Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 24. juni 2019 · Nr. 71 TÍÐINDI Forkvinnan og næstforkvinnan í Súluni, Maria Berg Hansen og Eyðgunn Hentze Rasmussen, vórðu mikudagin í farnu viku kallaðar til fundar við Atlantic. Komnar av fundinum, stóðu tær óskiljandi við hvør sínari uppsøgn fyri 'keðiligan hugburð' eftir ávikavist 7 og 15 ára starvsleið sum flogternur hjá Atlantsflogi. Mortan Østerø Farna árið hevur verið rok­ mikið fyri flogternurnar hjá Atlans­flogi. Fyrst tóku flog­ tern­urnar seg úr starvs­manna­ felagnum, og limaðu seg í danska fakfelagið, Flyve­branch­ens Per­sonale Union (FPU), fyri at fáa betri arbeiðs­um­støður. Síð­ani longdi Starvs­manna­fel­ agið sátt­málan hjá flog­tern­un­ um, sum gekk út í fjør, til 1. nov­ember í ár, uttan at tær hvørki vóru limir ella spurdar eftir. Harfrá varð farið undir at gera semingsroyndir, men Vinnu­húsið vildi ikki sam­ráð­ ast við útlendsk feløg, og flog­ ternurnar vórðu ráddar at fylgja sama leisti sum flog­ skip­ararnir: bæði at verða limir í FPU umframt at stovna sítt egna, føroyska fakfelag. Í janu­ar varð Súlan sostatt sett á stovn, og á fundinum vórðu Maria Berg Hansen og Eyð­ gunn Hentze Rasmussen vald­ ar sum forkvinna og næst­for­ kvinna. Síðani eru ikki nógv fram­stig hend á semingsleiðini, annað enn at fundir hava verið avlýstir. Inntil mikudagin, 19. juni, tá ið Maria og Eyðgunn vórðu kallaðar inn til fund við Atlantic. - Vit høvdu kanska ein lítlan varhuga av, at okkurt var áfatt, tá ið fundarinnkallingin kom, men vit væntaðu ikki hetta, siga tær báðar. Á fundinum gjørdist nevni­ liga greitt, at tær skuldu koyr­ ast úr starvi. - Vit fingu onga ávaring. Hvørki munnliga ella skrivlig ávaring. Bara koyrdar upp á stand­andi fót. Fyri okkara 'hug­burð'. Tað kenna vit okk­ um als ikki aftur í, siga tær við ein munn. Báðar eru royndar í garði, Maria hevur verið í Atl­ants­ flogi í stívliga sjey ár tilsamans og Eyðgunn í næstan 16 ár. - Hetta er samleikin hjá okk­ um, og vit hava sett stóra æru í, og elskað okkara starv. - Ongin skilur nakað. Starvs­ felagar, vinfólk og familja halda tað vera lygn, tá ið vit hava sagt teimum frá upp­ søgn­ini, og eingin skilir nakað. At Atlansflog tosar um 'hug­ burð­in' sum uppsagnargrund er púra óskiljandi. Okkara starvs­felagar eru eisini heilt ótrú­liga keddir og summi siga seg hava ringt við at fara til ar­ beiðis, siga tær. - Øll 15 árini eg havi verið har, havi eg ikki merkt ein so­ vorð­an stemning, leggur Eyð­ gunn afturat, og skoytir uppí: - Tá ið man bara soleiðis kann koyra næstforkvinnuna og forkvinnuna, hvat kann so ikki henda? Fleiri hava sagt seg vera beinleiðis bangnan. Starvsmannafelagið og At­ lantsflog hava tó víst á, at At­ lantsflog hevur heimild til at koyra fólk frá degi til annan, tí almenn partafeløg ikki arbeiða eftir almennum setan­ar­treyt­ um. - Tað kann gott vera, at tey hava heimild til tað. Men, sum eg skilji á FPU og advokatunum her niðri, er tað avgjørt átalu­ vert, sigur Maria. Mannarættindabrot Júst tað, at tær ikki duga at skilja grundgevingarnar fyri upp­søgnina, og als ikki kenna seg aftur í, at hava ein 'skeivan hugburð', fekk tær at venda FAKFELAGSYNS ENDAÐI VIÐ UPP Vit fingu onga ávaring. Hvørki munnliga ella skrivlig ávaring. Bara koyrdar upp á standandi fót - Maria og Eyðgunn Maria Berg Hansen, t.v., og Eyðgunn Hentze Rasmussen, t.h., eru skelkaðar um at hava mist síni lívsstørv.