mánadagur 24. juni 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 24. juni 2019 · Nr. 71
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Næstu vikurnar verður ikki
spælt í kvinnukappingini. Tað
er summarfrí fram til hósdagin
25. juli. Tá vera tveir dystir í
Gundadali. B36 fær vitjan av
EBS/Streymi, og HB fær vitjan
av KÍ.
Serliga
seinni
dysturin
hevur týdning í FM kappingini.
HB hevur 19 stig, og KÍ hevur 22
stig.
ÍF/Víkingur/B68 er topplið
við 24 stigum. Leygardagin
hevði toppliðið vitjan í Sarpu
gerði. Tað var óvæntað, at EBS/
Skála megnaði 1-1. Tað hevur
annars ikki gingið so væl hjá
tvífaldu greipuvinnararunum.
Nú fyrireikar EBS/Skála seg
til fyri aðru ferð at luttaka í
europeisku kappingini. Luta
kast var í síðstu viku. Tað lagaði
seg soleiðis, at EBS/Skála skal
spæla í Estlandi. EBS/Skála er
flokkað niðast av fýra liðum.
Hini liðini eru BIIK-Kazygurt
úr Kazakstan, PK-35 úr Vantaa
úr Finnlandi og Flora Tallinn úr
Estlandi, sum er vertur.
Kappingin verður í tíðar
skeiðnum 7. til 13. august.
Leygardagin var KÍ í høvuðs
staðnum. B36 helt tørn inn
til lítla løtu eftir steðgin. Tá
eydnaðist tað KÍ at fáa hol á,
og KÍ vann 3-0. Síðsta KÍ málið
skoraði
innskifta
Malena
Josephsen. Heilt merkisvert
var tað, at hetta var dystur
nummar
500
hjá
Malenu
Josephsen á KÍ liðnum – 404 í
landskappingini og 96 í steypa
kappingini.
Haraftrat
hevur
Malena
spælt 50 dystir í Womens
Champions League, 40 lands
dystir og 12 oyggjaleikalands
dystir.
Jóannes Hansen
Tað hevur verið eitt sindur
av turbolensi í 07 Vestur tær
seinastu vikurnar. Formað
urin seinastu árini, Jim S.
Guttesen, legði frá sær fyrst í
hesum mánaðinum. Ein mánað
frammanundan legði høvuðs
ungdómsvenjarin, Albert Ellef
sen, frá sær, og í vikuni, sum
fór, takkaði Ken Fagerberg fyri
seg.
Síðani 2017 hevur hann sam
bært faroesoccer.com spælt 60
dystir og skorað tólv mál fyri
07 Vestur. Hann hevur eisini
verið ungdómsvenjari hjá 07
Vestur. Leygardagin var hann
fyri fyrstu ferð í TB búnanum.
Tað hevur ljóðað, at Eirik
ur M. Ellenderesen og Heri
Kjærbo ikki fara at halda fram
í felagnum. Í fjør spældu teir
við felagsliðnum hjá suðuroy
ingum, og í vetur fluttu teir til
07 Vestur. Nú ljóðar, at teir eru
á veg aftur til Suðuroyar og TB,
men tað hevur ikki eydnast at
fingið hesa søguna váttaða
vesturi í Vágum.
Á vøllinum hevur tað síðstu
vikurnar verið striltið hjá 07
Vestur. Eftir tríggjar javnleikir
og tvey tap – á heimavølli ímóti
NSÍ og á útivølli ímóti B71 – datt
07 Vestur aftur á fjórða plássið.
Leygardagin eydnaðist tað
at vinna 2-1 á heimavølli ímóti
B36. Úrslitini lagaðu seg so
leiðis, at 07 Vestur nú er aftur
á uppflytingarplássi. Eirikur
Ellendersen var leygardagin
á vøllinum alla tíðina, og Heri
Kjærbo varð skiftur inn, tá ið
tað restaði ein hálvur tími.
Christian
R.
Mouritsen
spældi fyri fyrstu ferð við
07 Vestur 27. apríl, tá ið tað í
Gundadali eydnaðist at vinna
1-0 ímóti B36. Christian var á
liðnum fram til 11. umfar, tá
ið tað endaði 2-2 á heimavølli
ímóti KÍ. Síðani hevur hann
ikki verið á liðnum.
Síðsti dysturin hjá 07 Vestur
undan
summarsteðginum
verður leygardagin, tá ið setn
ingurin á Svangaskarði ímóti
B68 verður at styrkja um møgu
leikan at flyta upp.
B68 vann leygardagin 3-0
á heimavølli ímóti B71. Búi í
Hjøllum varð skiftur inn á B68
liðið miðskeiðis í seinna hálv
leiki, og hann varð dagsins
maður, tí hann skoraði til 2-0 og
3-0, eftir at Esmar P. Clement
sen ein minutt undan steðgi
num hevði sett hol á.
