hósdagur 20. juni 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. JUNI 2019
SOSIALURIN 70
16
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
A
lsamt fleiri børn
og ung stríðast við
tunglyndi og angist,
sum teljast millum
størstu ‘fólkasjúkur’ í dag. Hesar
sálarstøður hanga í stóran mun
saman og kunnu í fleiri førum
vera ein avleiðing av hvørjari
aðrari.
Kári Leivsson, formaður í
felagnum Føroyskir Sálarfrøð
ingar, vísir á, at ein rættiliga
stórur hópur í samfelagnum til
einhvørja tíð líður av tí, tey
nevna ‘tunglyndi á lættari ella
miðal støði’.
Hóast bíðitíðin til sálarliga
viðgerð ikki er líka long í Føroy
um sum í Danmark, saknar hann
eitt betri og øðrvísi tilboð til tey,
ið stríðast við tunglyndi:
- Okkum vantar eitt viðgerð
artilboð fyri tunglyndi, sum er
uttanfyri psykiatriska depilin,
sigur hann.
- Har hava sjálvandi tey
framíhjárætt, sum líða undir
álvarsligum, sjúkligum tung
lyndi, har heilivágur eisini skal
veitast. Men øll sløg og stig
av tunglyndi eiga sjálvsagt at
takast í fullum álvara av okkum
fakfólki. Tey, ið líða av tí, hava
tørv á sálarfrøðiligari viðgerð.
Tunglyndi og angist ikki
við í sáttmálanum
Felagið Føroyskir Sálarfrøð
ingar hevur ein sáttmála við
Heilsutrygd, sum rindar 40
prosent av viðgerðarkostnaði
num hjá sjálvstøðugt starvandi
sálarfrøðingum, tá ein hevur
ávísing frá kommunulækna.
Men hvørki tunglyndi ella angist
eru enn umfatað av hesum sátt
mála.
- Tað er harmiligt. Ávísingar
treytirnar eru næstan bara
‘ógvusligar lívshendingar’, sigur
Kári Leivsson og greiðir frá:
- Prinsipielt hevur ein kom
munulækni ikki heimild til at
vísa hesum sjúklingabólkum til
sálarfrøðiliga viðgerð, uttan so at
ein ‘kritisk hending’ veitir hesa
heimild. Læknin kann sostatt
bert vísa øllum við tunglyndi
og angist til Psykiatriska depilin.
Og tað sigur seg sjálvt, at tá
skapast bíðilistar, um hesin stóri
hópur skal vísast hagar.
Sjálvstøðugir
sálarfrøðingar partur av
almennu heilsutænastuni
Kári Leivsson hevur eitt boð
uppá eina loysn í hesum sam
bandi.
- Ein loysn fyri viðgerð av
angist og tunglyndi hevði verið,
at læknar kundu ávíst hesum
persónum til sjálvstøðugar
sálarfrøðingar, sum soleiðis
gjørdust partur av almennu
sálarheilsutænastuni, sigur
hann og leggur afturat, at enn
betri loysnir finnast í okkara
grannalondum:
- Í Noregi er nú lógarfest,
at hvør kommuna skal hava
‘kommunusálarfrøðingar’, sum
brúkarin kann venda sær bein
leiðis til. Hesir kunnu so vísa
víðari til viðgerð hjá serfrøð
ingum, tá tørvur er fyri tí.
Í Íslandi arbeiða sálarfrøð
ingar í heilsumiðstøðum saman
við læknum og øðrum heilsu
starvsfólki, sigur Kári Leivsson.
- Hetta merkir, at gáttin er
lægri at fáa hjálp enn hjá okkum.
Eisini í Finnlandi verður sálar
frøðilig viðgerð veitt ókeypis í
‘primera geiranum’.
Felagið Føroyskir Sálarfrøð
ingar hevur sum stevnumið,
Kári Leivsson, sálarfrøðingur:
SÁLARLIG VIÐ
GERÐ EIGUR AT
VERA ÓKEYPIS
FYRI BRÚKARAN
- Tað er at gera mismun millum fakfólk,
at Heilsutrygdin rindar 100 prosent av
viðgerðini hjá sálarlækna, men bert 40
prosent hjá sálarfrøðingi, sigur formaðurin
í felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar
Loysnin tann, at
Heilsutrygdin
rindar viðgerð fyri
angist og tunglyndi
hjá sjálvstøðugt
starvandi sálarfrøðingum, sum eru
rættiliga nógvir í dag