týsdagur 7. desember 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 234 - 7. desember 2004
Føroysk blaðútgáva hevur ongantíð verið tann gullrand-
aða forrætningin, hóast undantøk hava verið. Markn-
aðurin er avmarkaður bæði hvat lesarum og lýsarum
viðvíkur, og tá íløgur og rakstur kortini krevja nógv,
hevur tað verið ringt hjá mongum av bløðunum gjøg-
num tíðirnar at fáa endarnar at røkka saman. Kortini
verður roynt at fáa bløð út, onkur hvønn gerandisdag og
onnur nakrar ferðir um vikuna, mánaðin ella árið. Onkur
av bløðunum hava yvirlivað, meðan onnur hava verið
fyri blaðdeyðanum. Seinast so var, var tá vikublaðið
Fregnir mátti stongja. Slíkt ger sjálvandi blaðmarknaðin
minni og harvið eisini minni spennandi. Men hetta eru
so treytirnar í eini fríari kapping. Hækkandi útreiðslur
og harða kappingin um lýsingarnar, her ikki minst eisini
við alment stuðlaðu loftmiðlarnar, ger tað trupulari hjá
verandi bløðum at halda tørn og ger tað eisini uppaftur
truplari hjá nýggjum blaðspírum at vaksa og fáa fast
undir fótum.
Innan fyri stutta tíð eru komin tvey nýggj bløð,"Kvinna"
og "Vinnuvitan". Bæði tvey venda sær til ávísar bólkar,
um man kann siga tað so. Kvinnublaðið sjálvsagt fyrst
og fremst til kvinnur, meðan Vinnuvitan leggur seg eftir
fólki við áhuga fyri vinnulívinum . Enn er so bert eitt
nummar útkomið av hesum bløðum, sum skulu koma út
ávikavist seks ferðir um árið og aðruhvørja viku.
Lat okkum fyrst ynskja bløðunum vælkomin á blað-
marknaðin. Tað er altíð hugaligt við nýggjum spírum tó
at hetta herðir kappingina um bæði lesarar og lýsarar.
Ein kann so spyrja, um pláss er fyri øllum verandi
bløðunum og teimum nýggju, hóast hesi ikki hava júst
somu brúkarabólkar. Neyvan fer sølan av dagbløðunum,
ið bera tíðindi hvønn dag, at minka nevnivert. Men tað
kann ganga út yvir lýsingarnar. Og tá hugsað verður um,
at dagbløðini longu eru við sviðiðsoð orsakað av, at tað
verður loyvt loftmiðlunum, eitt nú Útvarpi Føroya at
lýsa við handilslýsingum, hóast hesir miðlar fáa bæði
kravt lurtara- og hyggjaragjald, umframt at tað almenna
rindar teirra sendinet. Hetta er unfair kapping. Ja tað er
kappingaravlagandi, at serliga Útvarp Føroya skal
sleppa at fíggja sítt virksemi við handilslýsingum.
Henda sannroynd og nýggj bløð kunnu gera tað torførari
hjá dagbløðunum at fáa endarnar at røkka saman, bløð,
sum hvør uppá sín hátt brúka nógva orku og pengar
uppá at royna at liva upp til tær puplic service skyldur,
sum allir miðlar eiga at kenna ábyrgd av so ella so. Hvat
innihaldinum viðvíkur, so hava vit øll brúk fyri
kapping. Hetta fær okkum so eisini til at gera okkum
størri ómak og taka kappingina upp við nýggju bløðini.
Vinnutíðini hava altíð verið ein náttúrligur partur av
hesum blaðnum, men einki stendur í stað, og til ber
altíð at gera tingini betri. Kapping fær ein eisini til at
taka í egnan barm. Og tað er m.a. hetta vit eru farnir í
holt við, tá vit serstakliga seta fokus á vinnutilfarið í
mikudagsblaðnum. Sum so er hetta einki nýtt. Vit hava
gjørt tað áður og hava heiti verið sum "Vit vitja virki",
"Miðvíkan" og "Vinna". Vit sanna, at meira kann vera
gjørt við vinnutilfarið, bæði tað lættara og tað tyngra.
Tískil koma Vinnusíðurnar at gerast ein nátúrligur
partur av blaðnum í framtíðini, og tað skal vera vón
okkara, at lesarar og lýsarar taka undir við hesum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Kapping og avbjóðing
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Páll Poulsen
Sjúrður Skaale roynir í
grein at tileinkisgera fak-
ligan kritikk av køkuni hjá
"Norðuratlantsbólkinum".
Hetta kemur hann illa frá, tí
talan er um upplýsingar
sum ikki passa.
Tá ið tú gevur keldusavn
ella søgubøkur út, er alfa
og omega at upplýsingarnir
eru rættir. Eru fleiri feilir,
útstillar
høvundin
seg
sjálvan fram um alt annað.
Tí universell virði skulu
eisini viðgerast á meta-
niveau, og privatu viður-
skiftini hjá høvundunum og
hvat teir annars halda um
seg sjálvar telja ikki. At
bagatellisera egnar miserur
er óføroyskt. Bókin er á
donskum, skulu danir aftur
trúgva tí sum ikki passar?
Tað nyttar einki at argu-
mentera við umrøðu í
pressuni. Hvørki her ella
har. Tí tað merkir bara at
onkur hevur góðar kon-
taktir at trýsta á. Tann fan-
tastiski Ole Espersen kem-
ur
ongantíð
at
hjálpa
okkum, tí hann stríddist
ímóti grønlendingum, sí
FF-Blaðið.
Harafturat var Espersen
opponentur hjá Harhoff
Dr. Jur., og við hesum
stempli fyri hansara í
støðum villeiðandi viðgerð
av føroyskum, donskum og
eisini íslendskum viður-
skiftum. Ein tílíkur profess-
ari, doktari og fyrrv. løg-
málaráðharri Danmarkar
vil okkum einki gott. "Den
førende danske ekspert i
folkeret", kalla teir Har-
hoff.
Men tað eg skuldi siga,
var at á síðu 24 stendur:
"Færøerne er ved at blive
besat af England," og tað
sigur alt um restina. Send
hatta til "The Scottish
National Party".
Staðfestast skal her verða,
at vit eru á røttu leið, innan
príspolitik.
Málið
hjá
Valdemar Lützen byggibúð
er at bjóða nettoprísir til
allar kundar okkara. Hetta
fyri at geva kundanum eina
klára mynd av hvat vøran
kostar. Onki fjas við at
dylja ein høgan søluprís,
við avslátrar prísum til
nøkur, meðan summi, ið
ikki vilja megla um vøru-
prísin ið stendur á vøruni,
mugu gjalda høga prísin.
Nei. Vit kunnu nú bert
staðfesta, at Valdemar Lüt-
zen byggibúð hevur sett
dagsordanin við nettoprís-
um. Og tað er gleðiligt at
kappingarneytar
mugu
fylgja við, við prísniður-
setan við heili 25%. Tað
vísir, at onkur hevur vunnið
nógv uppá vørurnar áðrenn
hesa prísniðursetan.
Við hesum skrivi vilja vit
bert staðfesta fyri øllum
kundum okkara, at Prís-
garanti
okkara
heldur
áfram. Vit vilja vera bílig-
ast á marknaðinum. Tí vilja
vit framvegis gera prís-
kanningar og heingja tær
upp í handli okkara, soleið-
is at kundin lætt kann
fylgja við í dagsins prís-
støði. Í síðsta enda er tað jú
kundin, ið vinnur uppá
hetta.
Í sambandi við 100 ára
haldið hjá P/F Valdemar
Lützen í desembur, bjóða
vit MVG frían mánaða.
Hetta merkir, at vit gjalda
MVG`ið fyri kundan, við at
draga MVG`ið av vøruprís-
unum, við kassan.
Her kann ein veruliga
gera kvettið við at koma
oman í Fríhavnina.
Vit hava valt ikki at svara
Toll & Skatt aftur uppá
teirra heldur annaðleiðis
útspæl, um MVG fríu søl-
una. Vit vilja bert staðfesta,
at sjálvandi skulu øll gjalda
MVG (eisini vit). Tað
burdu Toll & Skatt ikki
ivast í.
Vit hava bara valt, at
gjalda MVG`ið fyri kundan
allan desember mánaða.
Tað er jú ikki hvønn dag
ein fyritøka fyllur 100 ár.
Tað skal feirast.
Samstundis
vilja
vit
ynskja øllum viðskiftafólk-
um okkara eini gleðilig jól
og eitt av Harranum signað
nýggjár.
Vinarliga
Høgni Lützen
Valdemar Lützen
byggibúð
Eisini á síðu 24, Sjúrður Skaale!
Góðu viðskiftafólk