hósdagur 20. juni 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. JUNI 2019
SOSIALURIN 70
11
Boða evangeliið
Nú tú byrjar sum sóknarprestur, hvat
kunnu fólk, sum búgva í Eiðis prestagjaldi,
vænta at hoyra frá tær?
– Eg vil fyrst og fremst leggja dent á
at boða evangeliið og at gera tað í øllum
lívsins viðurskiftum, bæði til gudstænastu,
jarðarferðir, vígslu, dóp og konfirmatión.
Eg vóni, at kirkjan verður eitt stað, har øll
kenna seg heima, og har øll hava høvið til at
hoyra Guds orð. Sum sóknarprestur ynski
eg at hjálpa menniskjum til lívsfelagsskap
bæði við Jesus og við hvønn annan, sigur
Jonhard Jógvansson.
Hann leggur eisini dent á at gera nakað
fyri allar aldursbólkar.
– Eg ynski at boða tað, sum Bíblian
sigur. Eg vil royna at vera tekstnærur, at
hava ljóskastaran á evangeliið, á Jesus, og
at byggja brúgv frá tekstinum yvir til dagin
í dag, so at fólk hava nakað at taka heim
við sær í gerandisdagin, sigur Jonhard Jógv
ansson.
Hvar stendur tú gudfrøðisliga?
– Eg havi eina klassisk kristna gudfrøði.
Eg trúgvi á Jesus sum einasta frelsara. Eg
trúgvi eisini, at tað er nakað, sum eitur synd
og glatan, sum vit mugu frelsast frá. Tað
er tí, Jesus kom, og hann bjargar okkum.
Eg vil fegin boða fyri øllum, at deyðin er
ikki tað seinasta, men at tað er eitt ævigt lív
aftan á, sum vit mugu fyrireika okkum til
her. Tað er vón fyri framman, sigur Jonhard
Jógvansson.
Eisini fyri børn og ung
Nýggi presturin vísir á, at tað at búseta
seg á Eiði er púra nýtt fyri teimum, og tí
fer tað at taka eitt sindur av tíð at læra fólk
at kenna og sláa røtur.
– Vit eru sera spent at koma til Eiðis. Vit
hava tríggjar lívligar dreingir við okkum,
og teir skulu í barnagarð og skúla. Tað at
liva í Føroyum er nýtt fyri teir, og vit gleða
okkum øll at liva tætt at náttúruni eftir at
hava búð í Keypmannahavn í nógv ár, sigur
Jonhard.
Sum prestur í Danmark hevur hann havt
konfirmantar, og hann vónar eisini, at tað
at koma í kirkju verður natúrligt fyri børn
og ung.
– Eg eri vanur at hava okkara dreingir
við í kirkju. Eg ynski, at børn og ung kunnu
kenna seg heima í kirkjuni, sigur Jonhard
Jógvansson.
Serritgerð um uppreisn
Gudfrøðin fyllir nógv hjá Jonhardi Jógvans
syni, og serliga er tað eitt evni, ið fyllir meir
enn onnur, og tað er uppreisnin.
– Tá ið eg í sambandi við útbúgvingina
skuldi skriva serritgerð, vildi eg skriva nakað,
ið eg kundi taka við í prestagerningin. Tá er
uppreisnin eitt av tí mest avgerandi í allari
kristnari trúgv. Kristna trúgvin stendur og
fellur við hesum. Tað stendur, at um deyð
ikki rísa upp, so eru vit tey syndarligastu av
øllum. Um tað ikki passar, so trúgva vit eini
lygn, sigur Jonhard Jógvansson.
Hann valdi tí at seta seg meir inn í
hendan spurningin og granska hetta evnið
nærri.
– Tað styrkti meg í trúnni, meira eg
las. Trúgva vit, at hetta undrið er hent, so
kann eg veruliga trúgva og prædika eina
uppreisnarvón. Tá ið eg var liðugur við
serritgerðina, varð eg ikki liðugur at hugsa
um uppreisnina, sigur nýggi presturin.
Verulig uppreisnin
Men tað eru ikki øll, ið eru samd við ta
áskoðanina, at uppreisnin fór fram. Hvussu
møtir tú teimum?
– So kunnu vit vónandi fáa eitt gott
prát. Eg havi mína sannføring, at tað er
sannleiki. Eg trúgvi ikki upp á relativismu,
at tað er rætt fyri onkran men ikki fyri
onkran annan. Annaðhvørt reis Jesus upp
likamliga ella ikki. Eg veit, at fleiri siga, at
tað ikki var ein likamliga uppreisn, men at
tað skal skiljast andaliga. Eg eri ósamdur.
Tær bestu keldurnar, vit hava, siga beint tað
øvugta. Tey nærmastu kendu hann aftur
eftir uppreisnina, og hann át saman við
teimum. Eitt spøkilsi etur ikki fisk, sigur
Jonhard Jógvansson.
Hann vísir á, at hann heldur seg til
bíbilsku tekstirnar sum grundarlag fyri
sínum sjónarmiðum.
– Eg veit, at fleiri hugsa øðrvísi í tíðini,
vit liva í. Um onkur hevur áhuga, so kunnu
vit altíð møtast til eitt prát, sigur Jonhard
Jógvansson.
Trúarverja
Jonhard Jógvansson hevur sitið nógv við
knappaborðið og lagt út síni sjónarmið.
Bæði á facebook, á eina heimasíðu, sum er
um trúarverju, og sum hann sjálvur umsitir,
eins og nógvar greinar á ymiskar heimasíð
ur og bløð við kristnum innihaldi.
– Trúarverja fyllir nógv hjá mær, men
eg royni at hava eina sunna javnvág.
Kristinlívið handlar eisini um persónligt
andaktslív, bøn og bíbliulesnað. Tí orðið er
livandi, og tað er Gud, sum skapar trúnna
í okkum. Eg veit, at tað eru tey, ið siga, at
vit ikki við okkara grundgevingum kunnu
fáa fólk inn í Guds ríki. Eg eri ikki heilt
samdur, tí um heilagi andin er virkin í tí,
sum verður gjørt, so kann tað eisini skapa
lív, sigur Jonhard Jógvansson.
Sóknarpresturin skal búgva í presta
garđinum á Eiđi.
Umframt Eiđi er Norđskála, Funningur
og Gjógv í prestagjaldinum.
FER AT
ANINI
Jonhard Jógvansson, nýggjur Eiðis-prestur
Tað styrkti meg í
trúnni, meira eg las.
Trúgva vit, at hetta
undrið er hent, so
kann eg veruliga
trúgva og prædika
eina uppreisnarvón