Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-20, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2019síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Mars 2019 13 1 liggur fyri framman. Vit merkja hvønn dag, at eftirspurningurin eftir at koma til Føroya at gista er stórur og veksandi, og vit hava longu nú fingið fleiri fyrispurningar og bíleggingar til bæði 2020 og 2021. Pætur Trónd Thomsen er onga løtu í iva um, at so hvørt, sum gistingarmøguleikarnir í Føroyum verða fleiri við útbyggingum og nýggj­um hotellum, fara náttúrliga fleiri ferða­ fólk at koma til Føroya. Ferðasambandið er gott, bæði sjóvegis og í luftini. - Vit fáa nógvar fyrispurningar frá ymiskum umboðsfólkum, serliga úr Skandinavia, men eisini longur burturi í Evropa og úr USA og Asia, sigur stjórin sum ásannar, at fyrispurningarnir eru nógvir, og tað gongur væl at selja hotellini, sigur hann. Byggingin gongur væl Stjórin sigur, at tað gongur rættiliga væl hjá Arti­con saman við undirveitarum at byggja Hotel Brandan, og allar tíðarætlanir halda. Hann rósar byggifelagnum fyri sera gott ar­ beiði og ivast onga løtu í, at tíðarætlanin fer at halda, soleiðis at fyrstu gestirnir sleppa inn á nýggja hotellið at gista um eitt ár. - Jú, byggingin hevur eftir okkara tykki gingið ógvuliga væl, og her er einki at seta fing­urin á, sum hann tekur til. Hotelstjórin fegnast eisini um, at Articon leggur so stóran dent á tryggleikan í arbeiðn­ um. - Møblar eru longu bílagdir til hotellið, og hetta sær alt rættiliga spennandi út, staðfestir Pætur Trond Thomsen. Grønur profilur Hotelstjórin fegnast eisini um, at nýggja hotellið fer at fáa sonevnda green-key lykilin hjá Horesta, sum eisini verður eitt vørumerkið fyri Hotel Brandan. - Hetta verður skjalið, sum grønstemplar Hotel Brandan og sum sigur, at okkara virk­ semi er burðardygt og umhvørvisvinarligt. Pætur Trónd Thomsen vísir á, at hotellið verð­ur bjálvað eftir forskriftunum, og tað verð­ ur hitað við fjarhita. Vaskievnini fara at hava ein grønan profil, og hotellið fer at hava burð­ar­ dyggar veitarar við mati, har dentur fer at verða lagdur á at keypa lokalt, har tað letur seg gera. - Fokus verður eisini á økologiskar vørur, og her verður fokus á matspill, nýtslu av plasti og mong onnur viðurskifti í tí virksemi, sum verður á Hotel Brandan. Hotelstjórin vísir á, at tað eru nógv útlendsk ferðafólk, sum hava ynskir um - og eru bevíst um - at hotellini hava ein grønan profil. - Tískil leggja vit á hetta borðið, bæði fyri sjálvi at vera á rættari leið og fyri at ganga okk­ara viðskiftafólkum á møti. Vit vilja gjarna standa í fremstu røð, tá ræður um okkara part av virkseminum, sigur Pætur Trónd Thomsen. el lagdir