Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 24. juni 2019 · Nr. 71 Seinasta fríggjadag boðaði Fiskimálaráðið frá, at allir umsøkjarar til menningarkvotur fáa svar í dag, mánadagin 24. juni. Heldur minni av svartkalva Føðin hjá svartkalva á royndartúrinum hjá Magnusi Heinasyni var í høvuðsheitum svartkjaftur, men onkur einstakur svartkalvi hevði etið sild. Svartkjaftur var eisini høvuðsføðin hjá toski, blálongu og brosmu, sigur kanningarleiðarin, Lise H. Ofstad í sínari frágreiðing um nýggjastu svartkalvaroyndirnar Vilmund Jacobsen Á hvørjum ári síðan 1995 hevur havrannsóknarskipið Magnus Heinason gjørt ein túr í mai- juni, har dentur hevur verið lagdur á at fiska svartkalva undir Føroyum. Í ár var túrurin bert eina viku langur, frá 12. juni til 19. juni, og tað var Lise H. Ofstad, sum var kanningarleiðari á túrinum. Hon hevur nú skrivað frá­ greiðing um túrin, ið hevði til høvuðsendamál at kanna svart­kalvan – nøgd, longd, vekt, aldur, kyn og kynsbúning. Á túrinum hjá Magnusi Heina­syni skuldu kanningar eisini gerast av øðrum fiska­ sløg­um, sum vórðu fingin á túr­inum. Hitin við botnin varð skrásettur, eins og nytru-og magaroyndir vórðu tiknar av svartkalva, trantkongafiski, toski, longu, blálongu, brosmu og havtasku. Um túrin sigur kanning­ar­ leið­arin, at Magnus Heinason fór av Havnini mikukvøldið hin 12. juni, og fyrstu roynd­ir­n­ ar vórðu gjørdar í kantinum eyst­an fyri og norðureftir. - Flestu royndirnar vórðu gjørdar í kantinum eystan fyri, serliga nærindis kaðalinum, sum er eystan fyri Suður­oyar­ banka. Eitt legg varð gjørt suð­ ur á endan á Munka­grunn­in­ um. Heldur minni Lise H. Ofstad vísir á, at Magn­ us Heinason var aftur á Havn­ ini eftir loknan túr stundisliga mikumorgunin hin 19. juni. - Tilsamans 17 hál vórðu góð­kend og gjørd upp. Veðrið var ringt tveir teir fyrstu dag­ ar­nar, men var gott restina av túr­inum. Niðurstøðan eftir hesa kann­ ingarferð á svart­kalva­veiði er, at fiskiskapurin var nakað minni í ár enn í fjør, men betri enn í 2017. - Nøgdin av svartkalva fyri hvønn troltíma var nakað minni enn miðal í mun til alt tíð­arskeiðið, síðan trolingin byrj­aði í 1995. Fyribilsúrslit er, at til­sam­ ans 29 ymisk fiskasløg vórðu skrá­sett á túrinum. - Føðin hjá svartkalva var í høvuðsheitum svartkjaftur, men onkur einstakur svart­ kalvi hevði etið sild. Svart­ kjaft­ur var eisini høvuðsføðin hjá toski, blálongu og brosmu, sig­ur kanningarleiðarin, Lise H. Ofstad í sínari frágreiðing um svartkalvaroyndirnar. Kynda bál vestan fyri Raktanga Vilmund Jacobsen Í dag, 24. juni er jóansøka, og hetta fara tey í Sjóvar kommunu at gera burtur úr í kvøld. Tey fara at kynda jóan­ søkubál í grótbrotinum vest­an fyri Raktanga í dag klokk­an 18. Samstundis, sum bálið verð­ur tendrað, verður eis­ ini kynt upp undir grillini, og øll eru vælkomin ein túr framvið. - Fólk eru vælkomin at taka mat við at grilla, so­ leiðis at hvør hevur sítt við sær, siga tey í Sjóvar komm­unu. SYSTKINI, Steingrím av Vollanum og Simona Joensen, hava starvast hjá Vónini í ávikavist 25 og 20 ár. Tí nýtti arbeiðsplássið høvi á lítlari samkomu í síðstu viku at heiðra tey bæði fyri trúgva tænastu, f.v.: Steingrím av Vollanum, Hjalmar Petersen, stjóri og Simona Joensen. Inniloking og nýggj ljós Sáttmáli er gjørdur við Sp/f Müller í Kvívík um at inniloka bygningin við Margáir og gera bygningin lidnan uttan Vilmund Jacobsen Við í arbeiðnum við Margáir er eisini at leggja tak yvir øll tey verandi og tey nýggju siti­plássini, umframt klæðing av bygninginum, ísetan av vind­eygum og ymiskt annað. Arbeiðið varð boðið út al­ ment, og trý tilboð komu inn, harav Sp/f Müller átti hitt lægsta á stívliga 4,8 miljónir krón­ur umframt mvg. - Arbeiðið er byrjað og verð­ur liðugt í heyst. Í summ­ ar verða eisini nýggj tíðar­ hósk­andi vallarljós sett upp við Margáir, siga tey í Sunda komm­unu. Myndina av Magnusi Heinasyni eigur Andreas Mouritsen Sp/f Müller vann arbeiðstøkuna at inniloka ítróttarhúsið við Margáir