Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-20, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2019síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 10 juni 2019 1 178 hotellkømur afturat GIST & VIST BYGGIR ÚT Í STÓRUM. HOTEL FØROYAR SKAL HAVA 99 KØMUR FLEIRI ENN TEY 129, TEY HAVA Í DAG, OG HOTEL TÓRSHAVN SKAL HAVA 79 HOTELLKØMUR AFTURAT TEIMUM 43, IÐ ERU Í DAG. JOHANNES JENSEN, STJÓRI Í GIST & VIST, VÆNTAR IKKI, AT TAÐ VERÐUR NAKAR TRUPULLEIKI AT FYLLA ØLL HOTELLKØMRINI UM SUMMARIÐ. AVBJÓÐINGIN ER VETRARMÁNAÐIRNIR Frants Jensen – Eg giti, at sum gongdin er í ferðavinnuni í løtuni, so verður tað eingin trupulleiki hjá nøkrum av hotellunum í Føroyum at fáa bæði verandi og øll tey kømrini, ið koma afturat við útbyggingum, bíløgd summarhálvuna. Men tað verður helst óvanliga tómt um veturin, og tað verður tungt at koma gjøgnum vetrarmánaðirnar, sigur Johannes Jensen, stjóri og eigari í Gist & Vist. Stórar útbyggingar Gist & Vist er í gongd við fleiri stórar útbygg­ ing­ar. Verkætlanin at umbyggja Kerjalon frá ein­ um vallaraheimi við 98 soviplássum til 23 dupult­kømur er liðug. Við hesum fór Hotel Føroyar frá 106 kømrum, sum tað hevur havt frá byrjan av, upp til 129 kømur. Í løtuni verður stór útbygging gjørd av Hotel Føroyar Vestur. Við útbyggingini koma 71 hotellkømur afturat. Hendan útbyggingin verður liðug komandi summar. Hotel Føroyar Eystur skal eisini útbyggjast, og har koma 28 kømur afturat. Tann útbygg­ ing­in verður væntandi liðug á sumri 2021. Tá ið allar hesar útbyggingarnar eru lidnar, fer Hotel Føroyar at hava tilsamans 228 køm­ ur. Hóast útbyggingin ikki er liðug enn, so eru longu fleiri hotellkømur, sum ikki eru bygd enn, seld komandi summar á Hotel Føroyum. Hotel Tórshavn útbyggjast Gist & Vist arbeiðir eisini við stórum útbygg­ ing­um av Hotel Tórshavn. Tað vóru Ós­bjørn Jacob­sen Arkitektar, ið vunnu arkitekta­kapp­ ing­ina at útbyggja Hotel Tórshavn. – Vit eru nú saman við Ósbjørn Jacobsen Arkitektum í gongd við at gera eitt neyvari skitsuprojekt, har fleiri staklutir eru við, sum til dømis hvar inngongd og innkoyring til hotellið skal vera, parkeringsviðurskifti, vørumóttøka, hædd og annað. Hetta eru ymiskir spurningar, ið kommunan vil hava greiðu á, sigur Johannes Jensen. Skitsuprojektið verður eftir ætlan latið inn í heyst. Johannes Jensen vónar at fáa endaligt Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist Tað verður eingin trupulleiki hjá nøkrum av hotellunum í Føroyum at fáa bæði verandi og øll tey kømrini, ið koma afturat við útbyggingum, bíløgd summarhálvuna.