hósdagur 20. juni 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. JUNI 2019
SOSIALURIN 70
9
KJAK
Ungur maður
skuldsettur
fyri sjey ára
gamalt morð
Talan er um eitt mál, sum hevur spøkt leingi. Alt
byrjaði í 2012, tá ein ung genta varð funnin deyð
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
H
in 21. november í 2012
varð 16 ára gamla
Maria Fuglø Christi
ansen funnin deyð
á sjónum ímillum Hvannasund
og Norðdepil. Líksýn hava tvær
ferðir staðfest, at gentan drukn
aði, men nú er málið vent fulkomi
liga á ranguna.
Ein 23 ára gamal maður varð
mikudagin handtikin og skuld
settur fyri at hava druknað ungu
gentuna, og hetta skuldi sam
bært ákæranum vera hent aftan
á klokkan 02:32 hasa november
náttina í 2012.
Noktaði seg sekan
Hósdagin varð maðurin grund
lógaravhoyrdur, har hann varð
ákærdur fyri brot á paragraff 237
um manndráp.
Í fyrra lagi er hann skuldsettur
fyri at hava druknað gentuna
á sjónum. Í øðrum lagi er hann
skuldsettur fyri at hava verið so
mikið harðligur við hana, at hon er
endað á sjónum ímóti sínum vilja
og er druknað.
Ákæruvaldið vildi hava mann
in dømdan, men hann noktaði seg
sekan, tá ákærurnar vórðu førdar
fram.
Dyrnar stongdar
Beint eftir hetta vildi ákæruvaldið
hava rættin at steingja dyrnar, og
tíðindafólkini vórðu biðin um at
fara út. Hetta var fyri, at almenn
ingurin ikki skuldi fáa nakað at
vita um tað, sum varð sagt undir
avhoyringini.
Sagt varð, at nógv vitni eru
avhoyrd, men at tað framvegis
eru møgulig vitni, sum ikki eru
avhoyrd enn.
Jógvan Páll Lassen, verjin hjá
mannum, metti ikki, at nøkur
orsøk var at steingja dyrnar, og ein
tíðindamaður frá Kringvarpinum
mótmælti eisini avgerðini. Men
dómarin gav ákæranum viðhald
og stongdi dyrnar, meðan málið
varð viðgjørt.
Málið hevur spøkt leingi
Talan er um eitt mál, sum er næst
an sjey ára gamalt, har tann 16 ára
gamla Maria Fuglø Christiansen
varð funnin deyð á sjónum í
byrgingini millum Hvannasund
og Norðdepil.
Aftaná rættarlæknaligt líksýn
varð niðurstøðan tann, at gentan
var druknað.
Eitt hálvt ár seinni - 14. juli í
2013 hendi eitt ógvusligt kníválop
í Norðdepli, har fýra fólk vórðu
stungin av einum 18 ára gomlum
manni. Talan er um sama mann,
sum var til grundlógaravhoyring
hósdagin og skuldsettur fyri
manndráp.
Eftir hendingina í Norðdepli
tók løgreglan málið um Mariu
Fuglø Christiansen uppaftur, tí
hon og ungi maðurin høvdu áður
verið par.
Í september í 2013 valdi løgregl
an at grava líkið av Mariu Fuglø
Christiansen upp aftur fyri at
'binda um heilan fingur', sum varð
sagt tá. Tá líkið fyri aðru ferð varð
kannað í obduktión, varð úrslitið
tað sama - at hon var druknað.
Føroyskt drápsmál:
Fylg við á in.fo
Blaðið fór til prentingar klokkan 15 hósdagin, og hetta
var áðrenn grundlógaravhoyringin varð liðug. Á in.fo
hava vit dagføringar av málinum og møguliga dóminum
10 morð í
Føroyum
síðan seinna
heimsbardaga
Sambært ársfrágreiðing
landslæknans og
dagføringum úr miðlunum
eru 10 drápsmál skrásett,
síðan seinna heimsbardaga
1. morðið
1967: 22 ára gamla Ann Alfredsen úr Noregi, búsitandi í Havn,
verður skotin til deyðis av fyrrverandi unnusta sínum, ein 23 ára
gamal føroyingur. Drápsorsøkin tykist at hava verið svartsjúka,
og tók maðurin eisini lívið av sær sjálvum, umframt at lata eftir
sær eitt skilnaðarbræv. Hendingin var lýst í sendingini »Ást fjalir
lýti«, sum varð send í Kringvarpinum í 2017.
2. og 3. morðið
1970: Ein 24 ára gamal føroyingur stingur tvær ungar gentur
og ein 30 ára gamlan mann, sum kom gentunum til hjálpar.
Hendingin fór fram í Klaksvík, har onnur gentan og maðurin
lótu lív.
4. morðið
1979: Ein grønlendingur verður stungin til deyðis av nøkrum
unglingum uttan fyri TB-húsið á Tvøroyri eitt dansikvøld.
5. morðið
1984: Ein grønlendsk kvinna verður skotin og dripin av unnusta
sínum uttan fyri húsini í Kollafirði. Maðurin var farin inn eftir
eini byrsu meðan kvinnan sat í bilinum, og skeyt hana til deyðis,
tá ið hann kom útaftur.
6. morðið
1988: Ein ungur maður á Tvøroyri skeyt unnustu sína við byrsu.
Málið varð viðgjørt sum eitt sonevnt svartsjúkumorð.
7. morðið
2005: Ein sálarliga sjúkur maður setti eld í húsini, har hann búði
í Sørvági. Bæði hann og mamma hansara doyðu, og varð skrásett
sum víðkað sjálvmorð.
8. morðið
2011: Eftir fyrst at hava verið eftirlýstur í nakrar dagar, viðger
løgreglan málið um Dánjal Petur Hansen, eisini nevndur Piddi,
sum eitt drápsmál. Málið endar við, at unnustin hjá fyrrverandi
konuni verður dømdur fyri morðið. Líkið verður ikki funnið,
og ikki fyrr enn nøkur ár seinni verður beinagrindin funnin út
fyri Ljósá.
9. morðið
2013: Ein 61 ára gamal maður doyr, eftir at hava fingið ein knív
í bringuna. Løgreglan skuldsetti ein 68 ára gamlan mann fyri
at hava dripið mannin, men málið endar við, at viðkomandi
verður fríkendur fyri morð, men dømdur fyri harðskap av serliga
grovum slag við deyða sum úrsliti.
10. morðið
2014: Ein 36 ára gamal maður varð funnin deyður í einum húsum
í Hvalba. Drápsmaðurin hevði stungið ein sovandi mann fleiri
ferðir í hálsin. Drápsmaðurin varð dømdur 13 ára fongsulsrevsing
fyri morðið