hósdagur 20. juni 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. JUNI 2019
SOSIALURIN 70
14
EYÐUN KLAKSTEIN
Bjørk Maria Kunoy
»Vit, Føroya fólk«
277 blaðsíður
Forlagið Norðan
Oddfríður Marni Rasmussen
»Ikki fyrr enn tá«
285 blaðsíður
Sprotin
T
á ið várið kom, vóru
tvær nýggjar før
oyskar skaldsøgur
komnar út, og lesilík
indini hava verið góð, nú ljósa
tíðin stríðist við at vinna á
kulda, vindi og avfalli.
Bókaútgávur hóska seg væl
hesa ársins tíð, tá ið tær fáa
rúmd og ljós, sum ikki hómast
seinastu tveir mánaðirnar av
árinum, tá ið bøkurnar trokast
og skugga fyri hvørja aðra.
Oddfríður Marni Rasmussen
hevur skrivað »Ikki fyrr enn tá«,
og Bjørk Maria Kunoy hevur
skrivað »Vit, Føroya fólk«.
Skaldsøgan hjá Oddfríði vann
skrivikapping, sum forlagið
Sprotin og bókahandlarnir
skipaðu fyri, og skaldsøgan hjá
Bjørk luttók í somu kapping.
Skaldsøgurnar eru ymiskar,
men kortini eru felagsnevnarar.
Báðar bøkurnar viðgera, hvussu
fólk agera og reagera í kroystum
støðum.
Báðar
bøkurnar
granska samspælið millum
menniskju; bókin hjá Bjørk
samspælið millum nógv fólk,
bókin hjá Oddfríði samspælið
millum færri fólk – og ein hund.
Politiska spenningssøgan
hjá Bjørk gongur fyri seg í
einum fløktum umhvørvi við
nógvum fíggjarligum og polit
iskum áhugamálum, meðan
kærleikssøgan hjá Oddfríði
stundum ferðast á einsemisegg
ini, har skjótt er at ganga seg út
av og detta í dýpið.
Vit Føroya fólk
Søgugongdin í »Vit, Føroya
fólk« fer fram í lagnudøgunum,
tá ið landsstýrið leggur upp
skot fyri løgtingið um eina
føroyska grundlóg. Umstrídda
málið skapar hart stríð millum
føroyskar og danskar myndug
leikar og innanhýsis í føroyska
samfelagnum. Um sama mundið
leggja norskir myndugleikar
hald á trolarar hjá størsta før
oyska reiðarínum, og tað fær
stórar avleiðingar.
Í hesum meldri sleppa vit
aftur um leiktjøldini og fáa at
vita, hvussu politiska spælið
gongur fyri seg, hvussu politik
arar brúka snildir ímóti hvørjum
øðrum, og hvussu harða taktiska
spælið millum føroyskar og
danskar myndugleikar myndar
seg.
Nógvir persónar eru partur
av søgugongdini, og nakrar
teirra koma vit at kenna rímiliga
væl – eisini í privata lívinum, har
tey sum vera man stríðast við
mangt og hvat. Aðrir persónar
hava ein perferiskan leiklut ella
ein stóran leiklut í einum lítlum
parti av søguni.
So hvørt, sum ein fólkaat
kvøða um grundlógina nærkast,
merkist ein hermótagerð í sam
felagnum. Stríðið herðist bæði
á politiska, løgfrøðiliga og
gerandisliga vígvøllinum, og
samanbrestirnir gerast alt meira
dramatiskir og órógvandi.
Stóri spurningurin er, hvørja
lagnu grundlógin fær, og hvør
kostnaðurin av stríðnum verður
fyri land og fólk.
Kennist veruligt
Bjørk Maria Kunoy er skalds
ligur debutantur. Hon er út
búgvin løgfrøðingur og hevur
áður verið virkin í politikki.
Júst í samanrenningini millum
løgfrøði og politikk hevur hon
pallseta sína fyrstu skaldsøgu.
Parturin, sum snýr seg um
løgfrøðiliga stríðið millum
danskar og føroyskar myndug
leikar, tykist sannførandi og
gevur innlit, og politiska spæl
ið kennist veruligt – júst, sum
tað kann ganga fyri seg í veru
leikanum.
Vit koma at kenna nakrar av
persónunum í søguni rímiliga
væl – eitt nú løgmann Magnus,
politikararnar Djóna, Súsonnu
og Lenu og fulltrúan Onnu.
Ikki minst tann seinasta skapar
spennandi støður og dilemma,
nú hon er flutt heim aftur til
Føroya at búgva og virka og
skal finna fótafestið í landslagi
við nýggjum og gomlum fellum.
Bókin hevur sínar løtur, tá ið
tað kemur til persónslýsingar
og meira persónliga samspælið
millum fólk, og hóast vit fáa
innlit í lív og levnað hjá fleiri av
persónunum, lukkast tað ikki í
øllum førum at knýta træðrinar
saman og varðveita persónliga
intensitetin gjøgnum bókina.
Sum frálíður er styrkin í bókini
tað løgfrøðiliga og politiska
spælið. Tvær løtur seint í bókini
– onnur á einum skeinkistaði
og hin framman fyri løgtingið
– eru áhugaverdar og spennandi
og eru við til at kynda aftur at
eldinum.
Málsliga stendur bókin seg
væl. Málið er lætt og hóskar seg
til søgugongdina. Onkur einstøk
orð tykjast nakað tilgjørd, men
tey órógva ikki skrivingina, sum
kennist trygg og hevur passa
ligan framdrátt.
Bjørk Maria Kunoy kemur
væl frá fyrsta skaldsliga verki
num. Vónandi gevur útgávan
mót upp á meira, og kanska
kann hon skunda undir, at aðr
ir yngri rithøvundar vísa sama
dirvi at leggja aftur at bók
mentavarðanum.
Ikki fyrr enn tá
»Ikki fyrr enn tá« er hugvekjandi
og skakandi søga um Janus og
Elsu. Tey búgva í íbúð í Havn, og
júst sum vit koma inn í søguna,
er Elsa farin at bera seg øðrvísi og
undarliga at. Tað gerst greitt, at
hon hevur ein illkynjaðan knykil
í heilanum, og heilsustøðan
versnar alsamt, til tey fáa greiðu
boðini frá læknanum um, at
einki er at gera við sjúkuna – nú
bíðar bara deyðin.
Vit fáa eitt avdúkandi og
eirindaleyst innlit í sjúkra
gongdina hjá Elsu fram ímóti
tí endaliga. Janus, sum er rit
høvundur og viðhvørt arbeiðir
í bókahandli, gerst alt meira
mótleysur og ørkymlaður um
støðuna, men hann stuðlar
Elsu í hvørjum lítlum feti fram
móti deyðanum. Um beinini á
teimum gongur hundurin við
navninum Hundur, og tey trý
stríðast ein vónleysan bardaga
ímóti treystaloysinum – og
deyðanum.
Heilsuverkið verður sum
frálíður alt størri partur av
søguni, og har verða Elsa, Janus
og sjúkan sett inn í nýggjan
samanhang, sum gevur eitt trú
ligt innlit sambandið millum
sjúklig, avvarðandi og heilsu
starvsfólk.
Seinni partur av skaldsøguni,
sum hevur undirheitið »Ikki
fyrr enn nú«, snýr seg um lívið
hjá Janusi, eftir at Elsa er farin.
Drykkjuskapur, einsemi og
líkasæla merkja gerandisdagin,
men í havsbrúnni lættir dimmið
Tvær nýggjar skaldsøgur ferðast
í púra ymiskum umhvørvum,
men geva hvør á sín hátt innlit
í einsamalla menniskjað og
samspælið millum menniskju.
Her umrøða vit skaldsøgurnar
hjá Oddfríði Marna Ramussen
og Bjørk Mariu Kunoy
Einsama menniskjað
og samspælið
millum menniskju