hósdagur 20. juni 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. JUNI 2019
SOSIALURIN 70
6
HALLUR AV RANA
T
á súkklararnir í teim
um eyðkendu gulu
vestunum hjá Team
Rynkeby í næstu viku
fara av landinum við Norrøna
verður 40 ára gamla Frida Sol
bjerg Augustinussen við í hópi
num, ið skal súkkla alla leiðina
til franska høvuðsstaðin Paris.
Ferðin verður tikin aftaná
tvey ár, ið hava verið merkt av
einum stríði fyri lívinum hjá nú
fimm ára gamla soninum Jon
hard, sum í 2017 fekk staðfest
ein svull í heilanum. Eitt tungt
stríð, ið familjan kom sigrandi
ígjøgnum, og sum er beinleiðis
orsøkin til, at Frida Solbjerg
Augustinussen nú fer við Rynke
by liðnum til Paris.
- Tá vit vóru í Danmark í sam
band við kemoviðgerðina, plagdi
eg at sita og hyggja út gjøgnum
vindeyga og síggja tey, ið runnu
runt um sjógvarnar. Tá rann
mær í huga, at man sigur at rørsla
er góð fyri likam og sinn. So eg
sendi boð eftir renniskógvunum
í Føroyum, tí kanska kundi tað
lættu um tungu støðuna. Tá
eg hevði verið tann fyrsta ella
næsta rennitúrin, segði eg við
meg sjálva, at nú var eittans
mál eftir. Óansæð um Jonhard
kom livandi frá viðgerðina ella
ikki, skuldi eg við Team Rynkeby
til Paris, sigur Frida Solbjerg
Augustinussen.
Alt rapaði
Í 2017 tóktist Frida Solbjerg
Augustinussen at hava stýr á
sínum lívi. Hon og maðurin Jón
leif áttu fýra børn, 16 ára gomlu
tvíburarnir Laila og Elisa, 11 ára
gamlan sonin Finnur og 3 ára
gamla Jonhard.
- Vit høvdu stýr á øllum. Børn
ini vóru vorðin nokk so stór, vit
fingu nógva hjálp við tí yngsta
og øll vóru bara so glað fyri
hendan lítla eftirnølaran - og
brádliga bleiv hann bara sjúkur,
sigur Frida og leggur afturat.
- Eg plagdi at siga, at bara
børnini ikki verða sjúk, so klári
eg alt. Men so hendi hetta. Nú
havi eg roynt tað, og havi enn ilt
við at skilja tað. Tað er virkuliga
óveruligt tað, sum vit hava
verið ígjøgnum. Man heldur
man hevur stýr á lívinum og so
rapar alt.
Staðfestingin
Tað var í august 2017, at Frida Sol
bjerg Augustinussen varnaðist,
at okkurt var áfatt við Jonhard.
Hann spýði regluliga og høvdið
helti eins og hevði hann hald
í nakkanum. Men hóast fleiri
vitjanir til kommunulæknan,
so bleiv einki meira gjørt við tað.
Vend kom tó í, tá maður
hennara, ið er sjómaður, kom
heim av túri, og sá støðuna.
Dagin eftir fóru tey aftur til
læknan og løtu seinnu sótu
tey umborð á Smyrli á veg til
Havnar.
- Jonhard bleiv skannaður í
Havn, har teir funnu ein svull.
Avgerðin bleiv beinanvegin tikin,
at senda hann til Danmarkar
dagin eftir. Alt gekk so skjótt fyri
seg. Vit vóru á læknamiðstøðini
í Vági klokkan 09.30, umborð á
Smyrli klokkan 10.30 og dagin
eftir sótu vit í Danmark. Hetta
var 13. september og vóru vit
ikki aftur heima í Vági fyrr enn
í februar, greiðir Frida Solbjerg
Augustinussen frá.
Upp á eitt eygnabrá
Um upplivingin av at heimurin
bleiv vendur á høvdið var ógvus
ligur fyri foreldrini, so var tað
ikki minni fyri eldru systkini, ið
vistu av ongum.
- Finnur, ið tá var 11 ára gamal,
kom heim úr skúla seinnapartin
til eini opin og tóm hús. Vit
væntaðu jú, at vera heim aftur
beinanvegin. So tá hann ringdi
fekk hann at vita, at hann mátti
koma norð við Smyrli, tí vit vóru
í Havn tí lítlibeiggin var sjúkur
og at vit fóru til Danmarkar í
morgin. Tað var ein ordilig keði
lig uppliving hjá honum, minnist
Frida aftur á og leggur afturat.
- Laila og Elisa vóru tá 16 ára
gamlar og vóru júst byrjaðar
á Húsarhaldsskúla í Klaksvík.
Bróðurkonan fór norð eftir teim
um og gav teimum boð. So øll
komu til Havnar at siga farvæl.
Tað var grátur og tannagrísl.
Upp á eitt eygnabrá bleiv okkara
lítla familja skilt sundur.
PERSÓNSSØGA
Frida Solbjerg Augustinussen
- Tá vit vóru í Danmark í samband við
kemoviðgerðina, plagdi eg at sita og hyggja út
gjøgnum vindeyga og síggja tey, ið runnu runt
um sjógvarnar. Tá rann mær í huga, at man
sigur at rørsla er góð fyri likam og sinn. So eg
sendi boð eftir renniskógvunum í Føroyum, tí
kanska kundi tað lættu um tungu støðuna. Tá
eg hevði verið tann fyrsta ella næsta rennitúrin,
segði eg við meg sjálva, at nú var eittans mál
eftir. Óansæð um Jonhard kom livandi frá
viðgerðina ella ikki, skuldi eg við Team Rynkeby
til Paris. Tað sigur Frida Solbjerg Augustinussen,
ið fyri tveimum árum síðan upplivdi, at trý
ára gamli sonurin fekk staðfest krabbamein í
heilanum. Og í næstu viku byrjar ferðin til Paris
- ONKUR TÁR TRILLA