mánadagur 24. juni 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. juni 2019 · Nr. 71
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTT SØGD
FÓTBÓLTUR
Meinhard E. Olsen fekk sein
astu
fimm
minuttirnar
á
vøllinum, tá ið Kristiansund
í gjár tapti 1-0 á heimavølli
ímóti Stabæk. Gestirnir av
gjørdu
dystin
við
einum
brotssparksmáli ein minutt
fyri leiklok. Hin føroyingurin
í
norsku
Eliteserien,
Gilli
Rólantsson, sat á beinkinum
allan dystin tá ið liðhansara,
Brann, vann 1-0 á heimavølli
ímóti Lillestrøm. Brann er
nummar fýra í deildini, meðan
Kristiansund er nummar átta.
Í næstbestu norsku deildini
fekk Odmar Færø aftur fulla
spælitíð hjá HamKam, sum
tapti 2-0 á útivølli ímóti KFUM
Oslo. HamKam er nummar 12
av teimum 16 liðunum í deild
ini, men tað er ógvuliga tætt
og enn eru bara seks stig upp
til uppflytingarspælið. Fimm
stig eru niður til niðurflyt
ingarspælið.
Frá
kappingarárinum
2020/2021 fer danska Superligan
at
fáa
sjónbandahjálpina
VAR. Tað hevur danska fót
bóltssambandið, DBU, avgjørt
á
nevndarfundi.
Sambært
danska
TV2
var
avgerðin
ikki óvæntað av tí at bæði
DBU, Divisionsforeningen og
Spillerforeningen í eina tíð
hava verið samd um at royna
hesa skipanina, ið er ein sjón
bandahjálp
til
dómararnar
í avgerandi støðum so sum
við
málum,
brotsspørkum
og reyðum kortum. Næsta
árið skal brúkast til at gera
dómararnar tilreiðar at brúka
skipanina, sum ikki er heilt
bílig. Roknað verður við, at
útreiðslurnar til dómararnar
nú fara frá 25.000 - 30.000 krón
um fyri hvønn dyst og heilt
upp í tað tvífalda. Tað vera
feløgini, ið skulu rinda hesar
eykaútreiðslurnar - áleið eina
hálva millión krónur afturat
árliga.
Hobro
var
einasta
felagið, ið atkvøddi ímóti upp
skotinum.
FORMIL 1
Teir
báðir
Mercedes-koyr
ararnir, Lewis Hamilton og
Valtteri Bottas, vóru enn eina
ferð fremstir tá ið koyrt varð
kapp í Fraklandi í gjár. Fimm
faldaði heimsmeistarin, Lewis
Hamilton, fór triðju kapp
ingina á rað fyrstur um mál
strikuna, og hann er nú 36
stig frammanfyri liðfelagan,
Valtteri Bottas, í samlaðu HM-
støðuni. 21 ára gamla stór
talentið hjá Ferrari, Charles
Leclerc, bleiv nummar trý í
Fraklandi í gjár. Í samlaðu HM-
støðuni er hin Ferrari-koyrarin,
Sebastian Vettel, nummar trý.
Næsta kappkoyring verður í
Eysturríki komandi sunnudag.
RÍÐING
Uttandurakapping
3
hevur
verið á skrá hetta vikuskiftið.
Kappingin var sermerkt við at
summi ross ikki vóru við, og
at fleiri nýggir vinnarar vóru.
Serliga áhugavert var at síggja
nýggja hestin hjá Knút Lútzen,
Kára frá Ásbrú. Hesin hesturin
er fyri stuttum komin úr Íslandi
og kappaðist nú fyri fyrstu ferð
her á landi. Vónirnar vóru góð
ar til hestin, sum skuldi eitast
at vera sera góður, og ikki kann
sigast annnað enn at hann livdi
upp til vónirnar. Kári gjørdi
slætt borð, vann har hann var
við og serliga í skjóta tølti
num í T1-finaluni vísti hann
sannan karakter, og at hann er
eitt ross vit skulu halda eyguni
við framyvir. Umframt T1
vunnu Kári og Knút eisini fjór
gongdina. Gylling og Klæmint
T. Myllhamar høvdu eisini
eina góða kapping. Tey vunnu
skeiðkappingina mikudagin og
krúnaðu eitt gott vikuskiftið
við at vinna fimmgongdina.
Aðrir vinnarar vóru: V5 ung:
Elma Laksafoss á Anga. V5
vaksin: Óluva á Lofti á Kopar.
T7 ung: Elma Laksafoss á Anga.
T7 vaksin: Gunnar Justinussen
á Byrnir.
RÓGVING
Føroyski Sverri Sandberg Niel
sen vann í gjár World Cup í
Poznan, Póllandi, tá ið hann
í single-scullara sínum kom
fyrstur á mál í sannførandi
stíli. Hann var 2,14 sekund
frammanfyri Philip Pavukou
úr
Hvítarusslandi
og
2,83
sekund frammanfyri Angel
Fournier Rodriguez av Kuba.
Danska
róðrarsambandið
skrivar á facebook, at Sverri
vísti styrki, ótrúligan teknikk
og sálarligt yvirskot í finaluni,
og at hetta er størsta úrslit í
danskari rógving í tungvekt
síðan 1995, tá ið Martin Haldbo
og Lars Christensen vunnu
gull. - Eg fylgdi í grundini bara
somu uppskrift sum í hinum
kappingunum, har eg setti
hinar undir trýst alt fyri eitt.
Eg var yvirraskaður av hvussu
lættliga tað gekk um miðteinin
og hvussu stórt yvirskot eg
hevði. Eg vildi ikki leggja alt ov
stórt trýst á, men eg varnaðist
at eg legði fjarstøðu til mót
støðumenninar hvørjaferð eg
tók á. Ein fantastisk kensla at
vinna gull, sigur Sverri Sand
berg Nielsen við danska róðrar
sambandið.
Sverri vann World Cup:
Besta úrslitið í útvið 25 ár
Sverri Sandberg Nielsen fær stórt rós fyri
World Cup-sigurin í Póllandi í gjár, har
hann vann A-finaluna í sannførandi stíli
Sverri Sandberg Nielsen kannar sær gullið