Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. desember 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 7. desember 2004 11 Væleydnaður fundur um støðuna í Fiskivinnuni TÍÐINDASKRIV frá Samhald Umleið 70 fólk vóru komin saman á Svanga- skarði í gjárkvøldið, har veljarafelagið Samhald skipaði fyri almennum fundi um støðuna í Fiskivinnuni. Fundurin staðfesti enn einaferð, at langt er ímillum sjónar- miðini hjá fiskakeypar- um og -seljarum. Bjørn Kalsø, lands- stýrismaður greiddi á fundinum frá, at upp- runaliga var ætlanin, at vinnan sjálv skuldi gera semju um sølu og keyp av fiski, men tann roynd- in miseydnaðist. Tí hevði hann gjørt eitt uppskot, sum hann hevði roynt at lagt mitt ímillum sjónar- miðini hjá pørtunum. Bjørn Kalsø segði, at tað er ein misskiljing, tá ført hevur verið fram, at landsstýrið ætlar við lóg at tvinga fiskin uppá land í Føroyum. Útlendskir keyparar skulu kunna bjóða uppá fiskin, og skipini skulu kunna sigla beinleiðis av feltinum til útlendska keyparan. Men sølan skal vera í kapping við føroyskar keyparar, segði hann. Ikki til stuttleika Árni Joensen, umboð fyri ráfiskaseljararnar segði, at eingin sendir eitt skip av landinum til stuttleikar. Tað verður bara gjørt, tí at hetta gevur eitt betri úrslit á botnlinjuni. Um støddarskiljing av fiski segði Árni Joensen, at reiðaríini tora ikki at støddarskilja, tí tey vita ikki, um tey sleppa av við allan tann skilda fiskin. "Ein fyritreyt fyri sølu er, at tað er ein keypari í hinum endanum, og iva- samt er, um nóg mikið av keyparum eru til allan tann skilda fiskin", segði hann. Árni Joensen mælti til at hava so fáar bindingar sum møguligt í lógini, tí jú fleiri bondini eru, meira darvandi eru tey fyri vinnuna. Vilja hava sama møguleika at bjóða Páll Gregersen, umboð fyri ráfiskakeypararnar segði, at føroyskir fiska- keyparar ynskja at fáa sama møguleika at bjóða uppá fiskin, sum út- lendskir keyparar, men samstundis undirstrikaði hann, at tað seinasta sum fiskakeyparar ynskja, er at seljararnir ikki fáa rætta prísin fyri fiskin. Páll Gregersen fanst at seljarunum, sum hann segði almannakunngera sølurnar, tá prísurin er lágur á uppboðssølu í Føroyum, meðan teir dylja tað sum mansmorð, um teir fáa lágan prís í Skotlandi. Hann vildi við hesum vísa á, at ikki allar sølur uttanlands eru so væl eydnaðar, sum fjøl- miðlarnir geva eina mynd av. Samdir um Fiskavirking Hóast langt var ímillum sjónarmiðini hjá ráfiska- keyparum og -seljarum, so var kortini semja um, at almenna fyritøkan "Fiskavirking", átti at verið privatiserað, og eis- ini funnust Árni Joensen og Páll Gregersen at tí, at Fiskavirking ikki keypir fiskin yvir uppboðssølu. Árni Joensen lýsti hetta við orðunum: "Vit kapp- ast hvønn dag ímóti okk- ara egnu skattakrónum". Lívligt orðaskifti Fundarfólkið fekk eisini høvið at gera viðmerk- ingar og at seta spurn- ingar, og henda møgu- leikan nýttu mong av teimum umleið 70 fólk- unum, sum vóru møtt upp til fundin á Svanga- skarði í gjárkvøldið. Føroya Arbeiðara- felag Havnar Arbeiðs- mannafelag Klaksvíkar Arbeiðs- kvinnufelag Klaksvíkar Arbeiðs- mannafelag Við hesum verður mint á, at umboð fyri Føroya Arbeið- arafelag, Havnar Arbeiðs- mannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmanna- felag hin 23.11.2004 vóru á fundi við fíggjarnevnd Løgtingsins at umrøða uppskotið hjá samgonguni til skattalætta fyri 2005 og frammeftir og lótu feløgini í hesum sambandi fíggjar- nevndini eitt alternativt uppskot til skattalætta fyri 2005. Á fundinum við fíggjar- nevndina vístu fakfeløgini á ymisk viðurskifti, ið eru tengd at uppskotinum hjá samgonguni til skattalætta, ið eru sera óheppin fyri javnvágina í samfelagnum og at fjøld av fólki, ið eru miðallønt og láglønt verða fyri vanbýti, um skattaupp- skotið hjá samgonguni verður samtykt. Víst varð m.a. á, at: • Skattalættin hjá sam- gonguni vendir sosialt skeivt, hetta tí at skatta- lættin í serligan mun verður latin einstakling- um, ið hava høga inntøku (teimum vælstillaðu) - t.v.s. teimum, ið vinna millum 400.000 kr. og 760.000 kr. árliga. • Skattalættin hjá sam- gonguni tænir í serligan mun einum minniluta- bólki, ið hevur høgar inn- tøkur, meðan fjøld av fólki, ið hava miðalinn- tøkur- og láginntøkur lítl- an og ongan skattalætta fáa. Persónur, ið vinnur 170.000 kr. árliga fær 365 kr. í skattalætta í 2005, meðan ein ið hev- ur háinntøku, ið er 670.000 kr., fær 5.990 kr. í skattalætta. Tað vil siga, at ein, ið hevur árs- inntøku, ið er 670.000 kr. fær ein skattalætta, ið er gott 16 ferðir so høgur sum tann, ið hevur eina miðalinntøku, ið er 170.000 kr. árliga, fær. • Uppskotið hjá samgong- uni til skattalætta økir um inntøkuójavnar í sam- felagnum og breiðkar gjónna millum láglønt og hálønt. • Uppskotið hjá samgong- uni til skattalætta er við til at bróta samhaldsføstu meginregluna um at breiðastu herðarnar mugu bera tyngstu byrð- arnar og harvið verða við til at útbyggja og við- líkahalda vælferðarsam- felagið. Feløgini vístu á, at upp- skotið til skattalætta, ið feløgini løgdu fyri fíggjar- nevndina var hepnari og rættvísari enn uppskotið til skattalætta hjá samgong- uni, hetta serstakliga tí at: • Uppskotið hjá fakfeløg- unum til skattalætta vendir sosialt rætt og fer skattalættin í serligan mun til fjøld av fólki, ið hava miðalinntøkur og láginntøkur. • Uppskotið hjá fakfeløg- num gagnar stórari fjøld av borgarum, ið eru miðallønt og láglønt og í ávísan mun háinntøkum - umleið 25.000 skatta- borgarar hava inntøku, ið liggur millum 75.000 kr og 400.000 kr. árliga. • Uppskotið til skattalætta hjá fakfeløgunum virkar inntøkuútjavnandi og er við til at smælka gjónna millum láglønt og hálønt. • Uppskotið til skattalætta hjá fakfeløgunum kann seta gongd á landsbú- skapin, hetta tí at skatta- lætti, ið verður latin miðalløntum og láglønt- um fer til økta nýtslu eftir innlendis vørum — með- an skattalætti til háinn- tøkur ikki hevur hetta gagnliga og tiltrongda árinið á slaka føroyska búskapin. Kostnaðurin av uppskot- inum um skattalætta hjá fakfeløgunum er nærum 14.mill. krónur lægri enn skattalættauppskotið hjá samgonguni. Vert er somuleiðis at nevna, at sambært Útvarpi Føroya metir Magni Laksafoss, búskapar-frøðingur, at sam- anumtikið er uppskotið hjá fakfeløgunum til skatta- lætta betur skikkað til før- oyska búskapin enn upp- skotið til skattalætta hjá samgonguni, hetta serstak- liga tí at skattalætti til miðallønt og láglønt fer til økta nýtslu av innlendis- vørum - t.v.s. til økt vanligt forbrúk - og setir slíkt forbrúk gongd á landsbú- skapin, meðan skattalætti til hálønt serstakliga fer til nýtslu í útlondum og/ella til privata uppsparing og hev- ur skattalætti til hálønt tískil ikki hesa tiltrongdu ávirkan á føroyska lands- búskapin. Vónandi og væntandi taka politisku flokkarnir uppskotið hjá fakfeløgun- um til skattalætta til eftir- tektar. VIÐMERKINGAR Viðvíkjandi ætlaða skattalættanum fyri 2005 og árini frameftir TÍÐINDASKRIV Vestmanna Bygdarráð, sum tekur við 1. januar 2005, hevur skipað seg. Borgarstjóri verður Karl A. Olsen, og varaborgar- stjóri verður Jón Mikkel- sen. Í Fíggjarnevndini verða, umframt Karl A. Olsen, borgarstjóra, Jákup Oluf Hansen og Øssur Christian- sen. Í Teknisku Nevnd verða: Jón Mikkelsen, Pauli T. Petersen og Øssur Christ- iansen. Í Mentunarnevndina verða: Pauli T. Petersen, Jón Mikkelsen og Jóhan Hendrik Hansen. Í Trivnaðar- og Umh- vørvisnevndina verða: Øss- ur Christiansen, Jákup Oluf Hansen og Marjun S. Ol- sen. Í Havnarnevndina verða: Pauli T. Petersen, Jón Mikkelsen og Øssur Christ- iansen. Vestmanna bygdarráð skipað seg Við bjartari forsjón og vónríkum sinni, fór vágbingur fúsur við roða á kinni at festa í hugan ta stórbæru gerð, tá bøkkin Annita tann fyrsta sker. Her mentanarborgin ein dag skuldi standa, av ungdómum glaðum her lív skuldi anda, ein byrjan og barlast til lívsins kor, so ljóðaðu tá nøkur fløvandi orð. Øll frøddust, at ein av náttúrunnar skattum, skal ríkast av vónríkum ungdómi -- lættum - sum súgva skal í seg av vísdómsins keldu, og anda náttúrunnar yndi og veldi. Men so kom hann aftur - hin køvandi lógvin - sum ferð eftir ferð sløkti lívið í nógvum. Ein ísakøld hond og ein lemjandi gjóstur, sum eyðræna skal hetta vónríka fostur. Á Havrabø - vakrastu fløtu í Vági, eitt herverk, sum valla eg orð fyri fái, er framt - ei av drumbum ei heldur av dølgum - men trúgv mær av landsins mætastu bjølgum. At lokka við gomlum og útslitnum fólki er ómanslig framferð - sum ríkur av skálki. Ei "antin" vit góðtaka - enn minni "ella", men bæði vit krevja - lat hamaran fella. NePtuN Miðnámslognbráin