mánadagur 24. juni 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 24. juni 2019 · Nr. 71
TÍÐINDI
Onki skeivt
farið fram
Sambært Starvsmannafelagnum, Føroya
Arbeiðsgevarafelag og Atlantsflogi er
alt farið fram eftir bókini, umframt, at
viljin er til staðar at loyva flogternunum
limaskap í bæði danska FPU og
sínum egna føroyska felagið.
Mortan Østerø
Í málinum millum tær upp
søgdu flogternurnar, hevur
Atlantsflog lagt dent á, at talan
ikki er um álitisfólk.
- Fyri tað fyrsta skal eg gera
eitt púra greitt. Hetta er eitt
starvsfólkamál, og ikki álitis
fólkamál. Hetta er danska fel
agið, FPU, sum hevur blást
málið upp, sigur Jóhanna á
Bergi, stjóri fyri Atlantsflog.
Danska felagið, FPU, og
flogternurnar
sjálvar
vilja
annars vera við, at tær eru
virkandi álitisfólk fyri flog
ertnurnar. Súni Selfoss, for
maður fyri Starvsmannafel
agið, sigur, eins og Jóhanna á
Bergi, at vegna støðuna hjá
flogternunum kunnu tær í
grundini ikki hava álitisfólk.
- Tað er ivasamt um tær eru
álitisfólk. Flogternurnar eru
ikki limir í starvsmannafel
agnum, men eru hvør sær sett
ar
eftir
sáttmálanum
hjá
Starvsmannafelagnum. Álitis
fólk verða vald sambært sátt
málum, og av tí, at tey ikki
hava ein felagssáttmála sum
fakbólkur, kunnu tær reelt
ikki velja álitisfólk. Heldur
kunnu kunnu tær roknast
sum starvsfólkaumboð, sigur
hann, uttan at hava nakra við
merking hevur til ítøkiliga
málið um sjálva uppsøgnina.
- Tað havi eg onga viðmerk
ing til. Eg kenni ikki meira til
málið, enn tað, sum eg havi
hoyrt í miðlunum. Tó so, at hó
ast Atlantsflog er eitt alment
partafelag, eru starvsfólkini
sett eftir privatum treytum, og
kunnu starvsfólkini uppsigast
uttan ávaring, leggur hann
afturat.
Stjórin fyri Atlantsflog vil
heldur ikki viðmerkja júst hvat
tað merkir at verða uppsagdur
fyri keðiligan hugburður.
- Tað kann eg ikki úttala
meg um. Atlantic hevur ikki
siðvenju fyri at siga fólk upp –
tað kann teljast á einari hond
seinastu tíggju árini. Tað er
avgjørt ikki nakað sum vit
halda vera stuttligt at gera.
Um man kennir seg órættvíst
viðfarnan, kann man altíð taka
tað harfrá, sigur Jóhanna á
Bergi.
Stjórin fyri Atlantsflog legg
ur tó dent á, at flogternurnar
ikki hava orsøk til at stúra fyri
sínum starvi, um tær seta fram
krøv um betri arbeiðsumstøð
ur.
- Eg skilji væl, at starvsfelag
ar verða ørkymlaðir, tá ið aðrir
starvsfelagar verða uppsagdir.
Men flogternurnar eru altso
ikki koyrdar vegna krøv, sum
tær hava sett okkum. Vit hava
ongantíð
verið
á
nøkrum
fundi, har krøv hava verið um
rødd, og tískil er í veruleikan
um ikki nakað vit kunnu vera
ósamd um. Vit hava einki havt
við tær at gera – hvørki á
telduposti ella um telefonina,
og hava ikki havt reellar sam
ráðingar,
sigur
Jóhanna
á
Bergi.
Opin fyri avtalu
Jóhanna á Bergi vísir eisini
aftur, at Atlantsflog ikki ynsk
ir at loyva sínum starvsfólkum
upp í útlendsk fakfeløg, sum
eitt nú FPU.
- Tað hevur einki við okkum
at gera, men, at man politiskt
hevur yvirtikið arbeiðsmarkn
aðarrætt og hevur gjørt tað
soleiðis, at man ikki kann gera
sáttmála við útlendsk fakfeløg,
sigur stjórin fyri Atlantsflog.
Tó so eru ávísir sáttmálar
við donsk feløg og føroyskar
arbeiðsbólkar – eitt nú við HK
fyri Vága Flogvøll, og eisini
millum danska famakonom
felagið og apoteki í Føroyum.
- Men tey økini eru ongantíð
heimkomin. Har hevur man
ikki ein føroyskan arbeiðs
marknaðarrætt,
sigur
Jóhanna.
Ein loysn, sum hevur verið
funnin, er at loyva sínum
starvsfólki vera limir í einum
útlendskum fakfelagið, treytað
av, at fakbólkurin síðani stovn
ar sítt egna føroyska felag, so
leiðis, at ein sáttmáli kann ger
ast við føroyska felagi.
- Eitt fordømi er til dømis
flogskipararnir, sum vit hava
verið til samráðingar við fyrr í
ár. Har fann man ein leist, so
leiðis, at teir nú eru limir í FPU
og í FAPA (Flogskipararafelag
Føroya, red.). Man kundi nýtt
sama leistin hjá flogskiparun
um fyri flogternurnar – tað
hava vit einki í móti, sigur
Jóhanna á Bergi.
Føroya Arbeiðsgevarafelag,
sum
er
samráðingarpartur
fyri Atlantic Airways, sigur at
ætlanin er júst at fylgja leist
inum við flogskiparunum, har
samráðingar
verða
við
føroyska fakfelagið Súluna
við sakføraranum hjá FPU
luttakandi sum ráðgevi.
- Føroya arbeiðsgevarafelag
hevur avtalað við Súluna, um
at fara til samráðingar, og ætl
anin er at hava sáttmálan klár
an, tá ið sáttmálin við Starvs
mannafelagið gongur út 1.
november. Eg kenni sostatt
einki til, at ongin verður boðin
til samráðingar, sigur Marita
Rasmussen, stjóri á Vinnuhús
inum, uttan at hava viðmerk
ingar til starvsfólkamálið.
Hetta er danska
felagið, FPU,
sum hevur blást
málið upp
- Jóhanna á Bergi
Eg kenni sostatt
einki til, at ongin
verður boðin til
samráðingar
- Marita Rasmussen