Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-20, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2019síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 9 Juni 2019 1 Føroyar koma inn í stóru altjóða gistingarhúsverðina næsta summar NÝGGJA GISITINGARHÚSIÐ, SUM ATLANTIC LETUR BYGGJA, FER AT LÚKA SOMU TREYTIR, SUM ALTJÓÐA HILTON-HOTELLINI Árni Gregersen Enn fæst ongin at siga neyvt, nær hotellið, sum Atlantic letur byggja, stendur klárt at taka ímóti gestum. Tey siga, at tað fer at taka ímóti gestum komandi summar, men nær vil ongin siga enn. Heldur ikki stjórin, Martin Restorff. -Hotellið verður klárt á sumri 2020. Tað stendur fast, men eg fái ikki enn sagt nær næsta summar, sigur nýggi stjórin. At ongin vil siga heilt neyvt nær tað verður, hongur saman við, at talan er um eitt Hilton- hotell. Tað vil siga, at tað eru nógvar treytir, sum skulu lúkast. -Ketan hevur ein ógvuliga greiðan politikk á nógvum økjum og ein av treytunum er, at vit ikki melda út fyrr enn vit vita heilt neyvt, hvønn dag vit lata upp, sigur Martin Restorff. Stúrir ikki Ein avleiðing av hesum politikki er, at hotellið ikki enn hevur tikið ímóti bíleggingum frá gest­ um til næsta ár. -Vit fá umbønir um bíleggingar hvønn einasta dag, men av tí, at politikkurin er, at vit ikki byrja at bíleggja fyrr enn vit vita nær hotellið letur upp, so mugu vit biðja gestirnar hava tol og venda aftur til okkara, sigur Martin Restorff. Hann sigur, att hóast tað sjálvandi ikki er lætt á hendan hátt ikki at kunna taka ímóti bíleggingum, so skilir hann væl politikkin. Ofta er tað hent við nýbygging, at ein dagur er ásettur til nær okkurt skal vera liðugt, men so hendir okkurt, sum dregur alt út nakrar dagar. -Tað kunnu vit ikki bjóða okkara gestum. Tí halda vit fast um, at vit skulu vita neyvt, hvønn dag hotellið er liðugt og klárt at taka í brúk, sigur hann. Sum skilst, so bendir alt á, at hotellið verður tikið í brúk í mai næsta ár, tí tá ið tað snýr seg um gistingarhús, so er tað avgerandi at fáa summarið – ella hásesongina – við. Tað er tá trýst er á at fáa kømur at gista í í Føroyum. Hotellið, sum Atlantic letur byggja, liggur við Ringvegin í Havn, við útsýni inn móti Skálafjørðinum og annars oman í Hoydalar og eystureftir. Hetta er annað av tveimum stórum, nýggj­ um hiotellum í Havn og harafturat verður bygt afturat Hotel Føroyum við Oyggjavegin um­ framt at gamla Sjómansheimið í Havn eisini verð­ur umbygt og víðkað. Eisini bygggir Hotel Hafnia nýtt hotell omanfyri SMS, Stóri vøksturin í føroysku ferðavinnuni sein­ astu árini hevur fingið fólk í bransjuni at meta, at neyðugt er við fleiri hotellum fyri at kunna taka ímóti mongur gestunum komandi árini.