hósdagur 20. juni 2019síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
14
juni 2019
1
Ferðavinnan veksur
enn við rúkandi ferð
SJÁLVT UM VIT HAVA SÆÐ EITT ÓTAL AV FERÐAFÓLKI
KOMA TIL LANDIÐ SEINASTU ÁRINI, SO VEKSUR
TALIÐ AV FERÐAFÓLKUM ENN HVØRT ÁR
Árni Gregersen
Tað hevur leingi ljóðað, at Føroyar eiga at fáa
sær eitt bein afturat at standa á fíggjarliga,
umframt alivinnuna og fiskivinnuna.
Eins og í londunum kring okkum hava nógv
víst á streymin av ferðafólki, sum hesi seinnu
árini eru farin at flyta seg aðrastaðni enn bert til
tey kendu g heitu ferðamálini í Evropa.
Besta dømi um, hvar kann henda, er helst
Ísland. Síðani landið var rakt av harðari fíggjar-
og búskaparkreppu hevur tað reist seg aaftur
og í dag buldrar búskapurin avstað við fullari
ferð.
Høvuðsorsøkin er, at fólk hava funnið sær
Ísland, sum ferðamál. Ferðafólk við pengum
vitja hagar og tann ferðavinna, sum fyrr var
meira ella minni ein viðfáningur, er nú ein reel
vinna, sum skapar vøkstur hjá grannum okk
ara fyri vestan.
Her hjá okkum hendir stórt sæð tað sama,
hóast vit eru nøkur ár aftaná íslendingunum.
Politiskt hava vit spent okkum fyri og
avgjørt, at vit búskaparliga eiga at fáa meira
burturúr ferðavinnuni.
Vit eru komin nakað ávegis í Føroyum, men
vit mugu ásanna, at vit enn ikki eru heilt klár til
ta stóru innrásina av altjóða ferðafólki.
Til Føroyar
Tað er sjálvandi avgerandi fyr, at vit fáa fólk at
leggja pening eftir seg, at fólkini koma til Før
oyar.
Visit Faroe Islands var sett á stovn. Høvuðs
endamálið er at gera Føroyar kendar úti í
heimi og fáa ferðafólk at koma hendan vegin.
Visit Faroe Islands hevur arbeitt ógvuliga
miðvíst við at seta Føroyar á landkortið og fólk
koma nú úr øllum heiminum til Føroyar. Hetta
er í stóran mun gjørt við at Visit Faroe Islands
hevur boðið útlendskum miðlum til Føroyar
fyri at fáa umtalu.
Tann strategi er eydnast til fulnar.
Tey hava eisini arbeitt við nøkrum lýsingarátøk
um, sum hava gjørt um seg millum fakfólk.
Fyrst var tað Google Sheep View, sum var
sýnt fram í Cannes og fekk heiðursløn. Síðana
var tað Google Translate, sum eisini var eitt før
oyskt átak, sum eisini fekk heiðursbræv og í
ár var tað stuntið við at lata Føroyar aftur eitt
vikuskifti, sum var tilnevnt at vinna í Cannes.
Vert er at vísa á, at í Cannes eru tað tey all
arbestu lýsingarátøkini, sum vinna heiður.
Fyri at venda aftur, so er tað sjálvandi av
alstórum týdningi at gera Føroyar kendar, vil
ein hava fólk at koma higar at vitja.
Tann parturin er sjálvandi partvís loystur,
hóast slíkar herferðir ongantíð eru lidnar.
Hvussu nógv
Sum á so nógvum økjum í Føroyum, so vísir
tað seg, at vit heldur ikki tá ið tað snýr seg um
útlendsk ferðafólk hava nøktandi hagtøl.
Vit hava tøl, sum bransjan heldur eru rætti
liga álítandi og frá í ár verða nýggj tøl gjørd.
Men vit halda, at millum 110.000 0g
120.000 fólk – útlendsk ferðandi koma til
Føroyar um árið. Av teimum eru sløk 50.000
sum koma higar við cruisskipunum – tað
vil siga, at tey gista ikki í Føroyum og brúka
heldur ikki nógvar pengar í Føroyum.
Tá ið fólk keypa eina cruisferð, so eru út
ferðir vanliga við í prísinum, so tað eru út
lendskir agentar, sum fáa vinningin av hesum
fólkum.
Men tað vil so siga, at 50.000 til 60.000
koma higar sum ferðafólk.
- Ja, tað er har á leið, men vit arbeiða fyri at
Jóan Pauli Helgason