týsdagur 7. desember 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 234 - 7. desember 2004
MARKNAÐARRÁK
Í farnu viku komu fleiri bú-
skaparlig lyklatøl, umframt
at evropiski miðbankin
(ECB) hevði rentufund.
Hóast fleiri av hesum tølum
vóru jalig, so gjørdist mán-
aðarliga arbeiðsmarknaðar-
frágreiðingin úr USA eitt
vónbrot, so rentur og
summi partabrøv lækkaðu.
Einans 112.000 nýggj ar-
beiðspláss vóru stovnsett í
USA í novembur, í mun til
tey 200.000 ið vóru vænt-
að.
Tað lýggja veðrið í USA
farnu vikurnar hevur økt
um oljugoymlsurnar. Olju-
prísurin er tí lækkaður nið-
urum 40 dollarum fyri
tunnuna, sum er tað lægsta
í 3 mánaðar. ISM-ídnaðar-
álitið úr USA gjørdist eitt
sindur frægari enn væntað,
og tað fekk rentur og ser-
liga partabrøv at hækka eitt
tíðarskeið í farnu viku.
ECB gjørdi á rentufundin-
um í farnu viku greitt, at
tey ikki fara at hækka rent-
una í næstum, tí útlitini fyri
búskaparvøkstri í Evropa
eru versnaði av veika doll-
aranum, sum er á lægsta
stignum síðan 1995. ECB
læt eisini frætta, at tey eru
sinnaði at gera neyðugu
inntrivini, um trýstið á evr-
una gerst ov stórt. Eisini út-
litini fyri eini varandi, høg-
ari príslegu á olju, kann
tarna búskaparvøkstrinum í
Evropa, sum frammanund-
an er viðbrekin. Hetta ger
at óvissan um búskapar-
vøksturin í Evropa er økt
og ein møgulig rentuhækk-
ing í Evropu er tí skotin
longur út í framtíðina.
Heldur stóra gjaldsjavna-
hallið í USA og veiki doll-
arin fram, kann væntast, at
vøksturin í USA fer at
mennast í mun til Evropa.
Tískil kann roknast við, at
renturnar í Evropa og USA
fara at flyta seg longur
burtur frá hvør ørðum. Ein
slík gongd er sjáldan var-
andi. Tí kann væntast, at
evropisku rentunar sum frá-
líður fara at nærkast teim-
um amerikonsku aftur.
Hóast vánaligu arbeiðs-
marknaðarfrágreiðingina
hækkaðu
amerikansku
partabrøvini í farnu viku,
meðan tey norrønu lækk-
aðu.
Hendan vikan er tunnlig
hvat lyklatølum viðvíkur.
Týska ZEW-vísitalið, am-
erikansku framleiðsluprís-
irnir og brúkaraálit eru á
skránni. Marknaðirnir meta
ikki, at hesi tøluni fara at
ávirka rentuavgerðina hjá
ECB um at halda rentuna
óbroytta, ella hjá FED um
at hækka hana 0,25%-stig
næsta rentufund. Ein friðar-
lig vika fyri rentur og parta-
brøv kann væntast.
Færri arbeiðspláss stovnsett í USA
Vika 50, 2004
www.kaupthing.fo
Næmingar í Musikk-
skúlanum í Suður-
oynni fara mikudag-
in aftur á rundferð
og verður tað syðra
helvt av Suðuroynni,
ið nú sleppur at
hoyra jólatónar
TÍÐINDASKRIV
Mikudagin í síðstu viku
vitjaðu musikkskúlanæm-
ingar í Suðuroynni skúlar
í norðaru helvt av Suður-
oynni og á kvøldi var kon-
sert fyri foreldrum og
øðrum áhugaðum.
Mikudagin fara næm-
ingarnir aftur á ferð og
leisturin er hin sami, men
nú fáa skúlar í syðru helvt
av Suðuroynni vitjan og á
kvøldi verður konsert í
Vágs Skúla fyri foreldr-
um og øðrum áhugaðum.
Konsertin mikukvøldið
í Vágs Skúla byrjar klokk-
an 19:30 og øll eru væl-
komin.
Tónleikanæming-
ar aftur á ferð
Konsertin mikukvøldið í Vágs Skúla byrjar klokkan 19:30
og øll eru vælkomin
Mynd: D. Olsen
Epileptikarafelagið havt
aðalfund
Føroysk gransking
Epileptikaraelagið
finst á aðalfundi at, at
eingin neurologur er
fast tilknýttur Lands-
sjúkrashúsinum
Í tíðindaskrivi sigur Epilep-
tikarafelagið, at felagið
hevði aðalfund í seinastu
viku. Fýra nevndarlimir
stóðu fyri vali, og ein teirra
bar seg undan afturvali.
Hinir tríggir vóu aftur-
valdir.
Nevndin
skipaði
seg
soleiðis: Randfríð Søren-
sen, formaður, Mari Jo-
hannesen, næstformaður,
Ása Østerø, skrivari, Elma
Berg Danielsen, kassa-
meistari, Pauli Thomsen,
nevndarlimur,
Elisabeth
Leo, tiltakslimur og Gull-
berg Gullfoss, tiltakslimur.
Tosað varð um neuro-
logtænastuna
á
Lands-
sjúkrahúsinum, sum aðal-
fundurin ikki helt vera
nøktandi. Semja var um, at
okkurt munagott má gerast
á tí økinum.
Einasti neurologur, sum
er í Føroyum, er bert kon-
sulentur fyri Landssjúkra-
húsið, og tað helt fundurin
ikki vera nøktandi. Ynsk-
iligt hevði verið við eini
sjúkrasystir, sum kundi
verið kontakspersónur hjá
epilepsisjúklingum.
ej
TÍÐINDASKRIV
Norrøna Felagið
"Føroysk gransking í al-
tjóða høpi" er heitið á
fyrilestri, sum Pál Weihe,
yvirlækni og granskari,
heldur í Norðurlandahús-
inum mikukvøldið 8. des-
ember kl.19.30.
Í fyrilestrinum fer Pál
Weihe at greiða frá, hvussu
nógv verður brúkt til
gransking í Føroyum, og
hvat kemur burtur úr, tá
mett verður í greinum í
altjóða tíðarritum. Norrøna
felagið í Føroyum skipar
fyri, og fyrilesturin er al-
mennur.
Ternan loysir
Teistan av
Meðan Teistin er til
eftirlit, røkir Ternan
siglingin aum Skop-
unarfjørð
TÍÐINDAKSRIV
Mánadagin 6. december
fór Teistin til eftirlit v.m.,
og í tí sambandi fer Tern-
an at røkja siglingina um
Skopunarfjørð, til Tesitin
er
afturkomin,
sigur
Strandferðslan í tíðinda-
skrivi um dagarnar.
Eftirlitið fer at vara til
fram móti jóluk. Men
jólaferlsuna
væntar
Strandferðslan at klára
við Teistanum, sum tða
skuldið veirð tøkur aftur.