Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. juni 2019 · Nr. 71 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ein av heimsins bestu kvinnu­ ligu tennisspælarum, Maria Sharapova, varð í 2016 útihýst frá tennis í 15 mánaðir fyri at hava nýtt eitt ólógligt evni, ið var á dopinglistanum. Sjálv segði russiska tennis­ drotn­ingin, at hon ikki visti at hetta evnið var ólógligt, men hon slapp tó ikki undan dómi­ num, og tað 15 mánaðir langa bannið skuldi vísa seg at fáa stóra ávirkan á lív hennara. Tað var ikki einans ítróttar­ liga, at bannið ávirkaði hana, men sanniliga eisini per­són­ liga. Hetta var eitt stórt bakk­ ast fyri hana, og tað fekk eisini persónligar avleiðingar. Í hesum dokumentarinum greið­ir hon frá tilgongdini - allan vegin frá doping-av­dúk­ ingini og fram til at hon stríddi seg aftur á tennis­vøllin. Farið verður heilt tætt at menniskjanum handan tennis­spælaran, og hon greið­ ir eitt nú frá kenslunum í trupla tíðarskeiðnum, og hon gevur eisini góð ráð hvussu ein kann venda støðuni til nak­að munagott. Hon greiðir eisini frá sínari síðu av sakini, sum setti ein blett á hennara annars góða um­dømi. Dokumentarurin snýr seg lítið og einki um tað ítróttar­ liga, men nærum burturav tað sum fyrigongur seg uttanfyri sjálva vøllin undir rokmiklu tíð­ini sum doping-dømd. Hetta ein ferð við Mariu Shara­pova í hennara lívs størsta niðurtúri - hvussu alt hendi, hvussu tað kendist og hvussu hon arbeiðir seg burturúr tí. HYGG UM: Tú hevur áhuga í ítrótti og eisini doping- partinum. IKKI HYGG UM: Tær dámar best ítróttarliga partin, ella um tú vilt síggja ein stuttan dokumentar. Hesin er 55 minuttir. HVUSSU ER AT HYGGJA: Tað fyrigongur í raðfylgju, og tað gerst ógvuliga spennandi. Sakin er áhugaverd. HVAT SIGUR TÚ? Maria Sharapova er ein vitug kvinna og dugir væl at greiða frá. Vert at hyggja at! Dokumentarurin: Sharapova - við egnum orðum - Alex Morgan, landsliðsleikari hjá USA í fótbólti, um lið teirra til HM hjá kvinnum - Tormóður P. Djurhuus, TB-leikari, á instagram "Eingin segði tað skuldi vera lætt at vinna ímóti KÍ á jóansøku, men tað var tað." "Vit hava allar okkara egnu søgu, og vit hava slóðað eina leið fyri at koma higar. Nú skulu allar leiðirnar flættast saman fyri at skapa eina nýggja leið - saman." Vikan ið fór Evropeiskt lutakast er á skránni. HB skal til Finnlands, KÍ til San Marino og B36 og NSÍ til Norðurírlands. Svenski áleyparin, Ken Fagerberg, takkar fyri seg í 07 Vesturi í næstbestu deildini og skiftir til TB í Betrideildini. Páll Klettskarð vendir heimaftur til KÍ eftir eitt hálvt ár í italska Breno. Eisini Semir Hadzibulic kemur aftur til KÍ. Nýtt undirlag verður tikið í nýtslu á tennisvøllunum í Gundadali, har tað framyvir fer at verða spæld á graslíki. Føroyski rógvarin í single-scullara, Sverri Sandberg Nielsen, vinnur World Cup-kapping í pólska býnum, Poznan. Oddastríðið í Betrideildini harðnar almikið eftir umfar, har TB skapar sensatiónina við at koppa oddaliðnum KÍ við 1-0-sigri heima á jóansøku. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Petur Knudsen Aldur: 21 Yrki: Fótbóltsspælari (NSÍ) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Italia 2. Graslíki 3. Kili 4. Skjóting 5. Luis Enrique 6. Serbia 7. 17 ferðir 8. Ari Ó. Ellingsgaard 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Í hvørjum landi spældi Páll Klettskarð áðrenn hann nú skifti heimaftur til KÍ? 2 Hvat slag av undirlagi er nýggja undirlagið á tennisvøllunum í Gundadali? 3 Hvat land hevur vunnið Copa America í fótbólti seinastu tvær ferðirnar? 4 Hvørjum ítrótti kenna vit Finn Ludvig frá, sum skal bera Merkið til setanina á oyggjaleikum? 5 Hvussu æt spanski landsliðsvenjarin í fótbólti, sum júst hevur lagt frá sær? 6 Úr hvørjum landi er kendi tennisspælarin, Novak Djokovic? 7 Hvussu ofta vunnu KÍ-kvinnurnar FM á rað fram til og við 2016? 8 Hvussu eitur ÍF-leikarin á myndini? Hvussu ert tú nøgdur við javnleikin ímóti B36? - Vit fara altíð á vøllin fyri at vinna, men eitt stig í Gunda­ dali er góðtikið eftir at hava verið afturút stóran part av dysti­num. Tó vistu vit, at vit spaku­liga fóru at yvirtaka dystin ímóti endanum, tí vit eru øgi­liga væl fyri. So tað kom ikki óvæntað á okkum, at vit fingu eitt mál móti enda­num. Hvussu ert tú nøgdur við fyrru helvt av kappingini? - Vit eru hampiliga væl nøgdir við fyrru helvt av kappingini, um vit hugsa um, at vit hava nýggjan venjara og nakrar nýggj­ar leikarar. Tó, so er nógv sum kann betrast til sein­nu helvt. Hvussu sært tú upp á seinnu hálvu av kappingini? - Seinna helvt av kappingini verð­ur spennandi. Tað er tætt í toppinum í løtuni og nakr­ir topp­dystir eru tíðliga í sein­nu hálvu, sum kunnu avgera hvus­ su kappingin fer at taka skap. Hvussu stendur til við akslaskaðanum hjá tær? - Í løtuni sendur væl til við skaðanum. Eg misti dystin hjá U21-landsliðnum, sum er sera harmiligt, men eg metti tað var tað rætta í tí løtuni, og tað eri eg sannførdur um enn. Hvussu sær framtíðin hjá tær út - hevur út ætlanir um at spæla uttanlands? - Um eg fái eitt áhugavert tilboð, sum ein ikki kann siga nei til, so kann alt henda. Men í løtuni hugsi eg bert um NSÍ og viðurskiftini í Føroyum.