Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. JUNI 2019 SOSIALURIN 70 23 NSÍ, so fer hann at gott grundar­lag ímóti NSÍ, sigur B36 venjarin Jákup á Borg. Tað lekur illa í báðum endum EB/Streymur – ÍF: Jóhan Hendrik Ellefsen sunnudagin kl. 15.00 Talan verður um lyklauppgerð á Eiði, tá ið ÍF verður gestur hjá EB/Streymi. Tølini siga, at báðir partar hava stórar trupulleikar í verjuni. Tá ið hesi bæði liðini fyrr í ár hittust í Hólmanum, vann ÍF 2-0. Síðani 2-0 heimatapið ímóti ÍF hevur EB/Streymur vunnið eitt stig í Sarpugerði (1-1). Fýra tær sein­astu ferðirnar hevur eingin úr­tøka verið, og dystirnir eru tapt­ir við samlaða málmuninum 6-22. Ragnar Samuelsen og Sveinur Lava Olsen eru leigaðir úr B36, men tað er ivasamt, um teir vera før­ir fyri at fara á vøllin ímóti ÍF. Sveinur Lava Olsen er skaddur í lið­bandi og verður neyvan við undan summarsteðginum, og Ragnar er darvaður av heila­skjálvta. Skálamenn skulu finna seg sjálvar Skála – HB: Dagfinn Forná sunnudagin kl. 15.00 Tað sá heit spennandi út hjá skála­monnum, tá ið teir 28. Apríl fóru úr Gundadali við 2-0 sigri ímóti HB. Nú vendir alt øðrvísi, tí Skála hevur tapt allar seks ferðirnar í landskappingini síðani tá. -Avrikini hava fleiri ferðir verið góð, men ímóti KÍ sást, at spælararnir ikki vístu hug­burð­ in og arbeiðið, sum teir annars hava lagt fyri dagin. Um vit skulu hugsa um úrtøku ímóti HB, so er alneyðugt, at vit vísa rætta hugburðin og avrika tað, sum vit gjørdu fyrr í ár, sigur Skála venjarin Eyðun Klakstein. Síðani tapið ímóti Skála hevur HB vunnið fýra og tapt tveir dystir. Í Fuglafirði fyri viku síðani vann HB 5-1, og tað sást, at meistararnir av álvara eru við at finna stevið, sum í fjør bar so sann­førandi FM heiti við sær. Pílarnir peika heilt hvønn sín veg AB – Víkingur: Bjarki Danielsen sunnudagin kl. 15.00 Argjamenn stríðast fyri lívinum. Teir hava leitað eftir styrki, og nú hava teir loksins skrivað undir við danskan spælara úr AB í Keypmannahavn, sum skal hjálpa AB á Argjum. AB hevur vunnið eitt stig ellivu tær seinastu ferðirnar, men hugburðurin er framvegis tann sami. Tað sást, tá ið AB næst­síðsta sunnudag var um repp­ið at koppa KÍ í Klaksvík. Níggju tær seinastu ferðirnar hevur úrtøkan hjá Víkingi verið ein javnleikur og átta sigrar, eitt nú 3-1 á Argjum. Tveir av lykla­ spælarunum – Hanus Jacobsen og Andreas Lava Olsen – vóru ikki við á Eiði, har tað kortini eydnaðist at vinna 4-1. Tað er iva­samt, um teir vera førir fyri at spæla á Argjum. Skaddur: Óli Eyðsteinsson Poulsen (knæið) Ivasamur: Jesper Brinck (vøddaskaði) og Páll A. Klettskarð (á veg aftur úr Italia) Nýggir: Semir Hadzibulic og Magnus Stamnestrø Ikki við: Øssur Dalbúð (fóturin) Við aftur: Oddur Á. Højgaard Ikki við: Edvin Jakobsen (knæið 1-2 vikur) og Søren B. Nielsen (fóturin langtíðarskaddur) Ikki við: Stefan Radosavljevic (leikbannaður), Poul Ingason (brotið armin 6 vikur), Regin í Lágabø (knæið). VÍKINGUR SKÁLA NSÍ Ivasamir: Hanus Jacbsen (skaddur) og Andreas Lava Olsen (skaddur) TB KÍ