mánadagur 24. juni 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. juni 2019 · Nr. 71
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐIND SÍÐA 8-9
Inni-
loking og
nýggj ljós
TÍÐINDI SÍÐA 8-9
Tað vóru góð tíðindi sum frættust
um vikuskiftið, at Óli og Ann-Dorith
Nattestad hava keypt Sandoy Sea
food og hava boðið teimum 60 fólk
unum, sum fyri fáum døgum síðani
misti arbeiði, størvini aftur.
Alskurin til heimaoynna drívur
verkið, segði Óli Nattestad við út
varpið hjá Kringvarpinum. Enda
málið er ikki at vinna pengar men at
skapa virksemi aftur í oynni.
Tað er hugagott, at fólk eru, sum
vilja – og ikki minst hava møguleikan
– at seta so nógvan pening av til at
fáa gongd á flakavirki í Sandoynni,
nú heimsins størsti alirisi gavst á
hondum, tí hann fekk ikki rakstur í
felagið. Eyðsæð er, at tað tí ikki eru
vanligu kapitalistisku marknaðar
kreftirnar sum fáa hjólini at mæla,
men fólk, sum vilja hava tað at bera
til.
Trupulleikin og stóra avbjóðingin
er at útvega virkinum rávøru. Eingi
skip eru, sum hoyra til virkið ella
sum bara selja til virkið. Tí mugu
tey dúva upp á uppboðssøluna á
Toftum til tess at útvega virkinum
rávøru – og so tær avtalur, sum eru
við onnur um at landa til virkið, og
vónandi nýggja avtalur við.
Onkur hevur nevnt møguleikan
at nokta skipum at selja óvirkaðan
fisk uttanlands til tess at fáa allan
fiskin til virkingar í Føroyum.
Men tað er helst lættari sagt enn
gjørt, tí tað hevði havt aðrar trupul
leikar við sær.
Fyri eitt øki sum Sandoynna hev
ur eitt slíkt virki ómetaliga stóran
týdning. Arbeiðspláss á staðnum
hava so stóran týdninga fyri bygdina
– sjálvt um vit gera samferðsluviður
skiftini so góð, at vit upp á stutta tíð
kunnu ferðast kring alt landið. Men
virksemi má sjálvandi eisini vera á
smáplássunum har tað ber til.
Tá menningarkvoturnar vórðu
býttar út í fjør var tað júst ætlanin,
at tær skuldi skapa virksemi kring
landið, har tað annars ikki bara til
– eitt nú í Skopun, tí virkið ikki fær
nóg nógva rávøru. Hóast freistin at
søkja um menningarkvotu í ár er
farnin fyri langari tíð síðani, so er
einki frætt úr Fiskimálaráðnum um,
hvussu menningarkvoturnar verða
býttar í ár.
Seinast
bjargaðu
menningar
kvoturnar so ikki virkinum í Skpun.
Spurningurin er so, um nýggja vón
in, sum hjúnini Óli og Ann-Dorith
Nattestad nú hava birt í Skopun og
í Sandoynni kann hava okkurt posi
tivt við sær í so máta eisini, at betri
avtalur um rávøru fæst, sum skal
vera gurndarlagið hjá virkinum.
Vit kunnu bara vóna og ynskja
teimum bestu eydnu við nýggja fel
agnum at reka gamla virki.
HJÚN BIRTU NÝGGJA VÓN
Rávøran er enn sum áður
avbjóðingin hjá Sandoy Seafood
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Kyndu
bál vestan
fyri Rak
tanga
Jensina Jespersen, Hov,
vanliga nevnd Jessan,
andaðist í heiminum
leygarmorgunin 22
juni, 101 ára gomul.
Jórun Hansen,
Norðragøtu, andaðist í
heiminum mánadagin
17. juni, 68 ára gomul.
Svanhild Danielsen,
fødd Olsen, ættað úr
Funningi, búsitandi í
Tórshavn andaðist á
Lágargarði 17. Juni.
Kristian Hansen,
ættaður úr Vestmanna,
búsitandi í Ishøj,
andaðist í heiminum,
70 ára gamal.
Kristian var sonur
Mariu og Gutta Hansen.
Helgi Hansen,
Miðvágur, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
mánakvøldið 17. juni
80 ára gamal.
Torbjørn Sørensen,
Tórshavn, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
leygardagin 15. juni,
93 ára gamal.
ANDLÁT
Hevur tú hug at vera við í einum sterkum
dynamiskum sølutoymi við el-tøkniligum
vørum? Vilt tú hava ávirkan á tín egna
gerandisdag? Ert tú motiveraður til at
gera gott søluarbeiði? Um svarið er ja, so
er starvið sum internt sølufólk hjá okkum
tann rætta avbjóðingin til tín.
Hjá Solar Føroyum hava vit nógvar ymiskar
kundar, stórar sum smáar við nógvum
ymiskum tørvum. Tað kann vera alt frá
smáum kundum til størri verkætlanir.
Við tað at tín dagligdagur verður
fjøltáttaður, verður Solar Føroyar eitt
spennandi arbeiðspláss hjá tær.
Tín vanligi arbeiðsdagur
Tú hevur ábyrgd fyri tekniskari
ráðgeving og sølu til el-installatørar og
ídnarvirkir. Tú gevur tilboð og ger minni
verkætlanaruppgávur. Tað fellur tær
nátúrligt at selja og at taka ábyrgd av at
geva tilboð og standa fyri søluátøkum.
Tú skalt saman við okkara sølutoymi seta
kundan í fokus.
Tínar kvalifikatiónir
Fyri at fáa góð úrslit sum internt sølufólk
ímynda vit okkum, at tú hevur eina
bakgrund innan el-vinnugreinina t.d.
handilsútbúgving ella sum elektrikari ella
el-installatørur.
Sum starvsfelagi ert tú álítandi og
áhugaður í einum skundmiklum
arbeiðsumhvørvi og tænastusinnaður
yvir fyri kundum og starvsfeløgum. Góður
kunnleiki til Office-pakkan og Navision vil
vera ein fyrimunur, tó ikki ein treyt.
Ert tú áhugaður?
Ljóðar hetta sum ein spennandi
karrierumøguleiki? So send okkum
tína umsókn/CV á mail starv@solar.fo.
Seinasta freist at søkja er mánadagin 24.
juni. Samrøða verður mikudagin 26. juni.
Starvssetan
Skjótast gjørligt.
Hevur tú spurningar, set teg í samband við
stjóran Claus V. Christensen tel. 237930
mail: cvc@solar.fo
Vit síggja fram til tína umsókn.
Solar Føroyar P/F
Brekkutún 2
FO-188 Hoyvík
Tel. 357933
Ert tú okkara
nýggja sølufólk?
Grafix 504251
Sambært heimasíðuni hjá
Fiskimálaráðnum, so fáa
tey, sum hava søkt um
menningarkvotur í ár, svar
frá Fiskimálaráðnum í dag.
Tað sigur Fiskimálaráðið
í eini stuttari fráboðan,
sum er løgd á heimasíðuna:
»Umsøkjarar til menningar
kvotur fáa svar mánadagin.
(í dag)«
– Í sambandi við nógvar
fyrispurningar skal Fiski
málaráðið boða frá, at allir
umsøkjarar til menningar
kvotur fáa svar mánadagin
24.
juni
2019,
skrivar
Fiskimálaráðið í boðunum.
Tá menningarkvoturnar
á fyrsta sinni vórðu útlut
aðar í fjør, var tað kunn
gjørt 14. august, hvør fekk
kvoturnar.
Fáa svar í dag