mánadagur 24. juni 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 24. juni 2019 · Nr. 71
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TENNIS
Tennisvøllirnir í Gundadali hava fingið nýtt undirlag, og aðrar umvælingar komandi tíðina skulu
vera við til at skapa møguleikar fyri nýggjum og góðum tíðum í føroyskum tennis
Pætur Albinus
Leygardagin var hátíðarhald
við tennisvøllirnar í Gundadali,
har spildurnýggja undirlagið á
vøllunum varð hátíðarhildið á
einari almennari samkomu, har
eitt nú Annika Olsen, borgar
stjóri í Tórhsavnar kommunu,
helt røðu.
Eitt nýtt undirlag ljóðar
kanska ikki av nógvum, men
júst í tennis hevur hetta sera
stóran týdning og skapar rík
ar møguleikar fyri føroyskt
tennis, sum í næstum fær enn
betri umstøður og eisini ætlar
í gongd við eina heilt nýggja
byrjan.
Heilt nýtt
Undirlagið, sum nú er tikið av
tennisvøllunum í Gundadali,
varð lagt á í 1990, so sigast má,
at tað væl og virðiliga hevði
tænt fyri seg. Tað var slitið, og
harnæst var tað eisini gjørt úr
tilfari, ið ikki er væl egnað til
tennis.
Gamla undirlagið var nevni
liga úr gummi, og hetta merkti
eitt nú at bólturin stakk ónat
úrliga høgt og at vøllurin var
hættisliga hálur so skjótt eitt
sindur av regni kom á hann.
Nýggja undirlagið er úr
graslíki, og hetta hóskar væl
betur til tennis - og serliga til
tað váttliga føroyska veðurlag
ið.
Nú er spælandi á vøllunum
hóast tað hevur regnað. Fimm
tons av sandi eru á hvørjum
vølli, og tað hjálpir til við at
súgva vætuna niður í vøllin
meðan yvirflatan framvegis
er støðug og trygg at renna á.
Bólturin hoppar nú eisini javnt
óansæð um tað er vátt ella turt.
Pætur M. Dahl, royndur
tennisspælari
og
verandi
føroyameistari, greiðir frá, at
tennisspælararnir í Føroyum
nú fáa heilt nýggjar dimensión
ir í spælið.
- Ferðin og floymið í spæli
num gerst hægri. Tað merkir at
tú ikki skalt sláa so hart og ikki
hava so langt sving fyri at fáa
bóltin yvir um aftur. Á gamla
undirlagnum mátti tú skapa
alla ferðina sjálvur, meðan tú
á graslíki í størri mun kann
brúka ferðina í slagnum hjá
mótstøðuleikaranum, greiðir
Pætur frá.
Eisini aðrir munir vera í
spælinum. Eitt heilt vanligt
slag so sum teir sokallaðu
stopp-bóltarnir (stutt slag við
undirskrúvu, red.) kann nú
gerast við vanliga uppstøkki
num og vanliga úrslitinum,
sum gjarna skal vera at mót
støðuleikarin ikki nær fram
til netið eftir bóltinum. Fyrr
stakk bólturin alt ov høgt, og
tá var ikki eins torført hjá mót
støðuleikaranum at náa fram
til bóltin.
Á nýggja graslíkinum ber
eisini til at tilætlað skoyta
síðsta pettið eftir bóltinum,
sum er ein sera nógv brúktur
og vanligur máti hjá spælarum
at brúka á teimum mongu
grúsvøllunum kring heimin.
Møguleikar
Nýggja graslíkið ger eisini at
tað ber til at spæla tennis í
eitt longri tíðarskeið um árið.
Higartil hevur borið til at spæla
tennis tríggjar til fýra mánaðir
um sumrarnar, men við nýggja
graslíkinum, ið jú eisini er væl
egnað at spæla á í regni, so ber
nú til at spæla tennis eisini um
várini og heystini.
Hesar
árstíðirnar
kann
myrkrið tó darva, men eftir
ætlan
skulu
ljósmastrar
setast upp við tennisvøllirnar
í Gundadali, og við teimum
kann árliga spælitíðin í tennis
heilt upp í tvífaldast - frá
teimum núverandi trimum-
fýra mánaðunum heilt upp í
sjey-átta mánaðir.
Havnar Tennisfelag hevur
eisini gjørt avtalu við Tórs
havnar kommunu um at gera
eitt felagshús við síðuna av
vøllinum. Ætlanin er, at hetta
verður gjørt skjótast gjørligt
og í seinasta lagi í 2020.
Í Tennissambandi Føroya
fegnast tey sjálvsagt um bøttu
umstøðurnar, og eitt fet á
leiðini at gagnnýtta tær verður
at skipa fyri venjaraskeiðum,
ið skal vera við til at skapa eitt
gott grundarlag fyri menning
og ikki minst tilgongd av
spælarum.
Næst á skránni í føroyskum
tennis eru oyggjaleikirnir í
Gibraltar fyrst í juli. Í føroyska
hópinum eru Pætur M. Dahl,
Jón Brekku, Annfinn Gaard
og spælandi landsliðsvenjarin,
argentinski Pablo Merin.
albinus@sosialurin.fo
Nýtt undirlag:
TENNIS HEVUR
FINGIÐ NÝGGJAR
MØGULEIKAR