Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. JUNI 2019 SOSIALURIN 70 10 Nýggi Eiðis-prestur, Jonhard Jógvansson, sum verður innsettur í embætið sunnudagin, fer ikki at messa. Hann ætlar ístaðin at fáa gott samband við fólkið í sóknini og at leggja dent á at boða evangeliið, har uppreisnin fer at vera í miðdeplinum FRANTS JENSEN – Tá ið eg var í starvsvenjing sum prestur royndi eg at messa. Men eg fann út av, at tað dugi eg ikki. So tað verður eingin messing frá mínari síðu, sigur Jonhard Jógvansson, nýggi sóknarpresturin í Eiðis prestagjaldi. Innsettur sunnudagin Sunnudagin klokkan 11 verđur nýggi sókn­ ar­presturin skipađur í embætið í Eiđis prestagjaldi. Tađ verður dómpróstur, Uni Næs, ið hevur innsetingina. Jonhard Jógv­ ansson prædikar. Hann tekur formliga við embætinum sum sóknarprestur 1. juli.  Nýggi presturin er ættaður úr Saltangará og er 43 ára gamal. Hann er giftur við Tordis Kristiansdóttir, og tey eiga tríggjar synir, ið eru tvey, fimm og sjey ára gamlir. Jonhard Jógvansson varð liðugur at lesa gudfrøði í 2017. Long tilgongd Tað at gerast prestur hevur tó verið ein long tilgongd, har onnur yrkisleið eisini hevur verið uppi og vent. Hann hevur millum annað roynt sjó­ lívið, fiskaarbeiði, heimarøkt, betong- og timb­urarbeiði og skrivarastarv. Hann hevur bæði FHS og HF-prógv, og hann hevur verið á háskúla og á bíbliuskúla. – Omma mín hevði stóra ávirkan á mítt andaliga lív. Hon tosaði millum annað um ein sang, har ein regla var ”skiljast og møtast, tann vónin ber”. Fyri henni var deyðin ikki ein skilnaður, men hon hevði eina livandi vón um, at vit, sum trúgva á Jesus, skulu møtast aftur, sigur Jonhard Jógv­ansson. Tað gingu tó fleiri ár, áðrenn Jonhard Jógvansson visti, hvat hann skuldi. – Tað gjørdist mær greitt, tá ið eg var á bíbliuskúla í Hillerød í 2001 og 2002, at eg skuldi gerast prestur. Eg tók fyrst HF í Keypmannahavn, áðrenn eg byrjaði at lesa gudfrøði í 2005, sigur Jonhard Jógvansson. Hann byrjaði at lesa á Dansk Bibel Inst­ itut (DBI) í Keypmannahavn. Men for­treyt­ irnar broyttust, tá ið tað vísti seg, at hann ikki kundi fáa SU. Hann gavst og fór á lærda háskúlan í Keypmannahavn at lesa. Men har var hann heldur ikki leingi. Hann gavst og fór heim til Føroya. – Tað gekk ikki heilt sum ætlað. Eg ynskti at lesa á DBI vegna ta bíbliuáskoðan, sum stovnurin tekur støði í, í mun til lærda háskúlan, sum tekur støðið í einum søgu­ kritt­iskum hátti. Men tá ið tað ikki bleiv til nakað, so valdi eg at fara heim til Føroya. Læra til timburmann – so aftur gudfrøði Jonhard Jógvansson for at læra til timburmann, tá ið hann kom heim til Føroya, og hann arbeiddi eisini eina tíð. – Tað var ein góð tíð, og mær dámdi væl arbeiðið sum timburmaður, sigur Jonhard Jógvansson Jonhard og Tordis giftust, og tá ið hon skuldi niður til Danmarkar at taka víð­ari­út­ búgving sum lækni, kom møgu­leikin aftur at fara at lesa gudfrøði. – Eg angri ikki, at eg fór at læra til timb­ ur­mann, men um eg skuldi gjørt tað, ið eg veruliga brenni fyri, so er tað gudfrøði. Tíðin sum timburmaður hevur eisini myndað meg sum menniskja. Eg tók avgerð umaftur at fara at lesa. Tá var skipanin broytt, og eg kundi taka bachelor í gudfrøði upp á fýra ár á DBI. Master tók eg á lærda háskúlanum, sigur Jonhard Jógvansson. Eftir útbúgvingina tók hann pastor­ al­royndina, ið øll, ið vilja gerast prestar í Fólka­kirkjuni, skulu hava. Jonhard Jógvansson varð prestvígdur 13. mai í fjør og hevur verið í stutttíðarstørvum í Glostrup sogn og í Solvang kirke á Amager. – Tað hevur verið ein góð tíð á báðum støðum, og eg havi lært nógv, sigur Jonhard Jógvansson. Nú hevur familjan pakkað saman, og leygar­dagin koma tey heim til Føroya. Jonhard Jógvansson hevur ein bróðir, sum er prestur. Tað er sóknarpresturin í Suð­ur­streymoyar vestara prestagjaldi, Derhard Jógvansson. – Vit eru nokk so tættir, men eg haldi ikki, at hann hevur ávirkað meg so nógv at fara at lesa gudfrøði, sigur Jonhard Jógvansson. UPPREISNIN F FYLLA Í BOÐA Jonhard Jógvansson saman við konuni, Tordis Kristiansdóttir, og teirra trimum sonum. Eg angri ikki, at eg fór at læra til timburmann, men um eg skuldi gjørt tað, ið eg veruliga brenni fyri, so er tað gudfrøði