Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. desember 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 7. desember 2004 7 Í einum nýggjum til- mæli til landsstýrið, mælir Landsverk nú til, at ætlanin um Hovstunnil verður broytt og at tunnilin verður gjørdur niðri í dalinum ístaðin fyri uppi í fjallinum HOVSTUNNIL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tunnilin, sum nú skal ger- ast ímillum Øravík og Hov, eigur at verða gjørdur niðri í dalinum. Tað sigur Landsverk í einum nýggjum tilmæli til Landsstýrið um, hvar ætl- aði tunnilin ímillum Øravík og Hov skal vera. Sostatt bendir alt á, at suðuroyingar fáa tað, sum teir vilja hava tað, tí í teir hava sett hart uppá, at tunnilin kal borast niðri í dalinum og ikki uppi í hæddini, har Landsverk upprunaliga ætlaði at gera hann. Tá ið landsstýrið setti sær fyri at gera tunnil ímillum Øravík og Hov, varð Lands- verk biðin um at kanna málið og at gera eitt tilmæli um, hvar tunnilin skuldi vera. Landsverk mælti til at gera tunnilin nakað uppi í hæddini. Men tað vóru tað nakrir suðuroyingar, sum ikki vildu góðtaka uttan víðari og teir spurdu sostatt norska felagið, NCC, um tað ikki bar til at gera tunn- ilin longri niðri í dalinum. Ein tunnil niðri í dalinum er nógv betri fyri ferðsluna, tí hann liggur lægri og sostatt slepst undan fleiri brekkum og krøppum svingum, eins og tað slepst undan heilt nógvar nýggjari vegagerð í sambandi við tunnilin. NCC, sum tá var í ferð við at bora undirsjóvar- tunnilin til Vágar, metti avgjørt, at tað bar til at gera tunnilin niðri í dalinum. Tað endaði við at lands- stýrið bað Landsverk gera sína meting av einum tunli niðri í dalinum. Í summar hevur Lands- verk sostatt gjørt nýggjar kjarnuboringar fyri at vita, hvussu fjallið er við atliti til at gera tunnilin niðri í dalinum. Tær kanningarnar vóru lidnar herfyri og úrslitið varð sent til kanningar hjá tekniska ráðgevaranum hjá Landsverk, sum í hesum føri er norska felagið, Swe- co Grøner. Herfyri læt Sweco Grøn- er úrslitið frá sær og síðani hevur Landsverk gjøgnum- gingið tilfarið. Og fríggjadagin sendi Landsverk so vinnumála- ráðnum eitt nýtt tilmæli um, hvar Hovstunnilin skal vera. Og Landsverk er komin til somu niðurstøðu sum NCC, nevniliga at tað ber væl til at gera trunnilin niðri í dalinum. Og sostatt mælir Lands- verk eisini til, at Hovstunn- ilin verður gjørdur niðri í dalinum. Fjallið er vánaligt- men brúkiligt Í tilmæli sínum til vinnu- málaráðið, sigur Lands- verk, at kanningarnar vísa, at fjallið niðri í dalinum er rættiliga vánaligt á lutfalls- liga longum teinum. – Men eftir upplýsingum frá ráðgevarum okkara, er tøknin so framkomin í dag, at tað ber til at fremja verk- ætlanina, leggur lands- verkfrøðingurin afturat. Men verður hugsað um tunnilin einsamallan, er ein tunnil niðri í dalinum eitt sindur dýrari enn uppruna- liga ætlaði tunnilin longri uppi í fjallinum. Nýggju kanningarnar vísa, at tunnilin niðri í dal- inum er einar 25 milliónir dýrari enn tann í erva. Men verður tunnilin gjørdur í neðra, verður tal- an um so nógv minni vega- gerð, at tilsamans verður tunnilin í neðra bara 8 - 9 milliónir dýrari enn tann í