hósdagur 20. juni 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. JUNI 2019
SOSIALURIN 70
19
Komandi partur
Komandi partar verða um hvalaveiðuna
hjá føroyingum við hollendarum aftaná
seinna heimsbardaga.
dagar. Hevði egna koyggju og fekk nóg
mikið at eta.
Upprunaliga trupulleikin var, at í
havnini í Halifax kundu fólk ganga og mala
uttan eftirlit, sum tað var fyrr á molanum
í Havn. Hetta hevði neyvan latið seg gjørt
í dag.
Har, sum skil er á, mugu sjálvt havnaar
beiðarar vísa samleikaprógv fyri at sleppa
til arbeiðis.
Fastir í koralrivi
Eina ferð í Nicaragua komu vit siglandi
gjøgnum Moskito kanalina. Vit máttu
halda okkum tætt at strondini. Tá kemur
eitt illveður, tað oysti niður við tropiskum
regni. Allur skermurin á radaranm varð
hvítur, so vit sóu ikki, hvussu langt vit vóru
frá landi. Vit máttu steðga og ankra upp,
so vit ikki rendu á land. Flúrar vóru eisini
uttanfyri har. At fara á land mátti fyri alt í
verðini ikki henda. Tað fór at slíta i, og vit
sóu tá land. Tá vit so skulu hiva akkerið
upp, maktar spælið ikki. Vit royna ymiskt
sum at slekka av og so seta á aftur, men
tað hjálpir einki.
Tað vísti seg, at vit vóru fastir í einum
koralrivi. Hvat skuldu vit gera nú? So
royndu vit at spenna alt væl, og so at bakka
og sigla fram við skipinum, og so at royna
at ansa eftir, at akkerið ikki slitnaði. Tað
kundi eisini henda um illa vildi til, at tað
skrædnaði í stevninum. Tað hevði eisini
verið ein ólukka.
Tað eydnaðist at enda. Men tá akkerið
kom upp, tá fylgdi ein stórur blokkur av
korallum við á akkerinum. Vit sigldu eitt
sindur longur burtur og fingu so slept
koralblokkin niður á botn aftur. Men her
lærdi eg so, at ein skal vera eitt sindur
umhugsin, tá ið ankrað verður.
Eg havi eisini verið í Venesuela, har fleiri
føroyingar hava virkað sum trúboðarar.
Har var gott skil í tá, men nú stendur alt
til at bresta.
Havi eisini verið í Santo Domingo í
Dominikanska lýðveldinum, sum var
fyrsta land, sum Columbus fann á sinni.
Hetta er ein stórur havnabýur.
Hitti føroyingar í stóru verð
Eg hitti onkuntíð føroyingar. Í Houston
búði Jallgrim Joensen, úr Húsavík. Hann
var beiggi Asbjørn Joensen, kendur løg
tingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin í sínari
tíð. Hann arbeiddi fyri tryggingarfelagið
Lloyds í London. Men so fór hann til
Houston at arbeiða fyri somu fyritøku. Tá
ið donsk skip vóru inni, fór hann umborð
at vita um nakar føroyingur var við. Tá
komu vit at kennast.
Hann var ein sovorðin álitismaður, at
høvdu teir trupuleikar við einum skipi, so
tóku teir altíð hann umborð.
Eitt skifti sigldi eg við Knud I Larsen,
einum donskum reiðarí. Vit sigldu inni á
stóru sjógvunum í USA. Minnist eina av
hesum oyggjunum við bygningum. Port
urini vóru gjørd sum stór lyklahol. Hesa
oynna átti Yale fyritøkan, sum hevur lagt
navn til yale lyklarnar, sum er ein nútímans
útgáva av gomlu føroysku hvølpalásini.
Jarðskjálti í sjónum
Ein serlig hending var eisini í Guatemala.
Vit fóri út eitt kvøldið í myrkri, og loðs
urin var farin í land.
Skiparin var farin at leggja seg, eg var
stýrimaður og á vakt. Tað var púra stilt í
sjónum, men knappliga verður stór alda
við nógvum rulli. Eg skilti einki av hesum.
Tá ið skiparin kemur upp, skilir hann, at
her er okkurt, sum er reiðiliga galið.
Nú rópar loðsurin á okkum á VHFinum.
So spyr hann hvussu tað hevur gingist hjá
okkum. Tá hevði verið jarðskjálvti á botni,
og hetta var orsøkin til alduna og rullið.
Tá ið vit komu aftur, var hesin partur
av havnini burtur, og vit máttu leggja at
aðrastaðni.
Endin á fjarsiglingini
Konan bleiv sjúk, so eg mátti halda meg til
heimaleiðirnar
Eitt skifti sigldi eg við Strandferðsluni,
mest sum avloysari. Tá kom eg at sigla við
øllum Strandfaraskipunum, og eg var alt
frá skiparara til dekkara. Her kann skoytast
upp í, at John hevur tað ummæli frá fólki,
hann samstarvaði við á Strandferðsluni, at
hann var ein álitismaður av teimum bestu.
Tá ið konan var deyð, fór eg at sigla
onkran túr sum avloysari við Steintór,
ísfiskatrolararn í Hvalba. Skiparin, Jákup
Pauli Hammer, er systirsonur Judisu.
Har var eg við nøkur summur. Tá var
eg dekkari. Eg hevði mínar trolroyndir
við gamla trolaranum Høvdaberg og
íslendskum trolarum á ungum árum og
hetta kom til góðar nú. Vit fingu nógvan
fisk, tað var ein góður trolari.
Hetta var endin á sjólívinum. Seinni
hevur tað verið við ferðamannaskipum
sum ferðamaður.
Einaferð eg ferðaðist vitjaði eg ein vita á
Mallorca, sum eg havi silgt framvið nógvar
ferðir.
Í seinni árum havi eg onkuntíð verið
á floti. Tað hevur eisini verið spennandi.
Eina ferð fingu vit tríggjar stórar kalvar,
sum vigaðu 238 pund.
Eg var 60 ár tá ið konan doyði. Judisa
var 56 ár. Vit áttu sonin Ragnar, sum býr í
Havn. Hann eigur tvey børn.
Eg giftist við Paulinu í 1996. Hon hevði
mist sín mann, Erling, í 1993. Tey áttu trý
børn, eitt er farið foldum frá. Eg havi í
mong ár búð í Havn, har eg trívíst væl.
John kundi síggja Jesus meira enn 100 fjórðingar til havs.
Blindi ferðamaðurin kom umborð í Halifax
Blindi ferðamaðurin ætlaði at sleppa til Piræus við Athen. Men har slapp hann ikki í land.
John giftist seinnu ferð
við Paulinu Midjord
Tøkk til John
Vit fara at takka John fyri hesa áhugaverdu
frásøgn, sum er eitt gott íkast til fjølbroytta
lívið og virksemið hjá føroyingum úti í
heimi.