hósdagur 20. juni 2019síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
8
juni 2019
1
ALT ER VIÐ, TÁ IÐ NÝGGJA
HILTON-HOTELLIÐ Í HAVN
LETUR UPP NÆSTA SUMMAR
Árni Gregersen
Atlantic tók eina avgerð um at byggja nýtt
hotell í Havn. Avgerðin var tikin fyrst og fremst,
tí manglandi gistingarrúm setti eina forðing fyri
vøkstrinum í ferðavinnuni.
Samstundis tók Hotel Hafnia og Smyril
Line eina tilsvarandi avgerð og byggir eitt
hotell beint omanfyri SMS í Havn.
Frammanundan hevði Gist & Vist tvey
gistingarhús í býnum. Hotel Føroyar verður
útbygt nú, so tað verður størsta hotell í býnum
og arbeitt verður eisini við at víðka um og um
byggja hitt hotellið – gamla Sjómansheimið í
miðýnum í Havn.
Tað vil siga, at tá ið alt hetta er gjørt, so økist
talið av gistingarmøguleikum munandi.
Hilton hotellið liggu við Ringvegin í Havn við
útsýni yvir Hoydalar, inn móti Skálafjørðinum
og vestueftir.
Talan er um eitt stórt hotell við 130 køm
urum.
Á øllum kømurum ber til at reiða upp aftur
at, umframt at summi kømur hava eitt kamar
afturat, har til ber at sova.
Nøkur handicap-kømur eru og har er ein
suita.
Hilton
Rættuliga tíðliga var avgjørt at fara í samstarv
við altjóða Hilton-ketuna. Hilton hevur eitt net
verk um allan heim og tað kann draga nøkur
ferðafólk hendanvegin.
Men at fara uppí eina slíka ketu, setir eisini
nøkur krøv – bæði til byggingina og til tænast
una, sum Hilton veitir.
- Ja, tey seta krøv, men tey seta sjálvandi
hesi krøv tí tey hava so drúgvar royndir. Tað
er ongin grund at gera mistøkini umaftur, sum
eru gjørd fyrr, sigur Martin Restorff, stjóri.
Krøvini eru so strong, at hóast hotellið ikki
letur upp fyrr enn næsta summar, so standa
tvey kømur longu klár á jotellinum – uppreidd
og tað heila.
- Tey vilja síggja, hvussu kømurini taka seg
út, men tit sleppa ikki at síggja tey enn, leggur
hann afturat.
Hann fortelur, at fólk frá Hilton fylgja væl við
og hyggja at hvørjari einastu detalju, áðrenn alt
verður góðkent.
Tað er Húsavarðutænastan, sum stendur
fyri byggiarbeiðnum og enn sær út til, at tíiðin
verður hildin.
Matstovuvirksemi
Hotellið er sjálvandi fyrst og fremst bygt til
útlendskar gestir, men tað er eisini meiningin,
at føroyingar skulu koma á gátt.
Hotellið fer eisini at hava matstovuvirksemi.
-Vit ætla okkum ikki at kappast við tað,
sum Gist & Vist ger, men vit fara at hava eina
matstovu, sum helst skuldi lokka føroyyskar
kundar á gott til lunch ella døgverða, sigur
Martin Restorff.
-Tað verður ein matastovu við dygdargóð
um mati uttan at vera eksperimenterandi, sigur
hann.
Hotellið er eisini gjørt til at hýsa ráðstenum
í einum stórum Sali, umframt at har eru fimm
funarhølir, sum eisini kunnu brúkast.
Hotellið er so stórt, at har fara at arbeiða
eini 35 fólk fast. Harafturat eru tað øll hini,
sum syrgja fyri at hjálini mala alla tíðina. Tey
eru sjálvandi flest í h´sesongini.
Hotellið sjálvt fer at síggja út sum ein glas
bygningur við flagtekju. Eitt parkeringspláss
hoyrir til hvørt kamar á hotellinum.
-Tað kann gott vera, at vit ikki enn skriva
fólk upp til næsta summar, men vit hava longu
hópin av fyrispurningum til 2021, so eg stúri
ikki fyri, at vit fara at mangla gestir, sigur stjórin
á nýggja hotellinum hjá Atlantic.S