - at hava avlop á hvørjum ári, at økja uppsparing í Búskapargrunni Føroya, og at minka skuld landsins. Saman hava vit rokkið hesum málum. Tilsamans hevur landskassin havt avlop á 1 milliard fyrstu 3 árini í hesum valskeiðnum, og vænta vit hartil omanfyri 500 mió. kr. í avlopi í ár. Hetta ger tað nú møguligt at minka landsins skuld mun­andi, samstundis sum meira verður uppspart. Til samanberingar hevði lands­kass­ in hall øll árini í undanfarna valskeiði, á samanlagt meira enn eina milliard. Uppsparing landsins økt 1,5 milliard Stóru avlopini hjá landskassanum árini 2016-2018 hava bjálvað landið fíggj­arliga, og økt uppsparingina mun­ andi. Tá landsstýrið og samgongan tóku við á heysti 2015, var uppsparingin (gjald­førið) hjá landskassanum 2,25 milli­ardir. Um hálvan juni í ár var tøka upp­ sparingin heilar 3,7 millardir. Ein øking í uppsparingini á 1,5 milliard. Hetta ger tað møguligt at lækka skuld landsins munandi í dag. Tryggja uppsparing á minst 15% av BTÚ Til ber tó ikki, at lækka skuldina við allari tí upphædd, ið landskassin hevur økt uppsparingina, tí vit skulu støðugt tryggja, at landskassin hevur tøkt gjaldføri og uppsparing svarandi til í minsta lagi 15% av BTÚ. Og tá okkara búskapur veksur, og harvið eisini okkara BTÚ, krevur tað, at landskassin setir meira av til uppsparing. Tí má partur av avlopinum nýtast til, at økja uppsparingina. Tá samgongan tók við á heysti 2015, var kravda minstagjaldførið á 15% av BTÚ 2,15 milliardir. Nú í juni 2019 er hetta 2,83 millardir. Ein øking av kravda gjaldførinum hjá landinum á um 700 mió. kr. eftir 4 árum, tí at okkara búskapur og okkara BTÚ eru vorðin størri. Landskassaskuldin minkað 1,5 milliard Men stóru avlopini og økta upp­spar­ ingin gera, at vit kunnu minka skuld­ ina munandi, samstundis sum vit fram­haldandi hava stóra uppsparing. Tá samgongan tók við á heysti 2015, var lands­kassaskuldin 5,2 milliardir. Nú 20. juni 2019 verður lands­kassa­ skuldin 3,7 milliardir. Ein minking á 1,5 milliard. Hetta er ein minking á 29%. Av hesum hava vit minkað skuld­ina 1 milliard við avlopinum hjá lands­kass­ anum, meðan 0,5 milliard av skuld fall burt­ur í 2018, sambært avtalu. Uppspart hálva milliard í Búskapargrunninum Samstundis er uppsparingin í Bú­skap­ argrunni Føroya økt ár um ár. Tá samgongan tók við á heysti 2015, var innistandandi í Búskap­ar­grunn­in­ um 0 kr. Eftir fyrstu 3 árini í samgongu­ skeiðn­um, er innistandandi í Búskap­ ar­grunn­inum 453 mió. Og tá árið í ár er av, væntast inni­ stand­andi í Búskapargrunninum at verða væl meira enn 500 mió. Vænt­ andi einar 6-700 mió. Henda upp­hædd og uppsparing telur eisini við í lands­ ins gjaldføri. Nettoskuld landskassans minkað við 2 milliardum Samanlagt er nettoskuld landskassans – tað er skuld minus uppsparing – søgu­liga lág. Landskassin hevur í dag skuld á 3,7 milliard, og uppsparing á 2,9 milliard. Nettoskuldin er sostatt bert 0,8 milliard. Fyri 4 árum síðan var nettoskuldin 2,8 milliardir. Hetta er ein minking av netto­skuld­ ini við meira enn 2 milliardum frá 2015 til í dag. Hava bjálvað okkara samfelag til komandi tíðir Tað er bæði gott og gleðiligt, at vit í dag minka skuld okkara við 800 mió. kr. afturat. Tí vit vita øll, at eftir góð­ ar tíðir koma minni góðar tíðir. Vit skulu tí gera tað vit kunnu, fyri at bjálva samfelagið og landskassan, og at minka skuld, nú tíðirnar eru góðar. Vit kunnu tí øll fegnast um, at vit hava havt munandi avlop øll 4 árini í valskeiðnum, tí hetta hevur gjørt tað møguligt at økja landsins uppsparing og at minka skuldina munandi. Úrslitið er, at vit í dag eru millum tey lond, ið hava lægst skuld. Hetta ger okkum fíggjarliga sterk, til at taka ímóti broytingartíðum, ið fara at koma – og hetta styrkir okkara vælferðarsamfelag nú og frameftir. Vóni at vit saman fáa møguleika fyri, at halda áfram við, at gera okkara samfelag enn betri, tryggari og sjálvbjargnari - eisini eftir komandi løgtingsval. 20. juni 2019 Og tá árið í ár er av, væntast inni­stand­andi í Búskapargrunninum at verða væl meira enn 500 mió. Vit kunnu tí øll fegnast um, at vit hava havt munandi avlop øll 4 árini í valskeiðnum, tí hetta hevur gjørt tað møguligt at økja landsins uppsparing og at minka skuldina munandi og sendi hann til útheimin 2020 Tel. 34 18 00 ∙ bokhald@sos.fo Umbiðið kalendarin nú