Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. JUNI 2019 SOSIALURIN 70 22 JÓANNES HANSEN S unnukvøldið verður heim­liga kappingin hálv­runnin. Tveir dystir vera í morgin, og tríggir vera sunnudagain. Samstundis sum sjøtul verður settur á seinna partin av heim­ligu landskappingini, tørna euro­peisku avbjóðingarnir fyri hjá fýra liðum. Talan er um fýra av teimum fimm, sum sam­bært stigatalvuni kappast um FM og nýggj atgongumerki til euro­ peisku kappingina, sum verður um eitt ár. Tey eru HB, B36, NSÍ og KÍ. Víkingur er millum tey, sum eru við í kappingini um FM og altjóða atgongumerki, men Vík­ ingur hevur ikki altjóða av­bjóð­ ingar næstu vikurnar at hugsa um. Orsøkin er tann, at meistar­ ar­nir í 2016 og í 2017 í fjør ikki megnaðu at kvalifisera seg til altjóða uppgávur nú í summar. Eitt av teimum fimm ovastu fer í heyst at sita við svartaperi, sum Víkingur sat við í oktober í fjør. Tað er einki hugaligt at vera í støðuni. Spælarunum líka væl at royna seg í altjóða fótbólti, og feløgini vinna pengar úr Europa­ fótbóltinum. Takið er nú at fyrireika seg væl til altjóða uppgávurnar og sam­stundis at savna seg um heim­ligu uppgávurnar, har sigr­ ar og úrtøka bera við sær nýggja al­tjóða luttøku. KÍ og NSÍ skulu í europeiska eldin í næstu viku. Tí eru dystir­ nir hjá teimum í heimligu kapp­ ingini longu í morgin. KÍ eigur heima­vøll ímóti Tre Fiori úr San Marino 27. juni, og NSÍ skal spæla á útivølli ímóti Ballymena United 26. juni. HB og B36 fara ikki at spæla í Europa fyrr enn í juli. Patrik aftur á jóansøku TB – KÍ: Eiler Rasmussen leygardagin kl. 18.30 Tað er jóansøku á Tvøroyri, og ein av jóansøkugestunum er KÍ, ið hevur tvøramannin Patrik Johannesen sum annan av fremstu monnunum. Í 2-0 sigri­num á Skála var Torbjørn Grytt­en undir liðini á Patrik Johanne­sen. Um hann verður tað í annaðkvøld er sannlíkt, men tað er ikki víst. Í hesi vikuni eru gamli kenn­ ing­urin Semir Hadzibulic og Magnus Stamnestrø lagstir aftrat í KÍ hópinum. Páll A. Klett­skarð er eisini á veg aftur til Klaks­víkar, men tað er neyvan sann­líkt, at hann verður við á jóan­søku. At teir eru so nógvir, sum eru skikkaðir at manna KÍ liðið ber við sær, at møguleikarnir hjá venjaranum, Mikkjali Thomas­ sen, at manna liðið og at broyta spælskipan eru nógvir. Tað er ein veldug styrki. Tá ið TB var í Klaksvík, vann KÍ 7-0. Meðan KÍ hevur nógv fólk at velja ímillum, so er hópurin ikki so breiður hjá TB. Í morgin er toppskjúttin higartil, Stefan Radosav­ljevic, leikbannaður. TB venjarin, Zoran Pavlovic, er eisini leikbannaður. Harvið verður hann ikki á beinkinum, tá ið sonurin, Deni Pavlovic, og liðfelagar hansara í Klaksvík, fara at spæla við Stórá í Trongis­ vági. Tvey lið á tindinum í Gundadali B36 – NSÍ: Alex Troleis leygardagin kl. 15.00 Úrslitini higartil boða frá, at tey stóru vinna so at siga hvørja ferð ímóti teimum niðaru á støðu­ talvuni. Tí eru innanhýsis upp­gerðir­ nar millum tey fimm ovastu ógvu­liga avgerandi fyri vánirnar at vinna FM og Europa luttøku. Seinnapartin í morgin fær B36 vitjan av NSÍ. Tá ið hesi bæði liðini fyrr í ár hittust við Løkin í Runavík, vann NSÍ. Talan er um tvey lið á toppi­ num. B36 hevur vunnið seks ferð­ir á rað og ikki tapt síðani 30. apríl tá úrslitið í Runavík var 2-1 heima­sigur. NSÍ hevur vunnið átta ferðir á rað. Málmunurin hesar átta ferðirnar er tríggjar ferðirnar hevur tað verið á heimavølli við samlaða málmuninum 29-4! NSÍ hevur ikki mist stig síðani 2-0 tapið í Kaksvík á summarmála. -Vit eru væl fyri, og sjálvsálitið er stórt. Virðingin fyri B36 er stór, og øll vita, at avbjóðingin í Gunda­dali altíð er millum tær størstu, men vit ætla okkum at vinna, sigur NSÍ hjálparvenjarin Jens Martin Knudsen. -Eg var ógvuliga væl nøgdur við hugburðin, sum spælararnir vístu, tá ið vit fyri viku síðani vun­nu 1-0 í Trongisvági. Um hann verður tann sami ímóti Ikki við: Bárður Olsen (vøddaskaði 1-2 vikur), Rógvi Poulsen (vøddaskaði 2 vikur), Jógvan Johannesson (knæskaði), Jobin Drangastein (fótskaði 2 vikur), Hørður Tórsson (økslin 4-5 vikur) Ivasamur: Jákup Paoul Breckmann (lærkrikin) Nýggjur: Tobias Brogaard Larsen (úr AB í Keypmannahavn) Ikki við: Rói Mørk Hentze (knæið), Róaldur Jakobsen (langtíðarskaddur), Erlendur Magnusson (langtíðarskaddur), Hannes Agnarsson (vøddaskaði 6 vikur), Andrass Johansen (vøddaskaði 2 vikur) Við aftur: Erling Dávidsson (eftir skaða) Ikki við: Andras Olsen (krossbandið), Jóhannes Hansen (krossbandið), Leif Niclasen (fótskaði), Arnbjørn Hansen (vøddaskaði), Sveinur Lava Olsen (liðband), Petur Zachariasen (leikbann). Ivasamir: Ragnar Samuelsen (heilaskjálvti), Rói Zachariasen (lærkrikin), Jónstein Magnussen. Við aftur: Poul G. Olsen (sjúka) og Steffan Løkin (sjúkur) Ikki við: Andreas Breimyr (fótskaði 2 vikur) og Brynjar Hlöðversson (fótskaði) Ikki við: Dánjal á Lakjuni LIÐ TÍÐINDI B36 ÍF HB AB EB/STREYMUR ÍTRÓTTUR Fýra av liðunum fyrireika seg til altjóða luttøku samstundis, sum heimliga kappingin nú er við at vera hálvrunnin VANDIN ER AT FOKUS VERÐUR FLUTT