Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. JUNI 2019 SOSIALURIN 70 8 reglu­ligar kanningar í Danmark, tí tað er altíð ein vandi fyri, at sjúkan aftur ger um seg, men sum støðan er í løtuni, hevur hon alla orsøk at fara eftir ein­ um gomlum máli. - Tá Team Rynkeby kom til Føroyar minnist eg, at eg hugs­ aði, at hatta var eitt mál, ið eg vildi seta mær. Eg skuldi einaferð súkkla til Paris. Men av tí, at eg hevði smábørn útsetti eg tað til einaferð í framtíðini. Hetta var áðrenn Jonhard yvirhøvur varð føddur, so tá hann kom í verðini bleiv hetta málið útsett í nøkur ár aftrat, greiðir Friða frá. Men sjúkan hjá Jonhard vendi upp og niður á alla til­ veru­na hjá Fridu og hennara familju. Eisini hennara málum og uppfatan av tíð. - Síðsta summar ringdi bróður­kona mín, Jóhanna við Streym, og segði, at nú var bara ein mán­að­ur eftir til freistina at tekna seg til Team Rynkeby, og um vit báðar ikki skuldu fara. Eg segði sum var, at eg tordi ikki, tí eg varð ov rørd av øllum til at súkkla við í ár. Tað skilti hon, men ringdi aftur seinni og segði, at hon kortini fór at søkja, tí hon vildi so gjarna gera hetta. So kundu vit báðar gera tað sam­ an eina aðru ferð, minnist Frida aftur á. Eftir eitt sindur av um­hugsu­ n­ar­tíð valdi Frida tók av taka av avbjóðingini og sendi eina um­ sókn avstað. Men tað var ikki tí, at hon var klár at taka hetta stigið. - Eg fann út av, at eg bleiv nokk aldrin klár, so eg kundi eins væl søkja nú. Tí eg veit ikki hvar vit eru um eitt hálvt ár. Tað er nú vit mugu líva. Tá man hevur havt eitt sjúkt barn og gongur til kontroll, so veit man aldrin hvar man er eftir næsta kontroll. Tí valdi eg at gera tað nú, tá tað ber til, sigur hon. Men tað hava eisini verið løtur undir venjingin og aðrar ferðir, tá kenslurnar eru komnar til sjóndar, ásannar Frida. - Onkur tár trilla tá eg súkkli. Bæði tá eg eri glað og rørd, men tað eru gleðitár. Tár eru ein partur av at eiga eitt sjúkt barn. Tað er nógvur grátur. Eg minn­ist væl fyrstu ferð, vit ikki høvdu gráti ein dag, tí man fekk næstan ringa samvitsku. Men at kenslurnar koma til sjónd­ ar av og á ger einki. Tað er ein styrki, tí tað hevði verið kalt uttan tær, sigur Frida Solbjerg Augustinussen. Fantastiskt arbeiði Tá Fridu Solbjerg Augustinussen súkklar við Rynkeby er tað eisini við einari fullari vissu um, at tað hon ger, ger ein mun hjá teimum familjum og børnum, ið verða rakt av krabbamein. Tí tað hevur hon sjálv upplivað. - Vit hava á egnan kropp merkt tað fantastiska arbeiðið, ið Team Rynkeby og onnur gera. Vit hava merkt hvussu tann pen­ ing­urin, ið fer til gransking, ger at viðgerðirnar verða betri. Vit hava merkt hitan frá teimum sjálv­bodnu hjá Cancerfonden og Team Rynkeby, ið vit hava møtt í heilsu­verkinum. Tey eru so ómeta­liga nógv og hava so nógv at siga fyri børnini, familjurnar og systkini, sigur hon og heldur á. - Jonhard hevur fingið eitt hav av gávum frá ymiskum grunn­um, ið geva bamsur, hoppi­bólt­ar og onnur leikutoy. Hesar lítlu gávurnar og klovn­ar­ nir sum koma á vitjan geva teim­ um eina lítla løtu í degnum, har tey kunnu gleðast um okkurt. Hann fekk jólagávur og gávur frá Team Rynkeby og Krabba­ meins­felagnum. Eg hevði ikki droymt um, at hann fór at fáa tað. Tað var øgilig stórt. Krabba­ meins­felagið hevur eisini gjøgn­ um alt verið har og hava lurtað, ráðgivið og tosað við okkum. Tað hevur verið ein stór hjálp, sigur Frida Solbjerg Augustinussen. Tá Jonhard var innlagdur kundu tey eisini fylgja við, tá starvs­fólkini á Ríkis­sjúkra­ húsi­num, ið súkklaðu við Team Rynke­by, fóru at venja, tí tey byrjaðu hvønn dag frammanfyri Ronald McDonalds húsinum, har familjan búði. Tí var tað eisi­ni serligt, tá Frida seinni fekk møguleikan at venja við teim­um. - Tá eg sá tey venja kveiktu tey aftur mín áhuga fyri at súkkla við Team Rynkeby, so tá eg í vár mátti til Keypmannahavnar til kontroll við Jonhard, var tað ein stór uppliving at sleppa at venja við teimum í nakrar vikur. Tá súkklaði eg við teimum, ið vaktu hendan dreymin til lívs, sig­ur hon. HALLUR@SOSIALURIN.FO PERSÓNSSØGA Familjan Augustinussen. Frá vinstru eru Finnur, Jónleif, Frida, Jonhard, Elisa og Laila Tað er gamal dreymur, ið verður veruleiki, tá Frida í næstu viku setir kós móti Paris við Team Rynkeby