erva. Men fyri at fáa eina heilt rætta samanbering ímillum dygdina í báðum tunlunum, skal eisini vísast á, at verð- ur tunnilin gjørdur í erva, eigur eisini ein vegur at verða gjørdur í ein stóran boga inn í dalin Hovi fyri síðani at verða bundin aftur í landsvegin sunnanfyri Hov. Hetta fyri at sleppa und- an teimum longu brekkun- um og krøppu svingunum. Og verður tann vegurin eisini taldur við, verður tunnilin í neðra einar 6-7 milliónir bíligari enn tunn- ilin í erva. Liðugur í 2007 Tí mælir Landsverk til at landsstýrið arbeiðir víðari við ætlanini at gera tunnil niðri í dalinum. Og Landsverk sigur, at taka Landsstýrið og Løg- ting avgerð um arbeiðið skjótt, kann tunnilin bjóð- ast út í apríl. Hann væntar at arbeiðið fer at taka eini tvey ár og verður borið skjótt at, kann tað sostatt verða koyrandi ígjøgnum tunnilin í 2007. Tilsamans er tunnilin niðri í dalinum mettur at kosta 142,5 milliónir og tá er allur vegurin eisini gjørdur. Sjálvur tunnilin er mettur at kosta 124,6 milli- ónir og vegurin 17,9 milli- ónir. Men sum tað sæst á talv- uni, er talan um nógv minni vegagerð, enn um tunnilin verður gjørdur í erva og verður alt talt saman, verð- ur tunnilin í dalinum heldur bílagari enn tann í erva. Sum tað eisini sæst í talvuni, verður tunnilin í neðra 2437 metrar langur. Landsverk leggur afturat, at tunnilin í neðra er betri við tað at hann liggur lægri, og farleiðin er stytri-og so er hann eisini bíligari sam- antalt enn tunnilin í erva. Og tí heldur hann, at tað er óneyðugt at gera eina kost-nyttukanning av verk- ætlanunum. Kostnaðarmetingin fyri tey ymsu uppskotini til Hovstunnil: Ætlan Longd tunnil/vegur[m] Prísur tunnil/ vegur[mió DKK] Samlaður prísur [mió DKK] Uppskotið við tunnli í neðra 2437 / 2240 124,6 / 17,9 142,5 Upprunaliga uppskotið hjá LV 2097 / 4230 100,1 / 33,8 133,9 Uppskotið hjá LV við vegi inni í dalinum 2097 / 6100 100,1 / 48,8 148,9 Suðuroyingar fáa tunnilin har teir vilja hava hann Soleiðis mælir Landsverk- frøðingurn nú til at gera Hovstunnilin. Annað holið er niðri í dalinum í sunnnan fyri Hov og hitt holið er í Tjaldavík, beint sunnanfyri Øravík. Hesin tunnilin liggur tí nógv beri fyri enn upp- runaliga ætlaði tunnilin, sum lá longri uppi Prísirnir høgrumegin eru samlaðir prísir fyri tunnil og vegir, har alt grótið til vegagerðina fæst úr tunlinum og vegurin av tí sama kostar 8.000 krónur fyri meturin. Sum tað sæst er talan um nógv minni vegagerð í sambandi við ein tunnil í neðra. Og sum tað sæsr ytst til høgru, kostar tunnilin niðri í dalinum 142,5 milliónir við allari vegagerð og tunnilin í erva kostar 133,9 milliónir. Men skal vegurin gerast, soleiðis sum ætlanin er í sambandi við tunnilin í erva, kostar tann ætlanin tilsamans 148,9 milliónir Hendan myndin vísir munin á teimum báðum uppskotunum, sum hava verið upp á tal til Hovstunnil. Høgrumegin sæst upprunaliga ætlanin hjá Landsverk. Hesin tunnilin liggur nakað uppi í fjallinum og verður hann gjørdur, slepst ikki undan longum brekkum og krøppum svingum. Vinsturmegin sæst uppskotið, sum Landsverk nú mælir til at fara í holt við. Tá ið alt verður tikið við, er hetta bæði betri og bíligari enn upprunaliga ætlanin