Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 24. juni 2019 · Nr. 71 Vágs kommuna ger royndir við ferðtálm- andi vegabundum Seinastu tíðina hevur Vágs kommuna arbeitt miðvíst við at bøta um ferðslutrygdina í kommununi, og nú er enn eitt ferðslutrygdarátak framt við tað, at ferðtálmandi bungur eru settar upp ymsastaðni í kommununi Vilmund Jacobsen Tekniska toymið hjá Vágs kommunu hevur sett upp ferðtálmandi bung­ur í vestara og eyst­ ara parti av Geilini, vest­ ara parti av Toftavegi og á Bøgøtu. Endamálið við ferð­ tálm­andi bungunum, sig­ur kommunan er sum verða man at taka ferð­ ina av bil- og skutara­ ferðsl­uni á hesum vega­ strekkjum, har nógv børn og ung hava dagliga gongd. - Talan er um økir, har nógvar barnafamiljur búgva, og hava vit tikið áheitanina til eftirtektar og sett tiltøk í verk fyri at fáa ferðina á bil- og skutaraferðsluni niður. Tað sigur Fróði Mort­ ensen, tekniskur leiðari hjá Vágs kommunu. Lagt verður aftrat, at skipanin við ferðtálm­ andi bungum er ein roynd­arskipan, og fara tey í Vágs kommunu kom­andi vikurnar at fylgja við gongdini. - Eydnast hendan loysn­in væl, fara vit at brúka somu loysn aðra­ staðni í kommununi eis­ ini, sigur Fróði Mort­en­ sen, við heimasíðuna hjá Vágs kommunu. Seinni í summar verða eisini onnur ferðslu­ trygd­arátøk framd í Vágs kommunu og verð­ ur meiri at frætta um hetta seinni. Arbeiðið á renni­ breytini í Klaksvík er tikið uppaftur, og loysn er funnin á avbjóðingini við eyrinum. Nógv virksemi er í býnum í løtuni. Trolbátar landa í dag Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og tey koma inn at landa, sum henda vikan gongur Vilmund Jacobsen Upsafiskiskapurin hjá par­trolarunum broytist lítið, og skipini hava fram­vegis smáligan fiski­ skap. Trý partrolarapør eru á gulllaksaveiði. Tveir djúpvatns­trol­ar­ ar eru til fiskiskap. Ann­ ar kemur inn at landa í vikuni, og hin kemur helst ikki fyrr enn í næstu viku. Báðir fiska á djúpum vatni, og veiðan er mest svartkalvi og nakað av kongafiski. Flestu trolbátar eru á landleiðini. Teir fiska tosk og flatfisk. Ein kem­ ur inn at landa í dag, og hin­ir koma síðst í vikuni. Ein trolbátur er eisini á Rygginum, og ein er norð­anfyri. Hesir báðir, sum koma inn at landa í dag, hava havt smáligan fiski­skap Húkurin fiskar væl Vilmund Jacobsen Seks ísfiskalínuskip fiska undir Føroyum í løtuni. Tvey skip eru á Rygginum, og hini fýra eru inni á landgrunninum. Skipini fáa mest av toski og longu - og so nakað av hýsu og brosmu. Møguliga verður eisini nakað av svartkalva og blálongu frá bátunum, sum fiska á Rygginum, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Trý ísfiskalínuskip koma væntandi inn at landa fyrst í hesi vikuni, og síðan kemur onkur seinni í vikuni. - Fiskiskapurin hjá línuskipum undir Føroyum er góður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Tvey føroysk ísfiskalínuskip og eitt frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi, og væntandi koma bæði ísfiskalínuskipini inn at landa miðskeiðis ella síðst í hesi vikuni. Sagt verður, at eitt føroyskt frystilínuskip fiskar í grønlendskum sjógvi. Streymurin er góður, og veðurforsagnirnar eru eisini góðar. Tí verður roknað við nógvum útróðri. - Fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er góður. Teir fáa nógv mest av toski og hýsu og síðan eitt sindur av hvítingi, verður lagt aftrat. Heilsufrøðingar hjá Gigni eru nú í holt við at gera innskúlakanning av børnunum, sum byrja í 1. flokki komandi skúlaár. Hetta er ein kanning, sum kommunulæknarnir áður hava gjørt. Gásaparið hjá Páll Holm hevur í miðal havt 12,3 ungar í trý ár Myndin av trolbátinum Hansu Mariu er tilvildarlig