týsdagur 7. desember 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 7. desember 2004
9
- Eru tey tímiligu
ljósini bæði neyðug
og góð, er tað anda-
liga ljósið ikki minni
neyðugt og gott, segði
sjómanstrúboðarin,
Torleif Johannesen, í
røðu á Toftum
fríggjakvøldið
JÓLAHUGNI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinasta
fríggjakvøld
vórðu jólatrøini hjá Runa-
víkar kommunu og Nes
kommunu alment tendrað. Í
Saltangará
var
haldið
klokkan 18, og har var tað
Maibritt Jacobsen, leiðari á
heiminum fyri minnisveik á
Mýrunum í Runavík, sum
helt røðu. Á Toftum var
haldið klokkan 19, og har
helt Torleif Johannesen,
sjómanstrúboðari, røðuna.
Aðrastaðni í Eysturoy
vórðu
jólatrøini
eisini
tendrað í vikuskiftinum, og
røður vórðu hildnar. Í
Fuglafirði varð tað Signar á
Brúnni, sum helt røðuna.
Nú jólini nærkast, fara vit
at endurgeva ymiskt av tí,
ið sagt varð við hesar løtur,
og vit leggja fyri við tí, sum
Torleif Johannesen segði á
Toftum.
Bundin at ljósinum
Í røðu síni endurtók sjó-
manstrúboðarin tað, sum
onkur áður hevur sagt:
"Tendra heldur ljós – enn at
banna myrkrið!"
- Á ársins myrkastu tíð,
eru vit mest bundin at ljós-
inum. Tað fyrsta, vit gera á
morgni, er at tendra ljósið
og tað síðsta, vit gera
áðrenn vit sovna, er at
sløkkja ljósið. Vit ynskja at
hava tað ljóst rundan um
okkum. Tað ger sjálvt lívið
og arbeiði lættari - og
tryggari. Man hetta ikki
eisini verða ein av orsøk-
unum til øll ljósini, sum eru
at síggja í vindeygum, á
trøum og víða hvar hesa
tíðina?
Hann vísti á, at fleiri av
okkum hava upplivað, at vit
okkurt kvøld skuldu út at
vitja fólk, men ivaðust í,
um nakar var inni.
- Sóu vit so ljós í onkrum
vindeyga - ja, so var tað
sum oftast prógv um, at
onkur var inni. Tí kunnu vit
siga, at ljósið boðar frá lívi.
Torleif
Johannesen
nevndi síðan nakrar egin-
leikar, sum ljósið hevur:
• Tað drívur myrkrið
burtur
• Tað lýsir upp
• Tað skapar tryggleika
• Tað hitar
• Tað samlar fólk og fæ
Hann helt, at hesi fáu dømi
undirstrika tað, sum flestu
menniskju uppliva, at ljósið
er bæði neyðugt og gott.
- Men eru tey tímiligu
ljósini bæði neyðug og góð,
so er tað andaliga ljósið
ikki minni neyðugt og gott.
Ljós og frelsa
Sjómanstrúboðarin vísti á,
at við syndafallinum legði
myrkrið seg yvir manna-
hjørtuni og harvið yvir
heimin.
- Kortini ljóðaði eitt lyfti
frá Gudi gjøgnum alt gamla
Testamenti um ljós og
frelsu.
Hann vísti til Jesaja, har
hesi orðini standa: "Tað
fólkið,
sum
gongur
í
myrkri, skal síggja eitt stórt
ljós, og ljós skal lýsa yvir
teimum, sum sita í deyð-
skuggans landi"
- Í og við Jesusi gekk
hetta lyfti út. Jesus segði:
"Eg eri ljós heimsins. Tann,
sum fylgir mær, skal ikki
ganga í myrkrinum, men
hava lívsins ljós".
Torleif segði, at vís-
dómsorðini vóru: "Tendra
heldur ljós – enn at banna
myrkrið!"
- Tað hevur Gud gjørt, og
tí
er
gleðiboðskapurin
hesin: "Tí at so elskaði Gud
heimin, at hann gav son sín,
hin einborna, til tess at ein
og hvør, sum trýr á hann,
ikki skal glatast, men hava
ævigt lív".
Hann segði, at barnið í
krubbuni og maðurin á
krossinum, er frelsari heim-
sins, er ljós heimsins, er
vegurin,
sannleikin
og
lívið.
Fyrireikingartíð
- Adventin er ein fyri-
reikingartíð til jólahátíðina.
Vit fyrireika okkum við at
hugna um, bæði inni og úti.
Hundrað ting skulu gerast
og keypast, so mong gerast
móð bara við at hugsa um
jólini.
Torleif heitti á manna-
múgvuna, sum komin var
saman á Toftum, um ikki at
gloyma, at mitt í allari sták-
anini, er tað fyrst og fremst
Guð, sum heldur jól fyri
okkum – og gevur gávur –
og ikki vit, sum halda jól
fyri honum, sum hann tók
til.
- Verulig og gleðilig jól
fáa vit bert, um vit gera
sum hirðarnir í jólasálmin-
um hjá Mikkjali á Ryggi:
Sum hirðarnir eg fara vil
mín frelsara at finna;
hans kærleiki mær hjálpir
til
tann frið, ið eg vil vinna.
Hans jólaboð er besta
troyst;
av syndaskuldum sál mín
loyst
mót himli seg kann hevja.
At enda ynskti sjómanstrú-
boðarin, Torleif Johanne-
sen, øllum eini gleðilig jól
– í Guds friði.
Ljósið ger lívið og arbeiðið lættari
Fyrst spældu tey við haldið hjá Runavíkar kommunu klokkan 18 fríggjakvøldið - og síðan við haldið á Toftum klokkan 19
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Sóu vit so ljós í onkrum vindeyga - ja, so var tað sum oftast
prógv um, at onkur var inni. Tí kunnu vit siga, at ljósið boðar
frá lívi, segði Torleif Johannesen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Maibritt Jacobsen helt røðuna við haldið í Saltangará, sum vit
fara at venda aftur til
Mynd: Vilmund Jacobsen