Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-20, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2019síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 15 Juni 2019 1 fáa nágreiniligari tøl, sigur Jóan Pauli Helgason, sum er leiðari á menningardeildini hjá Visit Faroe Islands. Hann heldur tó at hesi tølini eru á góðari leið. Tey byggja millum annað á gistingar og so sjálvandi á tøl av fólkum, sum koma higar, antin við skipi ella flogførum. - Hetta er eitt sindur torført at fáa heilt ná­ greiniligt, men tað er ikki nakað serligt før­ oyskt. Vit vita at hesi tølini eru nóg góð til, at vit kunnu samanbera tey við tølini hjá øðrum lond­um, leggur hann afturat. Veksur meir Tað ljóðar nógv, at hesi fólkini, koma til Føroyar, men keldur í vinnuni, sum vit hava tosað við, ivast ikki í, at hetta er bert talan um byrjanina. Tey siga, at verður hugt eftir í øðrum lond­ um og øðrum støðum, sum ferðafólk leita til, so er tað ofta uppí fimm til átta ferðir talið av íbúgv­um, sum vitja. - Ja, tað vita vit sjálvandi eisini og nógv bend­ir á, at vitjunartalið fer at økjast, sigur Jóan Pauli Helgason Í Føroyum eru vit ikki kár til at taka ímóti fólki kring alt landið. Summi støð verða sjálv­ andi serliga nógv vitjað, men tað er ikki fyrr enn nú, at tey av álvara eru farin at hugsa um, hvussu hetta kann loysast. Hagin verður slitin í summum støðum og í øðr­um støðum gongur tað út yvir fuglin – kanska serliga í Mykinesi. Hetta er nakað, sum skil má fáast á, eru tey samd um í vinnuni, men tað krevur eisini ena politiska íblanding fyri at fáa tað at virka til fulnar. Politiska skipanin liggur meia ella minni bakk í løtuni, nú øll bíða eftir valinum 31. august. Hevur tú hug at vera við í einum sterkum dynamiskum sølutoymi við el-tøkniligum vørum? Vilt tú hava ávirkan á tín egna gerandisdag? Ert tú motiveraður til at gera gott søluarbeiði? Um svarið er ja, so er starvið sum internt sølufólk hjá okkum tann rætta avbjóðingin til tín. Hjá Solar Føroyum hava vit nógvar ymiskar kundar, stórar sum smáar við nógvum ymiskum tørvum. Tað kann vera alt frá smáum kundum til størri verkætlanir. Við tað at tín dagligdagur verður fjøltáttaður, verður Solar Føroyar eitt spennandi arbeiðspláss hjá tær. Tín vanligi arbeiðsdagur Tú hevur ábyrgd fyri tekniskari ráðgeving og sølu til el-installatørar og ídnarvirkir. Tú gevur tilboð og ger minni verkætlanaruppgávur. Tað fellur tær nátúrligt at selja og at taka ábyrgd av at geva tilboð og standa fyri søluátøkum. Tú skalt saman við okkara sølutoymi seta kundan í fokus. Tínar kvalifikatiónir Fyri at fáa góð úrslit sum internt sølufólk ímynda vit okkum, at tú hevur eina bakgrund innan el-vinnugreinina t.d. handilsútbúgving ella sum elektrikari ella el-installatørur. Sum starvsfelagi ert tú álítandi og áhugaður í einum skundmiklum arbeiðsumhvørvi og tænastusinnaður yvir fyri kundum og starvsfeløgum. Góður kunnleiki til Office-pakkan og Navision vil vera ein fyrimunur, tó ikki ein treyt. Ert tú áhugaður? Ljóðar hetta sum ein spennandi karrierumøguleiki? So send okkum tína umsókn/CV á mail starv@solar.fo. Seinasta freist at søkja er mánadagin 24. juni. Samrøða verður mikudagin 26. juni. Starvssetan Skjótast gjørligt. Hevur tú spurningar, set teg í samband við stjóran Claus V. Christensen tel. 237930 mail: cvc@solar.fo Vit síggja fram til tína umsókn. Solar Føroyar P/F Brekkutún 2 FO-188 Hoyvík Tel. 357933 Ert tú okkara nýggja sølufólk? Grafix 504251