mánadagur 24. juni 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 24. juni 2019 · Nr. 71
TÍÐINDI
Frants Jensen
–
Høvuðsendamálið
við
nýggju
ferðslu
trygdarætlanini
er,
at
fram til 2027 skal talið
á ferðsluóhappum við
fólkaskaða minkast við
30 prosentum í mun
til tølini fyri 2018. Tað
svarar til í mesta lagi 21
ferðsluóhapp við fólka
skaða í 2027, sigur Lovisa
Petersen Glerfoss.
Granska tey álvarsligu
ferðsluóhappini
Stjórin vísir á, at ein
ferðslutrygdarætlan eig
ur at vera ítøkilig, og at
tað skal bera til at máta
og fáa ítøkilig úrslit, sum
borast kann víðari í.
– Vit eiga at granska
tey álvarsligu ferðslu
óhappini, har fólk fáa
álvarsligar
løstir
og
doyggja. Har kunnu fak
persónar av øllum møgu
ligum slag granska í, hvat
tað var, sum hendi, og hví
endaði tað sum tað gjørdi
við tí fyri eyga at forða
at líknandi vanlukkur
henda, sigur Lovisa Peter
sen Glerfoss.
Atlitini at forða van
lukkum viga tyngst
Hon viðurkennir, at mál
ini kunnu vera eym, men
heldur tað tó hava størri
týdning at finna fram til
orsøkina.
– Tað kann sjálvandi
vera eymt, og tað er
møguliga
orsøkin
til,
at
skaðanevndin
ikki
er komin fyrr. Í Íslandi
kunnger ein skaðanevnd
allar persónsupplýsing
arnar, men vit kundu
kanska kunngjørt tað á
ein tílíkan hátt, so allir
persónsupplýsingarnir
ikki
vera
almennir.
Men vit meta, at atlitini
at finna út av, hví ein
ferðsluvanlukka hendir,
og hvat møguliga kann
gerast, so líknandi van
lukka ikki hendir aftur,
vigar tyngri enn atlitini til
persónligu viðurskiftini,
sigur
Lovisa
Petersen
Glerfoss, stjóri í Ráðnum
fyri Ferðslutrygd.
70 tilmæli
Í nýggju ferðslutrygdar
ætlanini eru tilsamans 70
tilmæli. Fyri hvørt teirra
er ásett, hvør stovnur
ella myndugleiki hevur
ávirkan á, at júst hetta
tilmæli kann fremjast.
Hetta soleiðis, at øll, sum
vara av – myndugleikar,
stovnar og allir føroying
ar taka nýggju ferðslu
trygdarætlanina til sín.
Tað eru trý høvuðs
tilmæli, ið hava alstóran
týdning. Tey eru, at seta
eina skaðanevnd, at fáa
nágreiniligari
ferðslu
hagtøl og at endurskoða
ferðslutrygdarætlanina
javnan.
Fyri at røkka mál
unum við ferðslutrygdar
ætlanini eru átta fokus
økir. Tey eru: Ov nógv
ferð, rúsdrekka, rúsevni
og heilivágur, gáloysni,
manglandi
nýtsla
av
trygdarbelti og hjálmi,
bleyt ferðsla (fólk til
gongu, fólk á súkklu og
fólk á prutli), ungir bil
førarar frá 18-24 ár, stak
óhapp og møtióhapp og
til seinasta ferðafólk.
frants@sosialurin.fo
Frants Jensen
Ferðslutrygdarætlan fyri
Føroyar 2019-2027 varð
fríggjadagin
handað
Heðini Mortensen, lands
stýrismanni
við
sam
ferðslumálum.
Ein arbeiðsbólkur og
ein stýrisbólkur hevur
arbeitt við hesi ætlanini
síðani í februar. Umboð
fyri Ráðið fyri Ferðslu
trygd, Landsverk, løg
regluna, Akstovuna og
kommunufelagið
hava
verið í arbeiðsbólkinum.
Kári
Thorsteinsson
vísir á, at Ráðið fyri
Ferðslutrygd
leingi
hevur roynt at strongt á
yvir fyri politikarum at
fáa eina nýggja ferðslu
trygdarætlan, men at tað
er ikki eydnast fyrr enn
nú.
Nýggja ferðslutrygdar
ætlanin er eitt framhald
av gomlu ferðslutrygdar
ætlanini, ið varð gjørd
í 2007. Hendan byggir á
somu
grundsjónarmið,
men hevur nøkur nýggj
tilmæli.