Toftamenn eru tíggju stig
frá triðja plássi, og tí verður
í løtuni ikki tosað so nógv á
Svangaskarði um møguleikan
at flyta upp.
Víkingur hevur staðið seg
rættiliga væl, og Víkingur er
á bronsuplássi. Leygardagin
gekk ikki so væl, tí tað endaði
málleyst í Leirvík ímóti HB,
sum er næstniðast.
NSÍ er framvegis topplið,
men fríggjakvøldið fekk odda
liðið eitt skot fyri bógvin, tá ið
skálamenn fóru av vøllinum
við Løkin við trimum stigum.
Einasta málið varð skorað
lítla løtu eftir steðgin. Leivur
Zachariassen royndi seg við
frísparki, og bólturin endaði í
málinum. Á dómaraseðlinum
er NSÍ málverjin skrásettur fyri
at hava gjørt sjálvmál.
Klaksvíkingar vunnu hós
kvøldið 5-2 í Hólmanum á Eiði
ímóti EB/Streymi, sum fram
vegis bíðar eftir fyrsta sigri
num. Hetta var triði KÍ sigurin
á rað, og tað tykist sum um,
at KÍ er komið á slóðina aftur
eftir soltið tíðarskeið. Aksel B.
Danielsen var dagsins maður, tí
hann skoraði hattrikk.
KÍ er á fjórða plássi. Um
tað eydnast klaksvíkingum at
vinna útsetta dystin ímóti á
Sandi, so flytur KÍ fram á næst
fremsta plássið.
15. umfar
27. juni
Skála – EB/Streymur
29. juni
B68 – 07 Vestur
20. juli
KÍ – B36
Víkingur – NSÍ
B71 - HB
Hósdagin 25. juli
KÍ – HB
B36 – EBS/Skála
Máltindurin
Aksel B. Danielsen KÍ
9
Clayton Soares B71
9
Andrass Johansen B36
7
Andri Benjaminsen NSÍ
7
Ingi Jonhardsson Víking
7
Máltindurin
Heidi Sevdal HB
17
Rebekka Benbakoura HB
11
Julia Naomi Mortensen HB 10
1. deild menn støðan
LIÐ
DS
VD
JD
TD
MF
MÍ
MM
(%)
ST.
1
NSÍ II
14
10
1
3
31
16
+15
31
2
07 Vestur
14
8
4
2
27
17
+10
28
3
Víkingur II
14
7
6
1
29
13
+16
27
4
KÍ II
13
8
2
3
39
23
+16
26
5
B68
14
4
5
5
24
26
-2
17
6
B71
13
4
4
5
23
34
-11
16
7
Skála II
14
2
9
3
19
20
-1
15
8
B36 II
14
3
4
7
19
29
-10
13
9
HB II
14
2
3
9
17
25
-8
9
10
EB/Streymur II 14
0
4
10
21
46
-25
4
Betri deildin kvinnur støðan
LIÐ
DS
VD
JD
TD
MF
MÍ
MM
(%)
ST.
1
ÍF/Vík/B68 11
7
3
1
23
8
+15
24
2
KÍ
10
7
1
2
18
7
+11
22
3
HB
10
6
1
3
39
8
+31
19
4
B36
11
2
0
9
7
33
-26
6
5
EBS/Skála 10
1
1
8
5
36
-31
4
EB/Streymur – KÍ
2-5 (1-1)
1-0: Silas Eidesgaard 30.
1-1: Aksel B. Danielsen 38.
1-2: Darius Lewis 55.
1-3: Aksel B. Danielsen br 68.
1-4: Hjalgrím Elttør 83.
2-4: Jákup Dahl-Olsen 87.
2-5: Aksel B. Danielsen 91.
Víkingur – HB 0-0
NSÍ – Skála 0-1 (0-0)
0-1: sjálvmál 48.
B68 – B71 3-0 (0-0)
1-0: Esmar P. Clementsen 44.
2-0: Búi í Hjøllum 72.
3-0: Búi í Hjøllum 85.
07 Vestur – B36 2-1 (1-1)
0-1: Sandri Færø 40.
1-1: Solomon Kwao 44.
2-1: Høgni Egilstoft Nielsen 66.
ÍF/Víkingur/B68 – EBS/
Skála 1-1 (0-0)
0-1: Bjarta E. Djurhuus 60.
1-1: Hanna I. Højgaard 82.
B36 – KÍ 0-3 (0-0)
0-1: Sigrun Sirdal 47.
0-2: Durita Hummeland 67.
0-3: Malena Josephsen 85.
07 Vestur missir
fleiri spælarar
1.DEILD: Leygardagin eydnaðist tað aftur vesturliðnum
at vinna og at leggja seg á uppflytingarpláss
Tað tódnaði í toppinum
KVINNUR: Meistararnir megnaðu javnleik á útivølli ímóti toppliðnum