mánadagur 24. juni 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. juni 2019 · Nr. 71
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heri Simonsen
Í hondbóltssambandinum vóru
tey eins fegin og øll onnur, ið
vilja hondbóltin væl, at tað
eydnaðist
manslandsliðnum
at vinna kapprenningina við
Belgia í seinasta EM-undan
umfarinum og koma uppá
turt, og tryggja sær beinleið
is luttøku til komandi EM-
undankappingina. Ein undan
undankapping
hevði
verið
ein dýr eykaútreiðsla hjá HSF.
Henni slepst so undan nú, men
enn eru ikki allar fíggjarligar
súðir syftar. Hetta eydnaðist tá
Føroyar taptu 24-31 móti Dan
mark og Belgia tapti 19-28 móti
Kroatia, og okkara menn vóru
júst tvey mál betur enn Belgia í
tí samlaða roknistykkinum.
Ein miljón manglar í hjá HSF
Áðrenn
løgtingið
fór
í
summarfrí hálvan mai var eitt
av málunum, ið datt burtur
av øllum uppskotunum sum
ikki vunnu fram á tingborð
ein eykajáttan til HSF uppá
eina miljón krónur. Henda
miljónin
skal
kompensera
fyri
eykaútreiðslurnar,
og
mistu inntøkurnar HSF hev
ur av, at heimadystirnir í júst
undanfarnu EM-undankapp
ing máttu spælast í Danmark.
Nú manglar hendan miljónin í
tá HSF skal melda manslands
liðið til komandi HM-undan
kapping. Evstamark at melda
til komandi HM-undankapp
ingina er mánadagin 15. juli.
Hallur Danielsen, samskipari
hjá HSF staðfestir, at tað hevði
verið eitt stórt afturstig fyri
ta stóru menningina, ið hevur
verið hjá manslandsliðnum
um HSF ikki meldaði til kom
andi undankappingina. Kemur
hendan miljónin ikki í hús
kann avleiðingin gerast, at
landsliðsvirksemið hjá HSF
verður skert, og tað kann ganga
útyvir kvinnulandsliðið og tey
yngru landsliðini, og tað halda
tey í HSF er sera óheppið.
Játtanin til ítróttina
er lítið hækkað
Játtanin hjá løgtinginum til ÍSF
er bara økt úr seks miljónum
til níggju miljónir uppá 20 ár,
og tað heldur Hallur Danielsen
er rættiliga vánaligt. Hallur
Danielsen heldur, at dugnalig
ítróttarfólk sum umboða Før
oyar á høgum støði eiga at fáa
eina viðurkenning frá polit
isku
myndugleikanum
við
hægri játtanum frá politiska
myndugleikanum.
Hallur
Danielsen hevur tó vónir um,
at teir politisku flokkarnir, ið
brynja seg til eitt løgtingsval nú
og, at ein komandi landsstýris
samgonga fer at játta HSF hesa
miljónina, ið nú manglar í tí
fíggjarligu kabalini hjá HSF.
Stóri vansin er manglandi
heimavøllurin
Stóri grundleggjandi vansin
hjá HSF er tó, at manslands
liðið
má
av
landinum
at
spæla heimadystir í undan
kappingum, og tann vansin
er eisini orsøkin til inntøku
missin HSF hevur í samband
við undanfarnu og komandi
undankappingar hjá mans
landsliðnum. Tað er av alstór
um týdningi, at Føroyar fáa
eina altjóða góðkenda høll.
Tað verður sera tungt hjá
HSF at hóra undan fíggjarliga
um hendan høllin ikki gerst
veruleiki rættiliga skjótt. Ein
heimavøllur í Føroyum hevði
eisini havt stóran ítróttarligan
týdning fyri manslandsliðið,
og kundi borið liðið í avger
andi og tøttum løtum í undan
kappingardystum. Spurning
urin er um ikki heimadystirnir
móti Ukraina og Montenegro,
ið vóru tvey tepur tap ikki
kundi koppað til okkara menn
um teir høvdu heimavøll heima
í Føroyum? HSF hevur ikki
somu møguleikar fyri fígging
sum FSF hevur tá tað kemur til
pening úr UEFA og FIFA, og tí
má politiski góðviljin verða tað
størri um vit skulu hava góðar
umstøður til altjóða hondbólt í
Føroyum.
HONDBÓLTUR
HONDBÓLTURIN
MANGLAR EINA MILJÓN
TIL LANDSLIÐSVIRKSEMI
Samskiparin hjá HSF, Hallur Danielsen slær fast, at dugnalig ítróttarfólk sum umboða Føroyar á
høgum støði eiga at fáa eina viðurkenning frá politisku myndugleikanum við hægri játtanum
Skulu Jónas G. Djurhuus og føroyska landsliðið spæla komandi HM-undankapping krevst ein millión krónur áðrenn 15. juli.
Mynd: Ritzau/Scanpix