Ítøkilig úrslit
Gamla
ferðslutrygdar
ætlanin
legði
millum
annað stóran dent á
nullhugsjónina. Hvørki í
2018 ella higartil í 2019 er
nakar deyður í ferðsluni í
Føroyum. Er arbeiðið við
ferðslutrygd ikki næstan
komið á mál?
– Vit verða ongan
tíð liðug við ferðslu
trygdararbeiðið.
Vit
síggja, at tey átøk, ið tá
vórðu gjørd, hava gjørt
mun, millum annað at
promillumarkið varð sett
niður úr 0,8 til 0,2, at tað
kom skipan við klipp í
koyrikortið,
nullmark
fyri tilvitsvirkandi evni
og trygdarútgerð í bilum
– serliga við børnum. Alt
hetta samanlagt hevur
gjørt stóran mun. Men
undirvísing, upplýsing og
tað at skapa ein hugburð
til ferðslu, tað er tað, sum
Ráðið fyri Ferðslutrygd
er til fyri at gera. Alt
hetta hevur gjørt, at vit
eru komin so langt, sum
vit eru, sigur Kári Thor
steinsson.
30 prosent færri
ferðsluóhapp við
fólkaskaða
Yvirskipaða málið við
nýggju
ferðslutrygdar
ætlanini er, at talið av
ferðsluóhappum
við
fólkaskaða skal verða
30 prosent lægri í 2027 í
mun til 2018. Tað svarar
til í mesta lagi 21 ferðslu
óhapp við fólkaskaða í
2027.
Men afturat hesum eru
eisini hópin av deilmálum
sum millum annað ferð,
rúsdrekkaóhapp, óhapp
við ungum bilførarum,
bleytum ferðandi, nýtslu
av trygdarbelti o.s.fr.
Fyri hvørt fokusøki
eru ásett tey tilmæli,
sum verða mett at hava
týdning fyri, at málið fyri
júst hetta fokusøkið kann
røkkast.
Yvirskipaða málið í
Ferðslutrygdarætlanini
fyri Føroyar 2007–2015
var 30% færri ferðslu
óhapp við fólkaskaða.
Hetta málið er langt síða
ni rokkið, og longu í 2010
var talið 50% lægri enn
útgangsstøðið
í
2006,
stendur at lesa í tilmæli
num.
Arbeiðið hevur
gjørt stóran mun
Arbeiðsbólkurin sigur, at
tíðin hevur víst okkum,
at tað ber til at fáa talið
av deyðum og skaddum í
ferðsluni niður.
– Vit eru nú so langt
frá syndarligu tíðini í
70- og 80-árunum, sum
yvirhøvur til ber. Eingin
doyði í ferðsluni í 2018!
Og seinastu nógvu árini
hava tølini – hóast ikki
„null“ – verið sera lág.
Hetta hendir samstundis
sum fólkatal, akfør og
samlaða
mongdin
av
ferðslu
er
fleirfaldað.
Men hetta kemur ikki
av ongum. Eldsálir hava
í áratíggju arbeitt mið
víst við málinum at fáa
niður talið av ferðslu
vanlukkum,
bæði
við
upplýsing, átøkum, eftir
liti og lóggávu. Og tað er
hetta arbeiðið, sum ber
ávøkstur, skrivar arbeiðs
bólkurin.
Ferðslutrygdartiltøkini
hava gjørt stóran mun
VIT SKULU HAVA EINA SKAÐANEVND
Eitt av høvuðstilmælunum í nýggju ferðslutrygdar
ætlanini, sum varð løgd fram fríggjadagin, er, at
vit skulu hava eina skaðanevnd. Lovisa Petersen
Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd vísir
á, at týdningarmikið er at finna út av, hví ein
ferðsluvanlukka hendir, og hvat møguliga kann
gerast, so líknandi vanlukka ikki hendir aftur
Kári Thorsteinsson, formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, handar Heðini Mortensen,
landsstýrismanni við samferðslumálum, nýggju ferðslutrygdarætlanina
– Bæði lækking av promillumarkinum, klipp
í koyrikortið, nullmark fyri tilvitsvirkandi
evnum, trygdarútgerð í bilum og annað hevur
alt havt stóra ávirkan á, at í dag eru færri deyð
og skadd í ferðsluni, sigur Kári Thorsteinsson,
formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd