týsdagur 7. desember 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 7. desember 2004
13
Dagurin
7. desember. Agaton, deyður ár 250. Rómverskur
hermaður, sum var kristin og varð tikin av døgum, tá
ið Decius var keisari.
Grikska navnið merkir góður.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Sølan av nýggjum
bilum minkar fram-
vegis. Serliga er sølan
av persónbilum
minkað nógv. Ein
framskriving, av
hagtølunum fyri
desember, vísir, at
samlaða afturgongdin
í bilasøluni verður
umleið 19 prosent
BILASØLA
Í tíðindaskrivi frá Bileftir-
litinum sæst at sølan av
nýggjum persónbilum er
minkað við meira enn 20
prosentum í mun til í fjør.
Sama tíðarskeið í fjør
vórðu seldir 1271 persón-
bilar í mun til 1007 í ár.
Sølan av vøruvognum er
minkað við 21,5 prosent-
um.
Ein framskriving av hag-
tølunum fyri desember
mánað vísir, at væntandi
verða umleið 1.550 nýggj
akfør skrásett í 2004, sam-
anborið við 1.910 í 2003.
Hetta er ein mett aftur-
gongd upp á 360 akfør,
svarandi til umleið 19%.
Í november vóru 13
nýggj prutl skrásett og hig-
artil í ár eru 207 nýggj prutl
skrásett.
Bileftirlit Føroya:
20 prosent
færri persón-
bilar seldir
Hagtøl fyri skráseting av nýggjum akførum fyri JAN-NOV í 2004 og 2003.
Nov
Nov
Broyting
Jan-Nov
Jan-Nov
broyting
%broyting
Akfaraslag
2004
2003
Nov 03/04
2004
2003
2003-2004
2003-2004
Brandbilar
0
0
0
3
1
2
200,00%
Bussar
0
0
0
1
4
-3
-75,00%
Kampingvogn
0
0
0
5
1
4
400,00%
Hýrubilar
2
1
1
28
19
9
47,37%
Lastbilar
1
1
0
14
22
-8
-36,36%
Leguvognar
0
0
0
3
6
-3
-50,00%
Motorsúkkla
0
1
-1
14
13
1
7,69%
Neyðsendakfar
0
2
-2
1
4
-3
-75,00%
Persónbilar
84
98
-14
1007
1271
-264
-20,77%
Smábussar
1
0
1
7
6
1
16,67%
Tangabilar
0
0
0
2
4
-2
-50,00%
Viðfestivognar
5
8
-3
113
125
-12
-9,60%
Vøruvognar
27
20
7
193
246
-53
-21,54%
Samlað
120
131
-11
1391
1722
-331
-19,22%
Gullbrúdleyp
Í dag, 7. desember hava Jákup Eli og Ingrid Steffen-
sen í Klaksvík, gullbrúdleyp. Tey eru burturstødd.
Sunnudagin 5. desember
fylti Brynhjálf Sigurðsson
úr Klaksvík 60 ár. Og 11
dagar seinni tann 16. de-
sember fyllir kona hans-
ara, Amalia, somuleiðis
60.
Brynhjálf er ættaður úr
Klaksvík. Hann er sonur
Hansiu og Ingolf Sigurðs-
son. Mamma hansara var
úr Fuglafirði. Tey áttu
fimm børn.
Hann fór í læru á Skipa-
smiðjuni hjá Kjølbro.
Hann arbeiddi har í nógv
ár og aftaná at hava verið í
Grønlandi í eitt tíðarskeið,
fór hann umborð á ein
trolara hjá J.F. Kjølbro at
arbeiða sum maskin-mað-
ur, til hann fyri trimum
árum síðni gjørdist sjúkur
og mátti fara í land.
Amalia er yngsta dóttir
Karl og Sunnevu Micha-
elsen úr Kunoy. Hon
starvaðist sum ung á
vaskarínum á Klaksvíkar
sjúkrahúsi, men tey sein-
astu árini hevur hon ar-
beitt sum vaskikona.
Brynhjálf og Amalia
giftust í 1964 og eiga tey
tveir synir. Ingi og Hans
Kári. Tey eiga fýra ommu
og abbasynir.
Í 1964 vóru tey bæði og
arbeiddu í Føringahavnini
í Grønlandi. Hann ar-
beiddi í smiðjuni og hon á
Sjómansheiminum Lívd-
ini.
Tey hava bæði gingið
nógv í KFUM og K, har
Amalia bæði hevur sung-
ið við í kórinum og verið í
sjómanskvinnuringinum í
mong ár.
Føðingardagarnir verða
hildnir leygadagin 11. de-
sember heima hjá Bryn-
hjálfi og Amaliu.
Teimum verður ynskt
hjartaliga til lukku við
stóru døgunum og Guds
signing í framtíðini.
Vinfólk
Amalia og Brynhjálf Sigurðsson 60 ár