Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-24, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 24. juni 2019 · Nr. 71 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KLUMMAN Sjúrður sigur sína hugsan... Føroyska endurreisnin í vanda Nú eina viku eftir at undankappingin til EM í hondbólti í 2020 er av, er tíðin komin at leggja næstu ætlanirnar. Ætlanirnar eru púra greiðar. Um góðar tríggjar vikur, 15. Juli, er freistin at melda seg til næstu undankappingina, sum er til HM í 2021. Júst farna undankappingin var hin fyrsta síðani 2011, og byrjað var púrasta av nýggjum hesaferð. Og byrjanin var avgjørt góðkend. Føroyar vóru einasta liðið, ið fingu stig í Montenegro har bæði Danmark og Ukraina máttu lúta. Ígjøgnum teir seks dystirnar í undankappingini fingu føroysku leikararnir og hondbóltsføroyar yvirhøvur staðfest kensluna av, at har er ikki langt á mál, tá ið vit skulu kappast við lond sum Montenegro og Ukraina, ið nú bæði skulu spæla EM í 2020. Og so er eisini staðfest, at Føroyar eiga eitt pláss í undankappingini til EM 2022, og tá eru vónirnar enn betri. Men mitt í øllum ovfarakætinum um føroysku endurreisnina stingur størsti fíggindin hjá ítrottinum seg upp: Fígging. Tað hevur leingi verið greitt, at eingin høll í Føroyum lýkur krøvini hjá evropiska hondbóltssambandinum, og tí máttu heimadystirnir í hesi undankappingini spælast í Danmark. Hetta var í sær sjálvum eitt stórt ítrottarligt afturstig, men enn verri eru fíggjarligu avbjóðingarnar. Tað kostaði eina millión krónur eyka at skula spæla hesar heimadystir uttanlands, og vantandi milliónin leggur forðingar fyri landsliðsvirkseminum í komandi árið. Í Ítrottarsosialinum hesaferð verður millum annað tosað við umboð fyri HSF, ið nú er í fíggjarkreppu og má vóna at løgtingið kann finna eina millión krónur mitt í summarfrítíðini. Úrslitið í júst farnu undankappingini var gott. Ikki bara tí at tað eydnaðist at fáa stig á einum tiltiknum torførum útivølli. Men serliga tí at kappingin vísti okkum at málið møguliga er nærri enn væntað. EM 2024 er málið hjá HSF, og verða dystirnir spældir so er lítil ivi um at hetta mann fara at eydnast, havandi í huga teir ómetaliga evnaríku leikararnar, ið eru á veg í føroyskum ungdómshondbólti. Teir eru ikki bara stórtalent í føroyskum høpi. Hesir hava hava møguleikan at røkka upp í ovasta heimsflokkin. Tað hava danskir venjarar eisini sæð, og um Føroyar aftur gevast at spæla landsdystir so sleppa føroyingar bert til endaspæl í danskari troyggju. sjurdur@sosialurin.fo Sjúrður Hildarson Hoydal Stefan Schmidt heilsar hjartaliga upp á føroysku fjeppararnar, og so hevur hann eisini áhuga í at heilsa upp á nakrar danir. Teir spæla við týsku meistarunum, Flensburg- Handewitt, ið Stefan Schmidt eisini heldur við. Danmark hava hetta kvøldið fýra Flensburgleikarar á liðnum, umframt ein fyrrverandi og ein komandi Flensburg-leikara, og týski Føroyafjepparin nýtir høvi at heilsa upp á hesar heims­ stjørnur. Men Stefan Schmidt er har fyrst og fremst fyri føroysku leikararnar. Hann tekur myndir saman við Kjartani Johansen, ið sambært honum og nógvum øðrum var besti leikari á vøllinum henda dagin. Og so er tað ein, ið er serligur. Brandur Halgirsson á føroyska lið­num, hevur nevnliga spælt ung­dóms­hondbólt og vant við Flens­burg-Handewitt, og Stefan Schmidt er eyka fegin um at fáa mynd við føroyinginum, ið nú spælir í H71. Brandur Halgirsson gevur sær góðar stundir at práta við fjepparan á týskum, ið nú veru­ liga fær innlit í føroyskan hondbólt av fremstu rók. -Hatta vísir bara hvussu lítil hond­bólt­s­heimurin er, flennir Brandur Halgirsson eftir at hann hevur sagt farvæl og tikið mynd saman við unga manninum, ið má sigast at vera ein stórur fjeppari hjá unga hoyvíkinginum. Heldur føroyska hond­bólts­ menningin fram, so verður tað ikki seinastu ferð, at útlendskir fjepparar vilja taka mynd saman við føroyskum hondbóltsleikarum. Stefan Schmidt er fegin um at taka mynd við Brandi Halgirssyni STEFAN HELDUR VIÐ FLENSBURG OG FØROYUM Eftir seinasta dystin í undan­kapp­ingini til EM 2020, standa fólk í einum stórum riðili uttan fyri vøllin, har tey vóna at fáa auto­grafar og myndir av donsku heims­meistarunum. Millum hesi fólk er ein maður, ið tíðindafólkið hjá Sosialinum kennir aftur. Hann eitur Stefan Schmidt og er úr Ruhla í Týsklandi. Í desember mánaði var hann eisini í Baden í Sveis, har føroyska kvinnulandsliðið spældi undan-undankapping til HM