hósdagur 20. juni 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. JUNI 2019
SOSIALURIN 70
18
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
4. partur
Í
seinasta parti greiddi John frá
hendingum í Lybia og sigling m.a. í
Suðuramerika. Hetta var ein stórur
partur av siglingarleiðini hjá honum.
John heldur fram við síni áhugaverdu frá
søgn:
18 mánaðir umborð
Tá ið eg byrjaði at sigla vóru vit 18 mánaðir
burtur í senn. Hetta var tað vanliga tá.
Tá var tað eisini vanligt, at kona og børn
sigldu við eitt skifti. Eina ferð vóru Judisa
og Ragnar við í Suðuramerika. Tá vóru tey
eisini á kendu baðistrondini, Cobacapana
í Rio de Janeiro í Brasil. Síðan er tíðin úti
minkað munandi. Hetta er sjálvsagt stórur
bati.
Í Rio de Janeiro er eisini tann kenda
Kristus-standmyndin, sum stendur
einum 710 metra høgum fjalli. Hon sæst
alt samdøgrið, tí lýst varð á hana við
ljóskastarum í myrkri. Eg kundi síggja
andlitið á Kristusi upp til 110 fjórðingar
til havs.
Tann blindi ferðamaðurin
Tað er ikki ókent, at fólk sníkja seg umborð
á eitt skip fyri at fáa flutning úr einum
landi til annað. Tá verður tosað um ein
“blindan passager”. Hetta havi eg eisini
roynt fyrst í 80-unum.
Hetta var, tá ið eg var skipari á Dana
America hjá danska reiðarínum Nordana
line. Byrjanin var, at vit lastaðu í Houston
í Texas í USA. Henda túrin komu vit til
Halifax í Nova Scotia í Canada at taka farm.
Hetta var síðsta havnin í Amerika, áðrenn
vit løgdu eystureftir um Atlantshavið.
Tá ið vit vóru leysir av landi greiddi
manningin frá, at ein fremmandur maður
gekk umborð. Tá finna vit útav, at hetta er
ein blindur passagerur, um 40 ára gamal.
Eg mátti sjálvsagt práta við hann og fáa at
vita, hvør maðurin var.
Jú, hann hevði gingið í havnini í
Halifax. Har hevði hann sæð ein bil blíva
koyrdan umborð í skipið. Hann hevði
griska nummarplátu. Tá roknaði hesin
maðurin út, at hetta skipið mundi fara til
Grikkaland. Hagar vildi hann eisini sleppa,
og tí sníkti hann seg umborð.
Tá vit fara at tosa við mannin vísti
tað seg, at hann var polakkur. Hann var
rýmdur úr kommunistastýrinum í Polen,
sum tað ikki var so lætt at rýma frá. Men
hann var kropin upp undir eitt tok, sum
hann visti skuldi suðureftir, og hann var
tískil endaður í Grikkalandi. Tá var hann
komin undan tokinum. Hetta má hava
verið ein ótespulig ferð, sum hevur vart
í nógvar tímar. Men hann var sum so
heppin. Myndugleikarnir í hesum londum
plagdu annars at leita væl undir tokunum
eftir fólki, sum vildu sleppa av landinum.
Tá var heldur ikki lukkuligt at verða tikin.
Men manninum dámdi kortini ikki
so væl í Grikkalandi. Tískil byrjar hann í
Grikkalandi at søkja um innferðarloyvi til
Canada, tí tað skuldi vera eitt so framúr
land.
Mátti læsast inni
Men hann hevur verið snúin, so hann
endaði sum sagt í Canada. Men tá ið hann
er komin til Canada, er tað heldur ikki
eftir hansara høvdi, so nú heldur hann
kortini Grikkaland vera tað besta. Og nú
hann sá eitt skip, sum hann helt fara til
Grikkaland, vildi hann royna møguleikan
við eini ókeypis ferð.
Hann er so komin umborð til okkara.
Hann hevði einki pass og einki skjal, sum
vísti hvør hann var. Tað gjørdi tað heldur
ikki lættari.
Tá eg so fari at kanna skjølini umborð,
tá síggi eg, ein bilur skal til Piræus, sum er
havnabýur hjá Athen í Grikkalandi. So tað
var rætt, sum maður segði.
