Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 24. juni 2019 · Nr. 71 TÍÐINDI sær tískil til FPU. - Tær uppsøgdu eru lykla­ fólk í málinum. Ein kann ímynda sær, at 'hugburðurin', sum felagið (Atlantsflog, red.) ikki brýggjar seg um, er millum annað tí, at hesar báðar hava til uppgávu, at vísa á misnøgd og trupulleikar, sum allir lim­ir­ nir hava, sigur Thilde Waast, for­kvinna fyri FPU. Okkara uppliving av hesum er, at forkvinnan og næst­for­ kvinnan verða uppsagdar fyri 'keði­ligan hugburð', uttan, at Atlantsflog eru ført fyri at koma við ítøkiligum dømum um tað, leggur hon afturat. Sambært Thilde Waast eru slíkar uppsagnarmanna­gongd­ ir ógvuliga óvanligar innan flog­feløg í norðurlondum. - Eg meti hetta verða kraft­ iga átaluvert. Vanliga fáa fólk eina ávaring – antin skrivliga ella munnliga – áðrenn stig verða tikin til at koyra tey. At nýta 'keðiligan hugburð' sum uppsagnargrund av tveimum lyklapersónum, ið røkja áhuga­ málini hjá sínum starvs­feløg­ um er nakað man sær í Eyst­ urevropa, og eg minnist meg ikki hava sæð tað her fyrr, sigur forkvinnan fyri FPU. FPU skilir málið sum, at flog­ternurnar verða sýttar rætt­inum at skipa seg í danska fak­felagnum, og hevur lagt málið soleiðis fram fyri ein ser­ frøðing í arbeiðsrætti, sum eis­ ini úttalar seg um málið: - Starvsfólkini royna her í felag at samráðast við sín ar­ beiðsgevara um ein sáttmála, sum arbeiðsgevarin forðar við at siga fólk upp, og tað er ólóg­ ligt. Tað er ein vardur rættur sambært mannarættinda­sátt­ mál­anum at skipa seg og sam­ ráð­ast í felag – uttan mun til um tey uppsøgdu eru álits­ fólka­vard sambært sáttmála ella ikki, sigur Natalie Videbæk Munk­holm frá Aarhus uni­ versiteti. FPU forkvinnan, Thilde Waast sigur FPU verða sinnað at royna málið í einum dóms­ tóli. - Vit eru ósamd við felagið (Atlantsflog, red), hvørt upp­ sagn­irnar eru farnar sakliga fram, og tað koma vit at seta okk­um í móti. Eg vóni ikki, at felagið ræðir kabinupersonali til ikki at tora at organisera seg fyri at fáa betri sømdir, sig­ ur hon. Angra ikki Hvørt Maria ella Eyðgunn fáa størvini aftur, er framvegis óvist, og hóast tær standa við eini uppsøgn, angra tær ikki at vera farnar upp í FPU av fyrst­ an tíð. - Síðani vit valdu at fara upp í FPU, hevur stemningurin mill­um starvsfólkini ongantíð verið betri. Pilotarnir fóru upp í beint áðrenn, og tað gav góða meining, at vit fóru somu leið. Har er onki fakfelag í Føroyum, ið hevur somu servitan innan flogvinnuna, og avbjóðing­ar­ nar, sum fylgja við. Vit vita um onnur fólk hjá Atlantic, sum eru uppsøgd upp á standandi fót, og tey hava ikki havt eins góðum stuðul aftaná, sum vit nú fáa frá FPU. Fakfelagið tek­ ur sær av øllum, við miðlafólki og advokatum tøkum, og vit duga at síggja, at FPU er rætta valið fyri okkum, siga tær. - Vit vilja ikki, at hetta ar­ beiði fer fyri onkis. Um vit ikki sleppa aftur í starv, so eru um ikki annað betri kor fyri okk­ ara núverandi starvsfelagar, leggja tær afturat. Atlantsflog, Starvsmanna­ fel­agið og Vinnuhúsið føra fram, at uppsøgdu flogtern­ur­ nar ikki kunnu roknast fyri álit­isfólk, av tí, at tær hava indi­viduellar heldur enn ein kollekt­ivan sáttmála við starvs­ mannafelagið, og tískil ikki kunnu hava eina avtalu um álitisfólk. Júst tað, heldur Maria ljóða løgi. - Eg kann bara siga, at vit hava virkað sum álitisfólk. Í januar stovnaðu við Súluna, og valdu vit tá formann og næst­formann. Í øllum fundum ella samskifti síðani, hava vit umrøtt okkum sjálvar sum álitis­fólk, forkvinna og næst­ for­kvinna, men ongantíð hava vit verið kunnað um, at vit ikki eru tað, sigur hon. 2016 Flogternurnar fara upp í Starvsmannafelagið 2018 Flogternurnar taka seg úr Starvsmannafelagnum, fara upp í FPU 2018 Sáttmálin við Starvsmannafelagið verður longdur til 1. november 2019 2019 Januar – flogternurnar skipa Súluna 2019 19. juni verða forkvinnan og næstforkvinnan uppsagdar SKI PSØGN Eg meti hetta verða kraftiga átaluvert - Forkvinnan í FPU Um vit ikki sleppa aftur í starv, so eru um ikki annað betri kor fyri okkara núverandi starvsfelaga - Maria og Eyðgunn Thilde Waast, forkvinna fyri FPU er sinnað at royna málið í dómstóli