Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. JUNI 2019 SOSIALURIN 70 15 varis­liga. Kann Janus fóta sær aftur, finna innihald í lívinum og koma í gongd við at skriva aftur? Sterk søga »Ikki fyrr enn tá« er sjúkrasøga og kærleikasøga. Tað er eisini søga um hóttandi einsemi og um, hvussu tær smáu gerandis­ gerð­irnar kunnu vera tann stóri kær­leikin. Lýsingarnar av Elsu og hennara sjúku eru sera sterkar, og onkrar løtur kann tað vera krevjandi fyri lesaran at fylgja við í gongdini. Øll vita, at tað gongur bara ein veg við Elsu, og høvundin megnar við hendingum, samskifti og tankum at lýsa neyðstøðuna hjá Elsu og Janus: »Eg sprakk á føtur og rann inn í kamarið. Tá ið eg kom inn í kamarið, sat Elsa nakin í song­ ini. Hon hevði pissað á dýnuna. Gardinurnar vóru drignar fyri enn. Eg stúrstaði við. Tað, sum eg sá, var ikki mín Elsa. Eitt gráligt skepilsi, nakið, bróstini lógu niður á búkin, tí at hon var hokin við rygginum av trega. Høkan lá niður á bringuna. Skallin skein kámliga av glæmuni úr gongini. Hetta, sum sat á songar­ stokkinum í egnum pissi, var ikki konan, eg hevði elskað«. Hetta er bert ein av mongum lýsingum av sjúkrastøðuni hjá Elsu og Janusi, og hvussu krevjandi gerandisdagurin fær turr­lagda Janus at umhugsa at skrúva proppin av fløskuni aftur. Mitt í vónloysinum og ferðini fram móti deyðanum, eru eisini teir, sum hava ein uggandi og styðjandi leiklut. Páll og Hund­ ur eru tvey góðdýr. Páll eig­ur bókahandilin, har Janus ar­ beiðir við hvørt, og hann hevur markleyst tol við Janusi, upp­ muntrar hann, ger tænastur og ør­indi, og ongantíð er eitt øvugt orð frá honum. Hundur hevur týð­andi leiklut í lívinum hjá Janusi og Elsu, hann er um tey, gong­ur túr við teimum, og syrgir so sáran, tá ið Elsa er deyð. Og sum um tað ikki er nóg mikið, at Elsa doyr, gongur bert stutt tíð, so orkar Hundur heldur ikki meira, og ein av sterkastu hend­ingunum í bókini er, tá ið Janus fer á kirkjugarðin og grevur Hund á grøvini hjá Elsu: »Eg leggi meg á grøvina, leggi meg niður á tær einastu verur­nar, sum hava havt nakran týdning fyri meg sum menniskja«. Søgan um Elsu og Janus er døpur og tung, men hon er stundum lívgandi fyri lesar­ an. Janus er ótroyttiligur í sínari umsorgan fyri sjúku konuni, og aðrir persónar vísa við smáum gerðum, hvussu nógv ein hjálpandi hond, eitt viður­kennandi prát, ja, smáar gerandis­gerðir, kunnu hava fyri onnur. Her merkja vit veruliga glottar í einari verð, sum vit við hvørt ákæra fyri at vera eirindaleysa og ikki hava tíð til nakað. Oddfríður Marni Ramussen skrivar framúr væl. Málið er neyvt, fjølbroytt og stundum hvast uttan at gera ov nógv av. Fyrstu síðurnar tykjast nakað tekniskt tilrættalagdar, nógvar saman­beringar eru, men antin skrivar høvundin seg heitan ella skal lesarin líka venja seg við skrivingarlagið, tí teksturin verður bara betri og sterkari eftir byrjanina. Oddfríður Marni Rasmussen hevur verið virkin sum rit­ høvundi í nógv ár. Hann hevur skrivað yrkingar, stuttsøgur, barnabøkur, ummæli og hevur týtt. Hetta er fyrsta skaldsøgan frá honum, og tað er vorðið sum byrjan. Hetta kann ikki annað plikta til meira. Pápi Superman segði, at við stórari styrki kemur stór ábyrgd. Oddfríður er ikki superhetja, men við hesari skald­søgu verður Oddfríður enn ein upp aftur meira týð­ andi rithøvundur í føroyska bókamentaheiminum – og tað pliktar.