Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-20, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2019síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 11 Juni 2019 1 loyvi upp á pláss skjótt, so at teir kunnu fara í gongd at byggja. Hann væntar, at hotellið kann vera liðugt útbygt á sumri 2023. Tá fer Hotel Tórshavn tilsamans at hava 122 hotellkømur. Við øllum útbyggingunum fara Hotel Før­ oy­ar og Hotel Tórshavn at hava 350 hotell­ køm­ur tilsamans. Leingja um háárstíðina Sjálvt um Gist & Vist soleiðis fáa 350 kømur at ráða yvir í høvuðsstaðnum um nøkur ár, so væntar hoteleigarin ikki, at tað verður trupult at fylla upp um summarið. Tann stóra avbjóðingin er hinvegin restina av árinum – Allir partar, sum eru við í ferðavinnuni, arbeiða við at leingja um háárstíðina, og at fáa fleiri fólk at koma til Føroya aðrar tíðir á árinum. Tað gongur betur, og summartíðin er longd við tveimum mánaðum, so at hon nú er frá mai til september. Tað eru tveir mánaðir longur, enn tað var fyri 15 árum síðani, tá ið háárstíðin bara var frá juni til august. Men tað er langt eftir á mál, sigur Johannes Jensen. Hann vísir á, at strategiin og marknaðar­ før­ingin í ferðavinnuni er serliga at arbeiða við tíðarskeiðnum um várið og heystið, tá ið gist­ ing­arpláss eisini eru á hotellunum. – Vit arbeiða serliga við at fáa fleiri ferðafólk í oktober og november og í mars og apríl. Vit ar­beiða við marknaðarføringini og luttaka á ráð­stevnum og royna á ymiskan hátt at leingja há­árstíðina. Tað sær jaligt út, sigur Johannes Jensen. Avbjóðingin er um veturin Stóra avbjóðingin hjá hotellvinnuni er veturin. – Frá november til februar er næstan deytt. Tað er tann stóra avbjóðingin. Høvdu bíleggingarnar verið javnari um alt árið, so høvdu inntøkurnar eisini verið meir støðugar, og tað hevði ikki verið so tungt at rikið. Vit síggja ikki enn tey stóru úrslitini, at fleiri ferðafólk koma um veturin, sigur Johannes Jensen. Men skulu vit veruliga vænta, at ferðafólk fara at koma allar 12 mánaðirnar um árið til Føroya? – Hyggja við eftir býum uttan um okkum, so síggja vit, at ferðavinnan hevur ment seg sera nógv. Reykjavík hevur til dømis ment seg nógv síðstu 20 árini. Har eru bíleggingarnar av hotellkømrum í miðal fyri alt árið omanfyri 75 prosent. Eg veit ikki rættiliga, hvussu nógvar bíleggingar eru í Føroyum, tá ið øll hotellini verða tikin við, men eg meti varisliga, at hann liggur um 55-60 prosent fyri alt árið. Og tá skulu vit minnast til, at hann um summarið er næstan 100 prosent, meðan hann um veturin er rættiliga lágur, sigur Johannes Jensen. Kapping frá airbnb Hann vísir á, at tað serliga eru tvær kapp­ing­ar­ fortreytir, ið eru týdningarmiklar fyri hotell­vinn­ una í Føroyum. Onnur er, hvussu nógv ferða­ vin­an fer at vaksa, meðan hin er, um kundarnir velja airbnb fram um hotellkømur. – Vit mugu staðfesta, at um airbnb ikki hevði verið, so høvdu vit ikki havt tann vøkstur í ferða­vinnuni, sum vit hava havt síðstu árini. Air­bnb hevur verið ein góður ventilur, tá ið hotell­ini ikki høvdu fleiri hotellkømur at bjóða fram, sigur hotellstjórin. Sjálvur dámar honum væl kapping, men hann ynskir, at fortreytirnar eru tær somu. – Eg vóni, at tað vera meiri skipað viðurskifti í framtíðini, tá ið talan er um airbnb, millum annað at hagtøl verða latin inn. So leingi reglur verða fylgdar viðvíkjandi trygd og rindan av skatti, so er tað í lagi við kapping, sigur Johannes Jensen. Men kappingin er eisini millum hotellini, og har setir hann spurningin, um hon er rættvís. – Tá ið Løgtingið stendur aftanfyri eitt felag, ið byggir nýtt hotell, so blandar tað almenna seg í vinnulívið. Er tað rættvíst, spyr Johannes Jensen. Útbygging av Hotel Føroyar Vestur fer at geva 71 hotellkømur afturat, og tá fer Hotel Føroyar at hava 200 hotellkømur tilsamans Ósbjørn Jacobsen Arkitektar vunnu verkætlanina at útbyggja Hotel Tórshavn í Havn. Tá tann verkætlanin er liðug, fer Hotel Tórshavn at hava 122 hotellkømur. Mynd: Ósbjørn Jacobsen Arkitektar Frá november til februar er næstan deytt. Tað er tann stóra avbjóðingin. Vit síggja ikki enn tey stóru úrslitini, at fleiri ferðafólk koma um veturin