Spurningurin var nú, hvussu vit skuldu
fáa mannin í land. Vit skuldu til fleri
havnir, áðrenn vit komu til Grikkaland.
Hann hevði eingi samleikaprógv. Og at
sleppa í land uttan eitt slíkt var nærum
ógjørligt.
Fyrsta havnin var í Tripoli í Libya. Har
var ikki hugsingur um at sleppa av við
mannin. Hann kundi heldur ikki ganga
leysur á dekkinum, so tað var neyðugt at
læsa hann inni í einum kamari, so hann
ikki stakk av. Í summum havnum, sum vit
seinni komu til varð kravt, at hann skuldi
steingjast inni í einum kontainara, so
eingin ivi skuldi vera um, hvar vit høvdu
hann.
Hetta gav okkum stórar trupulleikar.
Tað vóru tríggjar havnir i Libya, sum
vit komu til, so. Hetta tók sína tíð.
Mannagongdin við kanning av fólkinum
umborð var tann sama í øllum havnum.
Úr Libya komu vit til Aleksandria í
Egyptalandi. Hetta gekk ikki betur, har
slapst heldur ikki av við mannin. Tað
sama var í Beirut í Libanon. Tá vit koma til
Grikkaland, har hann ætlaði sær at koma
til, vildu teir heldur ikki hava hann í land.
So mátti vit hava mannin við til Italia, har
gekk ikki mætari.
Sjúka loysti trupulleikan
Men tá ið vit skuldu fara úr Genova í Italia,
fortaldi maðurin, at hann hevði pínu í
búkinum.
Eg spurdi, um hann hevði fepur, men
tað visti hann ikki. Pínan lá millum
nalvan og høgru mjødn. Tað, sum eg hevði
lært á navigatiónsskúlanum hjá gamla
landslæknanum, segði mær, at hetta
kundi vera blindtarmsbruni. Hanus Debes
Joensen hevði lært okkum á skúlanum, at
tá ið man lyftir høgra fót, og um pínan tá
linnar eitt sindur, er hetta tekn um bruna
í blindtarminum.
Eg sendi beinanvegin telegramm til
agentin í Marseille, hagar vit skuldu fara,
um at fáa lækna umborð á skipið, tá ið vit
komu fram.
Tá vit koma hagar stendur læknin á
keiuni. Tá hevði maðurin fepur og fram
vegis pínu. Hann fór so í land og eg frætti
frá agentinum, at hann skuldi leggjast
undir skurð. Hetta endaði við, at vit fingu
loyvi til at sigla og kundu lata mannin vera
eftir. Agenturin fekk at vita, at maðurin
vildi til Canada aftur, nú hann ikki kundi
sleppa í land í Grikkalandi. Hann kundi
kortini ikki koma við okkum til Canada, tí
okkara ruta lá ikki hagar, hon var til New
York.
Vit fóru so avstað og sigldu í Miðalhav
inum og skuldu so koma aftir til Marseille.
Eg hugsaði, um tað veruliga kundi vera so
galið, at vit tá skuldu hava mannin umborð
aftur har.
Tá ið vit komu til Marseille, fari eg at
spyrja um henda góða mann. Tá fekk eg at
vita, at maðurin var skorin fyri blindtarms
bruna, tað var hetta sum bagdi honum.
Men tá ið maðurin kom so mikið fyri
seg, var skipað fyri, at hann skuldi fyrst
fara við flogfari til Paris, og haðani til
Canada. Men hetta hevur kortini ikki
hóvað manninum. Á flogferðini til París
tekur maðurin ein træblýant, brýtur hann
í munninum frammanfyri eini flogternu
og fer at tyggja blýantin og svølgja hann.
Flogternan verður heilt frá sær sjálvari, tá
ið hon sær hetta og sigur flogskiparanum
frá.
Hetta gjørdi, at flogfarið úr Paris til
Canada noktaði at taka mannin við eftir
henda atburð. Eg veit ikki meira um
mannin. Hann var umborð hjá okkum í
nærum tveir mánaðir. Hann hevði góðar
John hevur roynt nógv í sigling úti í
heimi. Eitt var ein blindur passagerur,
sum illa slapst av við aftur
SIÐSØGA
John Eliassen:
Í RASSHAFT AV
“BLINDUM PASSAGERI”
Dana America hjá Nordana Line, har John var skipari