Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. desember 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagin 18. no- vember 2004 var mót- tøka á Landssjúkra- húsinum í samband við at Gorm Justinus- sen, húsavørður á Landssjúkrahúsinum, hevði sín seinasta arbeiðsdag og fylti 67 ár hendan dagin MÓTTØKA Foto: H. J. Hansen Umleið 170 fólk vóru til móttøku á Landssjúkrahús- inum, tá Gorm Justinussen, legði frá sær sum húsa- vørður á stovninum eftir 33 ár í sama starvi. Móttøkan var sama dag, sum hann fylti 67 ár og fór frá við eftirløn. Har vóru starvsfelagar, vinir, kenningar og familja. Talur vórðu hildnar av Poul Gert Hansen, sjúkrahús- stjóra, Eyðun Joensen, sálarfrøðingi, og Jan á Argjaboga, leiðara á tæn- astudeplinum á Lands- sjúkrahúsinum. Sjúkrahússtjórin ynskti Gormi hjartaliga tillukku við 67 ára føðingardegnum og takkaði honum fyri tey yvir 33 árini, sum hann hevði starvast á Lands- sjúkrahúsinum. Hann segði m.a. at Gorm hevði júst teir eginleikar, sum gjørdu hann til ein góðan húsavørð. Hann hev- ur haft eina fasta ætlan fyri nær tingini skuldu henda, og so verður tað bara gjørt - uttan nakað hóvasták. Tað verður ikki uttan víð- ari einfalt at taka yvir hjá øðrum. Tað er ein praktisk vitan, sum er upparbeitt og lagrað á hansara persónliga mentala harddiski - og hann tekur hann nú við sær. "Tú hevur verið ein av teimum heilt sentralu per- sónunum á Landssjúkra- húsinum, og tað fer helst at vera eitt sindur av einum tómrúmi hjá tær fyrstu tíð- ina, tá tú ikki longur hevur tín føstu dagligu gongd á Landssjúkrahúsinum og tí pulserandi lívinum, sum er her. Vit á Landssjúkrahúsin- um vilja ynskja tær alt tað besta og takka fyri øll tey góðu árini", segði sjúkra- hússtjórin. Í blaðgrein í samband við dagin nevndi Eyðun Joen- sen m.a. at Gorm hevur ikki verið hvør sum helst í gerandislívinum á Lands- sjúkrahúsinum. At vera húsavørður og røkil á landsins størsta og mest fjølbroytta arbeiðs- plássi, sum fevnir um arbeiðs- og bústaðarhøli til so fjølbroyttan starvs- fólkahóp, hevur kravt myndugleika aftur við smidligheit. Gorm hevur við sínum vinnandi verimáta, trúskapi móti yvirvøld og arbeiðs- setningi sýnt, at tað bar til at samantvinna egnan autoritet og virðing aftur við reiðiligheit, hjálpsemi og fólkaligheit, so tað gongur upp í eina hægri eind. Gorm Justinussen saman við konuni, Petru, dóttrini Heidi, og abbadóttrini Petru. Gorm gavst sama dag, sum hann fylti 67 ár, tá hevði hann arbeitt sum húsavørður á Landssjúkrahúsinum í 33 ár 12 Nr. 234 - 7. desember 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Gorm Justinussen, 67 ár: Húsavørður á landsins størsta arbeiðsplássi í 33 ár Gorm og Oda Andreasen Sjúkrahússtjórin, Poul Gert Hansen, sigur farvæl við Gorm Magnus Isaksen heilsar upp á Gorm Eyðun Joensen, sálafrøðingur, og Jógvan Elias Thomassen, fyrrverandi leiðari á tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum