mánadagur 24. juni 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. juni 2019 · Nr. 71
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Tað er farið um longsta dag, og
í dag er jóansøkudagur. Kapp
róðurin er í hæddini. Leygar
dagin varð kappast á jóansøku
á Tvøroyri, og tað gekk uppá
stás.
Veðrið var av tí fagrasta, tað
gekk væl at leggja bátarnar,
umstøðurnar á landi vóru
góðar hjá rógvarunum og bát
unum. Áskoðararnir dusaðu
sær á kaiøkinum, har tað bar
væl til at fylgja við, og har sølu
búðir vóru, og einki órógv var á
róðrarøkinum.
Í gjár fóru manningarnar
undir
fyrireikingarnar
til
næstu avbjóðing, sum verður
leygardagin. Tá fer at verða
kappast á varmakeldu í Fugla
firði.
Fyrsta stigið í fyrireiking
unum er hjá manningunum
saman við venjara og kanska
øðrum, sum varða av feløg
unum og manningunum, at
hyggja at og kanna avrikið
síðsta leygardag, og so at eftir
meta og rokna út, hvussu av
rikið kann verða betri í Fugla
firði leygardagin.
Higartil hevur tað gingið,
sum tað plagar, skilt á tann
hátt, at í fleiri kappingum er
tað sami bátur, sum vinnur, og
sum harvið hevur fult stigatal.
Tað kann bera við sær, at fyrstu
FM vinnararnir verða funnir, tá
ið tað leygardagin 6. juli fer at
verða kappróð á fjarðastevnu,
sum hesa ferð verður á Strond
um. Henda stevnan skiftir mill
um Vestmanna, Strendur og
Skála. Aðru hvørja ferð er hon í
Vestmanna, og fjórða hvørt ár
er hon á Skála og á Strondum,
sum nú stendur fyri tørni.
Sannførandi menninir
Bæði
í
kappingini
millum
6-mannaførini við monnum
og 10-mannaførini hevur tað
higartil als eingin spenningur
verið um, hvør fer at vinna.
Soleiðis var tað eisini leygar
dagin.
Hvessingur róði aftur á
Trongisvági so framúr væl. Tað
vóru ikki nógv tøk tikin, tá ið
hann hevði togað skutin fram
um hinar bátarnar, og so øktist
munurin stutt og støðugt.
Á málinum var Hvessingur
seks sekund undan Gongurólvi,
sum aftur hesa ferð var klárt
nummar tvey. Kappingin um
triði fremsta plássið var sera
spennandi. Kollfirðingur og
Herningur fóru stavn um stavn
um málið, men kollfirðingar
vóru eitt vet frammanfyri.
Á norðoyastevnu var tað so
mikið stutt millum 10-manna
førini, at tað varð lagt upp til
spennandi kapping. Á sunda
lagsstevnu í Hvalvík vann
Ormurin
Langi
trivaligari
sigur enn á norðoyastevnu,
og á jóansøku var avrikið hjá
Orminum Langa so mikið sann
førandi, at tað longu nú ber illa
til at ímynda sær annað, enn at
Ormurin Langi fer at vinna FM
við fullum stigatali.
Teir yngstu, sum kappast á
mannfólkasíðuni, eru dreingir
í 5-mannaførum í barnaróðri
num. Klaksvíksdreingir um
borð á Fípuni Føgru vunnu
sannførandi á norðoyastevnu
og aftur í Sundalagnum, og
heldur ikki leygardagin hefti
nakað fyri ungu dreingjunum
úr Klaksvík, sum leggja ógvu
liga nógv fyri í venjing og lívs
stíli, og sum leygardag eftir
leygardag nú í summar heysta
fruktirnar av stóru íløguni.
Sannførandi kvinnurnar
Erla Kongsdóttir hevur fult
stigatal í kappingini millum
5-mannafør við kvinnum, og
Sølmundur hevur fult stigatal í
kappingini millum 6-mannafør
við kvinnum.
Talan er um tveir bátar úr
Eysturoy.
Erla
Kongsdóttir
hevur nú fingið sær tað fyri,
at
hon
bjóðar
kappingar
neytunum at vera við í kapp
ingini í startspurtinum og eitt
sindur longri enn so, men tá
ið málið er hálvrógvið vísir
tað seg aftur og aftur, at Erla
Kongsdóttir vinnur so sera
sannførandi.
Soleiðis var tað á jóansøku,
og soleiðis var tað eisini hjá
Sølmundi í kappingini miilum
6-mannafør
við
kvinnum.
Sølmundur var meiri enn eina
bátslongd undan hinum báðum
bátunum. Tað var stór kapping
um næstfremsta plássið, og
onkra løtu var Fortuna fram
manfyri Smyril, sum var eitt
lítið sindur drúgvari, tá ið alt
kom til alt.
Meðan tað eru tær úr Fugla
firði og av Glyvrum, sum
eiga knáastu manningarnar í
5-mannaførum við kvinnum
og 6-mannaførum við kvinn
um, so eru tað bátar úr høvuðs
staðnum, ið roynast best í
kappingunum
millum
tær
yngru.
Blikur av Argjum vann aftur
á jóansøku. Tað var heilt spenn
andi, tá ið Blikur og Drekin
fóru stavn um stavn um málið,
men tað vísti seg, at Blikur átti
síðsta avgerandi takið.
Í
barnakappingini
vóru
genturnar
á
Ingibjørg
hjá
Havnar Róðrarfelag aftur hesa
ferð tær drúgvastu. Ingibjørg
var eina bátslongd undan
Huldu av Tvøroyri, sum var í
Í trimum teimum fyrstu FM kappingunum
hava seks bátar vunnið fulla úrtøku,
og er stórur møguleiki fyri, at fyrstu
FM heitini fara at koma til høldar
kanska undan vestanstevnu
FM HEITINI ERU FYRI STAVN