hósdagur 20. juni 2019síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
12
juni 2019
1
- TAÐ GONGUR RÆTTILIGA VÆL HJÁ ARTICON AT BYGGJA
HOTEL BRANDAN, OG ALLAR TÍÐARÆTLANIR HALDA.
BYGGIFELAGIÐ GER EITT SERA GOTT ARBEIÐI, OG EG IVIST
ONGA LØTU Í, AT TÍÐARÆTLANIN FER AT HALDA, SOLEIÐIS
AT FYRSTU GESTIRNIR SLEPPA INN Á NÝGGJA HOTELLIÐ
UM EITT ÁR, SIGUR STJÓRIN, PÆTUR TRÓND THOMSEN
Vilmund Jacobsen
Tað verða Pætur Trónd Thomsen og Rógvi
Mikkelsen, sum verða ávikavist hotellstjóri og
hotelleiðari á Hotel Brandan, sum Hotel Hafnia
letur byggja við Oknarvegin í Havn.
Frammanundan er Pætur Trónd Thomsen
stjóri á Hotel Hafnia, og hann er eisini stjóri á
Hotel Skálavík við Ólavi Thorsteinssyni sum
hotelleiðara.
Allir tríggir eru teir lutfalsliga nýggir sum
hotellstjóri og leiðarar, men líka so nýggir,
sum teir eru á sínum rókum, tykjast teir allir
líka tendraðir upp á tær uppgávur, sum eru og
sum liggja fyri framman.
Ein spennandi tíð
Pætur Trónd Thomsen hevur verið í stjóra
starvinum í stívliga eitt ár, og hann hevur áður
starvast sum sølu- og tænastuleiðari umborð
á Norrønu.
Hann trívist væl við uppgávuni og er sera
spentur upp á ta avbjóðing, sum liggur í nýggja
Hotel Brandan, sum fer at standa liðugt um eitt
ár.
Rógvi Mikkelsen er byrjaður í sínum starvi
og fram til, at Hotel Brandan letur upp um eitt
ár, fer hann at læra samtakið at kenna, og hann
er í holt við at fyrireika seg og síni starvsfólk til
nýggju uppgávurnar.
Hann hevur eina viðkomandi útbúgving frá
Copenhagen Business School, og hann hevur
nógvar royndir á hotell- og matstovuøkinum.
Sjálvur er komandi hotelleiðarin ógvuliga
spentur til uppgávuna, og hann er sera fegin
um stóra álitið, sum hon er víst við starvinum
sum hotelleiðari.
Vertsskapur og blíðskapur
Bæði Pætur Trónd Thomsen og Rógvi Mikkel
sen gleða seg til at veita sínum komandi gest
um eina framúr tænastu á einum hotelli, sum
fer at skara framúr á tí grønu leiðini, sum teir
taka til.
Hotel Brandan verður eitt 4-stjørnað hotell
við norðurlendskum sniði. Her verða 124 køm
ur tilsamans, harav seks kømur verða til rørslu
tarnað og tvær svitur.
Bæði Pætur Trónd Thomsen og Rógvi
Mikkelsen eru samdir um, at ráðstevnumøgu
leikarnir á Hotel Brandan verða framúr við høl
um í ymiskum støddum, sum kunnu tillagast
eftir tørvi.
- Jú, mær dámar væl navnið, Hotel Brandan,
og eg haldi, at navnið er upplagt. Brandan var
írskur munkur, sum kom til Føroya – ævintýrari,
sum sigldi víða um høv. Hetta verður eitt
føroyskt hotell, vakurt og við føroyskum ser
merkjum sum eitt nú flagtekju. Vit vilja bjóða
altjóða klassa við føroyskum vertskapi og blíð
skapi, sum fer at merkja umhvørvið á hotellin
um, har eisini búnarnir hjá okkara tænastufólk
um vera serstakir.
Pætur Trónd Thomsen vísir á, at føroyska
gestablídni er serstakt, og tað er bara ein sann
roynd, at føroyingar sum tænastufólk vilja
strekkja seg rættiliga langt fyri, at onnur – í
hesum førinum gestirnir – skulu hava tað gott
og føla seg væl.
Fullur av orku
- Eg byrjaði í starvinum sum stjóri á Hotel
Hafnia hin 1. mars í fjør, og eg kenni meg at
hava eina rúgvu av orku. Her hendir rættiliga
nógv, og tað er ein sera spennandi tíð, sum
Møblarnir til Hote
Brandan longu bíl
Pætur Trónd Thomsen og
Rógvi Mikkelsen, ávikavist
stjóri og hotelleiðari