Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 24. juni 2019 · Nr. 71 TÍÐINDI Føroyskir psoriasis­sjúk­ ling­ar hava verið síðan 18. mai verið í klimaviðgerð í Kroatia. Í síðstu viku komu tey aftur aftaná at hava verið burtur í fýra vikur. Við á ferðini vóru 20 psoriasissjúklingar og tríggj­ar fylgjarar. Sosial­ ur­in hevur fregnast um ferðina og viðgerðina, sum er heldur serstøk. Ein fjølbroytt viðgerð At byrja við vóru tey í Naftalan í kroatiska býn­ um Ivanić Grad. Dagurin byrjaði hvønn morgun við morgunmati klokkan 7, og beint eftir tað byrjaðu allar viðgerðirnar, sum vóru minst 6-7 tímar hvønn dag. Viðgerðirnar fevndu um oljubað og gikta­við­ gerðir saman við fysio­ tera­peut­um. Psoriasis­ sjúk­ling­ar endaðu dagin klokk­an 21, har teir vórðu smurd­ir inn í krem, sum er út­vunnið av olju. Í tríggjar vikur var hetta gerandisdagurin hjá teim­um. Sól og saltvatn riggar Tann seinasta vikan var í býnum Biograd na Moru, har føroyingarnir búðu á einum gistingarhúsi beint við strondina. Har skuldu tey á strondina at sóla sær, og tey skuldu eisini í sjógvin. Saltvatnið og sólin hjálpir nevniliga sera væl móti psoriasis. Tað gjørdu tey í nakrar tímar um dag­in, sum er ein partur av viðgerðini. Byrjaði fyri næstan 20 árum síðani Fyrstu ferð psoriasis­ sjúk­lingar vórðu send­ir úr Føroyum til Kroatia var í ár 2000. Áðrenn hetta vórðu før­oy­ingar­ nir sendir til Íslands í varmakelduna Bláu Lón, men orsakað av um­væl­ ing bleiv tað ov dýrt at senda sjúk­lingarnar har. Ein giktalækni og ein psoriasissjúklingur fóru tá um aldarskiftið til Ivanić-Grad í Kroatia at kanna møguleikarnar hjá før­oyingum at koma til við­gerðir har. Tað bleiv góð­kent, og so byrjaði Psoriasis­felagið at senda sjúk­lingar til viðgerðir í Kroatia - og goldu tað sjálvi. Men tá tað er eitt felag, har tað ikki koma so nógvir pengar inn, valdi nevndin at søkja um stuðul frá Heilsu­mála­ ráð­num, sum aftaná eina tíð játtaði. Nú fáa sjúklingarnir fría viðgerð, og ferðin og uppi­haldið verður eisini goldið. Men tey, sum eru fylgjar­ar, mugu gjalda sjálvi. Læknin ræður Tað er ikki neyðugt at vera í nøkrum felag fyri at sleppa við á klima­ við­gerð. Manna­gongdin er tann, at tey, ið hava tørv á viðgerð, fara til kommunulækna, sum sendur tey víðari til húð­ lækna. Tað er húð­lækn­in, sum ræður, hvør sleppur við. Tað sama er galdandi fyri tey, ið hava gikt; har sendir læknin sjúklingin til giktalæknan, og bara gikta­læknin ræður hvør kemur við. PSORIASIS­ SJÚKLINGAR FÓRU TIL KROATIA Í VIÐGERÐ Tað eru nakrir mátar at viðgera kronisku húðsjúkuna psoriasis uppá. Ein máti er at fara suður eftir í klimaviðgerð, og hetta er fastur táttur hjá fleiri føroyskum psoriasissjúklingum Um psoriasis Psoriasis er ein av teimum mest vanligu húð­ sjúku­num, sum eru í dag. Tað er ein kronisk, arvalig sjúka, sum verður ávirkað av um­ hvørvinum. Sjúkan er sermerkt við brunakendum økjum á húðini; økini eru vanligast reyð við hvít-litt­ u­m flusi omaná. Økini kunnu vera á stødd við eina hond, tey kunnu vera rund ella líkjast dropum. Sjúkan kann fevna um allan kroppin, men oftast síggja vit psoriasis á alboga, knæi, hár­botni og ryggi.  Orsøkin til sjúkuna er ókend, men stress og bruni kunnu fáa sjúkuna at taka seg upp, van­ ligast í aldrinum millum 15 og 30 ár. Stress, rús­ drekka- og alkoholnýtsla hava neiliga ávirkan á psoriasis. Fleiri sløg av psoriasis eru til, og ein sjúklingur kann hava meira enn eitt slag av psoriasis.