hósdagur 20. juni 2019síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
5
Juni 2019
1
kálavíkar at ferðast
eftirspurdar, bæði av fólki, sum búgva á Hotel
Skálavík, men eisini av øðrum, sum bara vilja
leiga seg inn í smátturnar við teimum møgu
leikum, sum her eru.
Tað hendir eisini, sigur hann, at onkur stovn
ur, fyritøka ella bara vinfólk taka seg saman og
hava leigað allar tríggjar smátturnar.
Hotelleiðarin vísir á, at tá eini 11 fólk eru í
hvørjari smáttu, er gott pláss, men tað kunnu
saktans vera fleiri, um tey vilja sita tættari.
- Er ein smátta bíløgd til klokkan 19, er alt
klárt, tá fólk koma. Grillin er tendrað, og vit
koma eftir ynski við bakaðum eplum, kipsi,
salat, sós, bollum – ella, hvat fólk nú einaferð
ynskja sær – og tá liggja búffarnir eisini klárir
at koyra á heitu grillina, sigur Ólavur Thor
steinsson.
Tiltøk í summar
Í summar verður Sandoyarstevna í Skálavík,
og stevnan verður í døgunum, 5., 6. og 7. juli.
- Tá fer Signar í Homrum at hava eina kon
sertframførslu her á Hotel Skálavík, ið líka sum
verður okkara beinleiðis íkast til stevnuna.
Hotelleiðarin vísir á, at onnur tiltøk, sum
verða á Hotel Skálavík í seinni summar, verður
eitt nú tiltakið hjá Angelu og Hannebal, sum
verður mánadagin og týsdagin, 22. og 23. juli,
har tey fara at hava eina framførslu hvønn dag
in.
- Síðan fara Búi Dam og Dánjal á Neysta
bø at hava tiltakið við Ævintýraferðini her hós
dagin hin 1. august, sigur Ólavur Thorsteinsson.
Ólavur Thorsteinsson, sum er 34 ára gamal, er nýggjur hotelleiðari á Hotel Skálavík