hósdagur 20. juni 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. JUNI 2019
SOSIALURIN 70
7
Í ferðaliðinum til Danmark
var øll familjan uttan døturnar,
ið blivu verandi í Klaksvík. Í
samráð við leiðsluna í skúlanum
bleiv avgjørt, at døturnar skuldu
halda fram við skúlagongdini og
í dag er Frida serstakliga glað
fyri ta hjálp, ið leiðslan var.
- Tær vóru sum nakrar eyka
mammur fyri mínar døtur í
hesi tungu tíðini, tí tær lótu tær
verða verandi og tóku hædd fyri
teimum, sigur Frida.
4x5
Tað er ein talsamanseting, ið
Frida Solbjerg Augustinussen
altíð fer at minnast. 4X5 senti
metrar. Tað er støddin á svulli
num, ið læknarnir funnu í heila
num á lítla soninum. Hann var
staddur í lítlaheila og trýsti á
ymiskt har, ið gjørdi at hann
spýði og ikki fekk hildið høvdi
num beint.
Á Ríkissjúkrahúsinum varð
familjan í tríggjar vikur, har teir
fyrstu dagarnir fóru til kann
ingar, læknasamrøður og fyri
reikingar til tað, ið koma skuldi.
Familjan kom á Ríkissjúkrahúsið
hósdagin og týsdagin bleiv Jon
hard lagdur undir skurð.
Skurðviðgerðin eydnaðist
væl og góðar tvær vikur seinni
varð farið í holt við fyrstu kemo
viðgerðina. Tá tey vóru komu
miðskeiðis gjøgnum hana fingu
tey boð um, at helst var neyðugt
við aðraði viðgerð.
- Vit fingu at vita, at hann fór
at fáa stráling móti svullinum.
Eftir at hava kannað øll viður
skiftini mettu læknarnir, at
besta viðgerðin var protostrálur,
ið fara skynsamari við fríska
vevnaðinum runt svullin enn
tær radioaktivar strálur gera.
Men so var neyðugt at fara
uttanlands, sigur Frida og leggur
afturat.
- Tá hildu vit, at hann meinti
við Týskland, so tá hann nevndi,
at viðgerðin var í Houston í USA
fingu vit ein lítlan kløkk. Eitt var
at fara úr Vági til Danmarkar,
men at fara til USA var nakað
heilt annað. Tey vissaðu tó okk
um um, at viðgerðin var góð og
nógvir danir vóru har í somu
ørindum, ið bara høvdu gott at
bera starvsfólkunum og viðgerð
ini har.
Texas
Starvsfólkini á Ríkissjúkra
húsinum hjálptu familjuni
við øllum teimum praktisku
viðurskiftunum og pappírunum,
ið vóru neyðug í samband við
ferðina, so at tey sluppu undan
at hugsa um slíkt. Sostatt var
ferðin til amerikanska statin
Texas eins løtt og ferðin úr Vági
til Keypmannahavnar.
- Vit vóru har í 9 vikur.
Fyrstu 12 dagarnir blivu brúktir
til ymiskar kanningar og gera
Jonhard kláran. Síðstu 7 vikur
nar í USA fekk hann so 33 strálu
viðgerðir móti svullinum, sigur
Frida.
Viðgerðin í USA gekk betri
enn væntað. Jonhard fekk ong
ar stórvegis trupulleikar av
viðgerðini og kundi eftir ætlan
venda heim aftur til Evropa.
Heimbygdin
Fyri familjuna var endin á
viðgerðini í USA eisini heilt
serlig, tí tað merkti, at næsti
liður í viðgerðini var kemovið
gerðin. Og tá neyðugt var við
eini fýra vikur steðgi millum
stráluviðgerðina og kemovið
gerðina merkti tað, at familjan
fyri fyrstu ferð í fleiri mánaðir
slapp heim aftur til Vágs.
- Tað var ordiliga løgið at koma
heim aftur. Vit fóru frá heitum
kaffi á borðinum í september
og komu aftur til eini tóm hús í
februar. Jonhard skuldi verjast
móti allari sjúku og skuldi tí helst
ikki ferðast í almenna rúminum,
tí immunverjan var so veik av
strálu- og kemoviðgerðini. Um
hann fór út, so skuldi hann hava
masku á. Eg hevði eisini ringt at
fara heimanífrá fyrstu tíðina,
men tað bilti einki, tí fólk komu
heim til okkara í staðin. Men
eftir einari viku segði maðurin,
at nú skuldi eg út, áðrenn tað
gjørdist til ein trupulleika,
minnist Frida aftur á.
Í einum lítlu lokalsamfelagið
sum Vágs bygd har tey flestu
kenna hvønn annan, rakar slíka
lagnur harðari enn í størri støð
um. Og tað merkti familjan eisini
- Øll bygdin var merkt av
hesum. Tá tað er eitt so lítið pláss
og ein heil familja hvørvum frá
einum tíma til annan, so merkist
tað. Fólk vóru forvitin, men á
tann góða mátan. Tað vísti, at
tey hugsaðu um ein. So eg bað
nærmastu familjuna endiliga
fortelja tað, ið tey fingu at
vita, víðari, so at fólk fólk vistu
hvussu støðan var, sigur Frida
Solbjerg Augustinussen.
Óveruligu boðini
Hóast sjúkraboðini vóru ein
stórur skelkur fyri familjuna, so
hevði øll viðgerðin gingið rætti
liga væl. Í mars fór familjan til
Danmark til fyrsta umfari av
kemoviðgerð aftaná at hava
verið í USA, og longu tveir dag
ar seinni kundi læknin geva
teimum gleðiboðini.
- Á altjóða kvinnudegnum
kom læknin inn og fortaldi, at
har var einki at síggja. Hann
skuldi kortini halda fram við
kemoviðgerðini fyri at binda
um heilan fingur, men nú varð
staðfest, at hann var frískur,
sigur Frida.
Tað var tó trupult at skilja
boðini frá læknanum, tí sambært
Fridu hevði hon gjøgnum alla
viðgerðina havt ringt við at trúð,
at sonurin yvirhøvur var sjúkur.
- Tá vit fingu at vita, at hann
var sjúkur, gekk tað ikki ordiliga
upp fyri okkum. Tí vit sóu hann
slett ikki sum sjúkan. Men líka
óveruligt var tað, at fáa at vita, at
hann var frískur, tí vit sóu hann
aldrin sum sjúkan. Men vit vóru
glað og lættað. Tað var kortini
ikki liðugt, tí átta kemoviðgerðir
manglaðu. So tað var gott at vita,
at einki krabbamein var í lika
minum, men vit høvdu nakað
eftir á mál, sigur Frida Solbjerg
Augustinussen.
Gamalt mál
Tá Frida Solbjerg Augustinussen
í næstu viku setur seg á súkklu
na við kós móti Paris er tað nú
við vitanini, at sonurin vann
stríðið móti krabbamein. Øll
kemoviðgerð er liðug og einki
tekin er um, at sjúkan vendir
aftur. Sonurin gongur tó enn til
TÁ EG SÚKKLI
Frida og bróðurkonan
Jóhanna við Streym eru
báðar við á liðnum í ár
Jonhard er í dag fimm ára gamal og staðfestur frískur