Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. JUNI 2019 SOSIALURIN 70 17 at sálarfrøðilig viðgerð eigur at vera ókeypis fyri brúkaran, eins og viðgerð hjá sálarlækna er tað í dag. - Tað er at gera mismun mill­ um fakfólk, at Heilsutrygdin rindar 100 prosent av viðgerðini hjá sálarlækna, men bert 40 pro­ sent hjá sálarfrøðingi - og als ikki, tá tað snýr seg um tung­ lyndi og angist, sigur Kári Leivs­ son. - At ímynda sær, at teir fáu sálarlæknar, vit hava í Før­ oyum, kunnu viðgera allan henda hóp, er heilt burturvið. Men soleiðis tykist vera í dag. Fyri okkara felag er loysnin tann, at Heilsutrygdin rindar við­gerð fyri angist og tunglyndi hjá sjálvstøðugt starvandi sálar­ frøð­ingum, sum eru rættiliga nógv­ir í dag. Mikudagin boðaði Heilsu- og Innlendismálaráðið frá, at ein arbeiðsbólkur hev­ur við­gjørt spurningin um ókeyp­is sálar­ frøðiliga við­gerð. - Arbeiðsbólkurin mælir til, at farið verður undir at skipa eitt tilboð um lætta og skjóta atgongd til ókeypis sálarfrøðiliga við­gerð í primera geiranum. Til­boð­ ið skal grundast á bestu royndirnar frá øðrum lond­ um og verða lagað til før­ oysk viðurskifti. Til ber at byrja í smáum, eins og gjørt verður í okkara granna­lond­ um Onglandi, Noregi og Dan­ mark. Fleiri fundir hava verið Tað var um ársskiftið, at Sirið Stenberg, lands­stýris­ kvinna, gjørdi av at seta ein arbeiðsbólk und­ir leiðslu av Heilsu- og inn­lendis­mála­ ráðnum til at gera tilmæli um skipan við ókeypis sálar­frøði­ ligari viðgerð. Arbeiðsbólkurin hevur viðgjørt spurningin um ókeyp­is sálarfrøðiliga við­ gerð á fleiri fundum í vár, har tað eisini hava verið fundir við avvarðandi partar. Niðurstøðan Yvirskipað er niðurstøðan og tilmælið hjá bólkinum so­ ljóðandi: Stórir bólkar av menniskj­ um við sálarligum av­bjóð­ing­ um fáa ikki hjálp. Tað hevur stórar avleiðingar fyri hin einstaka, avvarðandi og eisini er samfelagsligi kost­nað­ur­in stórur Arbeiðsbólkurin mælir til, at farið verður undir eina 3 ára royndarskipan undir Heilsu­trygd við ókeypis sálar­frøði­ligari viðgerð fyri ung og vaksin í aldrinum 15-35 ár, sum stríðast við angist ella lættari til moderat tung­lyndi. Kommunulækni skal ávísa til skipanina. Metti kostnaðurin av roynd­ar­skipanini er í miðal 3 mió. krónur um árið í trý ár. Í arbeiðsbólkinum hava sitið Fróði Jacob­sen fyri Heilsu- og inn­lendis­mála­ ráð­ið, sum varð formaður. Annika Helgadóttir David­ sen og Suni Poulsen um­boð­ aðu Felagið Føroyskir Sálar­ frøðingar, og Petur Martin Hansen umboðaði Heilsu­ trygd. Í tilgongdini hevur arbeiðsbólkurin havt fundir við umboð fyri Sin­nis­bata, Barna- og ung­dóms­psykiatri­ ina, Sernám og um­boð fyri kom­munu­lækn­ar­nar. B a k g r u n d i n f y r i arbeiðinum er Heildar­ætlan­ in fyri sálarliga heilsu í Før­ oyum, sum varð handað lands­stýriskvinnuni hin 10. oktober 2018. Eitt av til­mæl­ unum, snýr seg um at veita ókeypis sálarfrøðiliga við­ gerð. Vilja tryggja ungum ókeypis viðgerð Mælt verður til at skipa eitt tilboð um lætta og skjóta atgongd til ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til ung og vaksin í aldrinum 15-35 ár, sum stríðast við angist ella lættari til moderat tunglyndi Egil á Bø, Suni Poulsen, Sirið Stenberg, Annika Helgadóttir Davidsen og Fróði Jacobsen Kári Leivsson, sálarfrøðingur og formaður í felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar. Hendan samrøðan við Kára varð gjørd, áðrenn arbeiðsbólkur undir Heilsu- og Innlendismálaráðnum mælti til at veita ungum ókeypis sálarliga viðgerð MYND: TORBJØRN JACOBSE Byrjar at líkjast: