Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-20, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2019síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 4 juni 2019 1 HOTEL SKÁLAVÍK HEVUR BESTU FASILITETIR, TÁ RÆÐUR UM UMSTØÐUR TIL RÁÐSTEVNUR OG FUNDARVIRKSEMI, OG HER HEVUR HOTELLIÐ EINKI MINNI ENN EINA 4-STJØRNUGÓÐKENNING, SUM VERÐUR DAGFØRD LEYPANDI. - VIT HAVA EISINI ONKRAR FYRISPURNINGAR ÚR ÚTLANDINUM, HAR SPURT VERÐUR UM AT LEIGA ALT HOTELLIÐ TIL EITT STÓRT RÁÐSTEVNUTITAK, SIGUR ÓLAVUR THORSTEINSSON, SUM ER NÝGGJUR HOTELLEIÐARI Í SKÁLAVÍK Vilmund Jacobsen Fyri stívliga hálvum øðrum mánaði síðan fekk Hotel Skálavík nýggjan leiðara. Maðurin, sum er 34 ára gamal, er Ólavur Thorsteinsson. Hann er uppvaksin í Havn, men hevur røtur úr Klaksvík, haðani pápin er. - Mín bakgrund er økonomi, og eg havi eina masterútbúgving í altjóða vinnu. Eg havi arbeitt á gólvinum umborð á Norrønu, eitt nú í barr-og restauratiónspartinum. Ólavur Thorsteinsson sigur, at hann eisini hevur fingist við mentanarlig-og tónleikalig tiltøk, har hann í nøkur ár eitt nú var samskipari av G!, og hann hevur eisini havt handilin Útilív í Havn. - Nú verður mín leiklutur í fyrsta lagi sum leiðari á Hotel Skálavík. Hetta er ein rættiliga spennandi og forvitnislig uppgáva og avbjóð­ ing, tí her eru nógvir ymiskir møguleikar í oynni. Nýggi hotelleiðarin vísir á, at enn er hann so nýggjur í starvinum, men hann heldur avgjørt, at nógv spennandi hendir í Sandoynni í løtuni. - Her eru nógvar kreativar kreftir, og vit hava eitt gott samstarv við Visit Sandoy, sum hevur nógv góð hugskot. Umframt at vit eru í Skálavík, er tað eisini gevandi fyri økið, at her er ein lutfalsliga nýggj og øðrvísi kafé á Mølini. Hotelleiðarin sigur, at Hotel Skálavík vil samstarva við allar partar í Sandoynni, tí tað ræður jú um, sum Ólavur Thorsteinsson sjálvur tekur til, at alt gongur uppí eina hægri eind – øllum økinum til frama. - Vit eru eitt hotell og tað, at ein kafé er á Mølini í Skálavík, er avgjørt bara gott. Jú, fleiri leita í Sandoynna og til Skálavíkar, tess meira virksemi verður skapt. Tú kanst ikki vera bestur í øllum, og roynir tú tað, endar tú bara sum miðal, sum hann tekur til. Hotelleiðarin sigur, at tey, sum starvast í tænastuni á Hotel Skálavík, vilja lyfta undir at seta Sandoynna á Føroyakortið, og tá Ólavur Thorsteinsson hevur hugt í hagtøl fyri vitjandi á hotellinum, sæst týðiliga, at tey eru mong, sum bæði eina ferð, tvær ferðir og tríggjar ferðir hava vitjað aftur á Hotel Skálavík. - Tað eru nógvar familjur kring um í Før­ oyum, sum dáma væl at koma higar, og í fleiri førum síggja vit, at talan er um pør við børnum. Tað er heldur ikki so sjáldan, at bæði abbar og ommur eisini eru við á ferðini. Hann vísir á, at umframt at fólk koma at gista, eru tað eisini onnur, sum vitja í Sand­ oynni, sum støkka inn á gólvið. - Summarhús eru bygd í Skálavík, og summ­arhús eru bygd á Sandi, og tað ferðast nógv fólk í Sandoynna, serliga um vikuskiftini, sigur Ólavur Thorsteinsson. 124 kunnu sova Á Hotel Skálavík eru tilsamans 89 sovipláss í sengrum, men til ber eisini at hava eyka uppreiðingar, um tað er neyðugt, og við­skifta­ fólk ynskja tað. - Við uppreiðing í øllum kømrum kunnu vit hýsa tilsamans 124 fólkum, men tá eru eisini øll kømur full. Hotelleiðarin vísir á, at við teirri útbygging, sum varð gjørd á Hotel Skálavík fyri nøkrum árum síðan, komu 14 kømur aftrat. - Í dag hava vit soleiðis 23 kømur og eina íbúð, sum viðskiftafólk kunnu leiga. Íbúðin hev­ur egna inngongd, og her er køkur, stova, trý kømur og tvey wc. Ólavur Thorsteinsson sigur, at tað ofta eru stovnar við búfólkum, sum leiga seg inn í íbúð­ ina, men íbúðin verður eisini leigað av øðrum. - Íbúðin er ofta útleigað um vikuskiftini, og hetta er ein góður møguleiki hjá eitt nú tveim­ um familjum - ella vinfólkum - at sláa seg sam­ an. Í íbúðini kunnu fólk, um tey ynskja tað, vera meira frí og passa seg sjálvi. Ólavur Thorsteinsson vísir á, at øll kømrini eru dupultkømur, og síðan eru eisini nøkur familjukømur við einari dupultari koyggjusong inni á kamarinum. - Hetta eru alt eftir mínum tykki fantastiska góð kømur, leggur hotelleiðarin aftrat. Tey, sum hava gist á Hotel Skálavík, hava eisini lagt til merkis, at hóast hotellið er fullsett, virkar tað slett ikki trongligt, tí her eru so nógvir møguleikar og rúm á hotellinum. Eitt, sum ger, at hotellið virkar so rúmligt, er ikki minst, at børnini hava eina stóra høll at spæla í. Her er hoppiborg, borðtennisborð, og høvi er eisini at spæla ymisk bóltspøl. Ólavur Thorsteinsson vísir á, at gistingar eru á Hotel Skálavík gjøgnum alt árið, og sjálvandi er trýstið størst í háárstíðini, tá hotellið mangan er fultsett, serliga um vikuskiftini. - Nú vit eru í seinnu hálvu av juni er mynstrið nakað soleiðis, at eini 10-12 kømur eru útleigað fyrstu dagarnar í vikuni. Tá hósdagurin kemur, eru fólk kanska 15-20 kømrum, og tá so viku­ skiftið kemur, er alt fult, sigur hann. Føroysku gestirnir telja mest á Hotel Skála­vík gjøgnum árið, og samanlagt liggja útlendsku vitjaninar kanska um eini 20 prosent. Ráðstevnuparturin Hotel Skálavík hevur bestu fasilitetir, tá ræður um umstøður til ráðstevnur og fundarvirksemi, og her hevur hotellið einki minni enn eina 4-stjørnugóðkenning, sum verður dagførd leypandi. - Vit hava havt nógvar fyritøkur, stovnar og ymiskar bólkar á vitjan, sum hava valt at hava sína ráðstevnu ella sítt fundarvirksemi her. Summi koma at gista, meðan tiltakið er, og onnur eru her kanska í ein dag. Vit hava eisini onkrar fyrispurningar úr útlandinum, har spurt verður um at leiga alt hotellið til eitt stórt ráðstevnutitak, sigur Ólavur Thorsteinsson. Hann vísir á, at hotellið javnan er eftirspurt til ráðstevnur, fundarvirksemi og skeiðvirksemi, og tað eru eisini feløg og stovnar í Føroyum, sum hava lagt slíkt virksemi í Skálavík – fyri líka sum at koma eitt sindur burtur úr sínum egna umhvørvi eina løtu. - Umframt góðu umstøðurnar innanveggja, hava vit eisini tríggjar smáttur – ella grill­smátt­ ur, sum tær eisini verða róptar. Hesar eru nógv Familjur leita til Sk Tað eru nógvar familjur kring um í Føroyum, sum dáma væl at koma til Skálavíkar, og í fleiri førum er talan um pør við børnum. Tað er heldur ikki so sjáldan, at bæði abbar og ommur eisini eru við á ferðini Føroysku gestirnir telja mest á Hotel Skálavík gjøgnum árið, og samanlagt liggja útlendsku vitjaninar kanska um eini 20 prosent